Á róðrarøkinum í Klaksvík hevur ættin rættuliga nógv at siga. Bæði í fjør og í ár var hann landsynningur við nógvum vindi. Eingin, sum fylgir við, ivast í, at hetta bæði í fjør og aftur í ár spældi nógv [...] FM KAPPRÓÐUR Í trimum kappingum vóru vinnararnir teir somu á nýggju Fjarðastevnuni, sum teir vóru á norðoyastevnu í Klaksvík. Í hinum trimum FM kappingunum vóru nýggir vinnarar. Tað er í sær sjálvum hugaligt [...] við í teimum báðum FM kappingunum, sum hava verið higartil, vísa á, at sera misjøvnu úrslitini hjá fleiri manningum í hesum báðum róðrunum heilt víst hava við tað at gera, at umstøðurnar at rógva í Klaksvík
nevndarformaður í danska Sclerosefelagnum, segði á tíðindafundi í Havn mánadagin, at umboðini fyri danska felagið, sum hava verið í Føroyum seinastu dagarnar, hava havt fund við embætisfólk í føroyska hei [...] sjúka, sum sett verður í samband við víkingarnar. Jørgen Clausen, formaður í danska Sclerosefelagnum, sigur, at sjúkan er at finna á teimum støðum, har eftirkomarar víkingana búgva. Í Skandinavia, Skotlandi [...] Skotlandi og har á leið, og í teimum stóru landbúnaðarstatunum í USA, har norðulendskir innflytarar settust niður. Tó er sjúkan rættiliga nýggj í Føroyum. Her var einki dømi um sjúkuna undan Seinna Heimsbardaga
og KÍ í gjárkvøldið endaði við, at KÍ hevur keypt spælaran leysan úr sáttmála sínum NSÍ skrivar á heimasíðu sínari, at semingsfundurin í FSF-húsinum í gjárkvøldið vardi til klokkan hálvgum tvey í nátt. [...] Lamhauge, formaður í NSÍ. Hann sigur, at felagið gekk ikki ynskinum frá Hjalgrími Elttør á møti, og tí meta teir, at hann framvegis er bundin at felagnum. Men spælarin sigur, at treytirnar í sáttmálanum [...] skrivstovuni, at tað hava tey alla heimild til. Í KÍ sigur Fríðin Ziskason formaður, at tað er spælarin, sum er komin til teirra, og tí meta teir seg hava slætt borð í málinum. Tað bar ikki til at fáa eina viðmerking
1983 hevur hann verið partur av starvsnevndini hjá FSF. Í fleiri ár sum formaður í Kappingarnevndini, og nú seinastu fýra árini um fyrst formaður og síðani forseti fyri føroyskan fótbólt. Serliga hevur [...] Høgni í Stórustovu ikki ført so nógv annað fram í valdystinum, enn at hann lovaði at lurta eftir feløgunum, soleiðis at hesi eru við til at stinga leistin fyri føroyskan fótbólt út í kortið. Tað í sjálvum [...] tað var nú heldur einki løgið í tí. Óli Holm var nevnliga seinasti nevndarlimurin av teimum, sum vóru við til at flyta føroyskan fótbólt inn í altjóða heimin, og sum enn sat í starvsnevndini hjá FSF. Frá
finna okkum í. Vit halda, at við ordiligari døming, hevði dysturin móti HB endað øðrvísi, sigur Mikael Dalbø. Útvísingin Tað, sum serliga hevur fingið sinnini í Gøtu í kók, er hendingin í fyrra hálvleiki [...] Sambært honum hevur nevndin í GÍ fullan stuðul fyri kæruni frá spælarunum hjá GÍ. Viðgerast í kvøld FSF-skrivstovan fekk kæruna frá GÍ á miðdegi í gjár, men formaðurin í kappingarnevndin hevði ikki sæð [...] tíðliga seinnapartin í gjár. ? Vit hava fund mikukvøldið, og tá fara vit at viðgera kæruna. GÍ fær so svar beinanvegin, sum ein avgerð er tikin, sigur Dánjal Andreasen, sum er formaður í kappingarnevndini
broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Tvs, at tað verður Jørgen Niclasen sjálvur, sum kemur at leggja uppskotið fram. Øll lógin endurskoðast Heini O. Heinesen, formaður í vinnunevndini, sigur, at í fyrstu [...] er kjarnin í einum uppskoti sum Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, fer at leggja fyri tingið ein av fyrstu døgunum. Samgongan hevur í fleiri dagar kanna, hvørjar broytingar skulu gerast í lógini um vinnuligan [...] størri bátar. Annars vóru teir báðir samgongumenninir, Heini O. Heinesen, formaður í vinnunevndini og Jákup Sverri Kass, nevndarlimur í vinnunevndini, til reiðar at leggja uppskot fyri tingið um at broyta lógina
Bill Justinussen. FAKTA Føroyar eiga í dag tveir limir í Norðurlandaráðnum. Hesir eru í skrivandi stund Óli Breckman og Kári P. Højgaard. Hesir hava atkvøðurætt í sambandi við avgerðir hjá ráðnum. Tað [...] taka lut í Ráðharraráðunum. Landsstýrismaður í Norðurlandamálum er í løtuni Jógvan við Keldu. 18. mars 2003 samtykti løgtingið við 30 atkvøðum fyri og ongar ímóti at søkja um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum [...] limaskap í Norðurlandaráðnum. Anders Fogh Rasmussen legði eftir rískifundin í Leynum mánadagin fram, at hann ynskir at stuðla og virka fyri, at bæði Føroyar og Grønland fáa eina støðu, sum í praksis vil
stovnað í 1948 og er sostatt elsta sjúklingafelag í Føroyum. Úr søguni kann nevnast, at føroyska og danska giktafelagið í 1959 góvu Landssjúkrahúsinum meira enn 50.000 krónur til bygningin, sum í dag verður [...] giktafelagið er. Leila Solmunde, formaður í Giktafelag Føroya, sigur, at fíggjarlógaruppskotið, sum fyriliggur, skerjir enn einaferð møguleikarnar hjá feløgunum, sum eru limir í Meginfelag teirra Brekaðu, at [...] Formaðurin í Giktafelag Føroya sigur, at nøkur feløg, sum eru limir í MBF, fáa serstaka játtan á fíggjarlógini, og tað unnir hon teimum so hjartaliga. - Hini feløgini, sum eisini eru limir í Meginfelag
at takka tær fyri, Jens Pauli. Tú vart formaður í Rithøvundafelagnum í 7 ár, frá 1968 til 1975, ein tíggjundapart av lívi tínum higartil. Og tú vart góður formaður, íðin og samvitskusamur, tað veit eg av [...] tí at eg blaðungur sat í nevndini saman við tær. Tað var í tínari formanstíð, at regluligt samstarv við hini norðurlendsku rithøvundafeløgini kom í lag. Og nú aftur eitt álitið í mentamálum kom undan kavi [...] Heinesen saman við øðrum góðum fólkum, sum tók undangonguna í tí arbeiðinum, ið gjørdist Álit í mentunarspurningum 1973, tí fyrsta av sínum slag í Føroyum. Hetta yrkisliga avrikið hevur havt stóran týdning
veruligu makthavararnir í Føroyum. Gaman í, vit sleppa av við donsku myndugleikarnar. Men um tað verður liviligari í lummanum á altjóða risafyritøkum, tað fari eg at loyva mær at ivast í, segði Jóannes Eidesgaard [...] helvtina av ríkisstuðulinum burtur í einum høggi. Og hetta er eisini løgið, tá hugt verður eftir avrikunum hjá samgonguni higartil, segði formaður Javnaðarfloksins í røðuni síni. Jóannes Eidesgaard vísti [...] almennar ognir Við støði í, at ongar inntøkur verða í búskapargrunnin fyrstu árini, vísti Jóannes Eidesgaard á, at tað verður neyðugt at selja út av landsins ognum, fyri at fáa pening í búskapargrunnin. Hann