Frástøðan millum samgonguna og Javnaðarflokkin í spurninginum um framtíðarstøðu Føroya er minkað eitt vet.
Hetta sýndi framsøgurøðan hjá formanni Javnaðarfloksins, tá nýggja sjálvstýrissemjan hjá samgonguni var til fyrstu viðgerðar í tinginum fríggjadagin.
Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við nýggju semjuni, men sigur seg ætla at gera eina roynd at fáa eitt sindur av skili inn í málið.
? Vit taka sjálvsagt ikki undir við uppskotinum, tí búskaparligi parturin er beinleiðis ein ólukka fyri hetta land og hetta fólk. Men kunnu vit fáa eitt sindur av skili inn aftur í málið, so vilja vit gera ta royndina. Viðhvørt loysir tað seg betur at brúka sunna fornuft, heldur enn kenslur ? at brúka høvdið, heldur enn hjartað, segði Jóannes Eidesgaard.
Sjálvstýrissemjan varð beind í uttanlandsnevndina eftir viðgerðina fríggjadagin, og lovaði formaður Javnaðarfloksins, at flokkurin fer at viðgera uppskotið seriøst, eins og hann fer at krevja upplýsingar og framrokningar.
Búskaparlig ólukka
Yvirtøkuleisturin í uppskotinum hjá samgonguni órógvar ikki Jóannes Eidesgaard. Men tað ger ætlanin um at skerja ríkisveitingina við 400 milliónum 1. januar í 2002.
? Missa vit javnaðarfólk ikki svøvnin av yvirtøkunum, so gera vit tað sanniliga, tá tað snýr seg um ætlanina at høgga næstan helvtina av ríkisstuðulinum burtur í einum høggi. Og hetta er eisini løgið, tá hugt verður eftir avrikunum hjá samgonguni higartil, segði formaður Javnaðarfloksins í røðuni síni.
Jóannes Eidesgaard vísti á, at samgongan onga krónu hevur skorið av blokkinum í trý ár. Men nú, valskeiðið er úti, vil samgongan skerja ríkisveitingina við 400 millónum, ikki tí, at danir vilja tað, men tí, at samgongan vil tað.
? Tað er løgið at hugsa sær, at man áleggur øðrum at gera tað, tú sjálvur ikki megnaði, og at tú setir tær sum mál at leggja so nógvar búskaparligar fótonglar sum gjørligt fyri framtíðina, segði Jóannes Eidesgaard, sum seinni í røðuni kallaði hesa ætlan eina búskaparliga ólukku.
Tómur búskapargrunnur
Jóannes Eidesgaard gjørdi greitt, at Javnaðarflokkurin tekur undir við ætlanini um at seta á stovn ein búskapargrunn. Men samstundis vísti hann á, at tað ikki kann bera til, at ein tómur búskapargrunnur skal kunna viga upp ímóti skerda blokkstuðulinum, eins og landsstýrið ætlar.
? Javnaðarflokkurin er fyri einum slíkum grunni, serliga til at hýsa og stýra møguligum oljuinntøkum, men vit eru framvegis av teirri áskoðan, at ein grunnur er ikki meira verdur, enn teir pengar, sum eru í honum. Við árslok kunnu vit leggja á leið eina milliard í hann, men oljuinntøkurnar kunnu vit ikki vænta at síggja fyrr enn umleið ár 2008 ella møguliga seinni, gjørdi Jóannes Eidesgaard greitt.
Selja almennar ognir
Við støði í, at ongar inntøkur verða í búskapargrunnin fyrstu árini, vísti Jóannes Eidesgaard á, at tað verður neyðugt at selja út av landsins ognum, fyri at fáa pening í búskapargrunnin. Hann vísti til, at landsstýrið í nýggju semjuni ætlar, at búskapargrunnurin skal rinda 700 milliónir krónur inn á fíggjarlógina næsta ár, og at henda upphædd síðani skal minka við 50 milliónum árliga fram til 2006.
? Grunnurin skal eftir hesi ætlan í minsta lagi eiga góðar 5 milliardir. Komandi ár eigur hann eina milliard, og tá ongar oljuinntøkur verða fyrr enn um eini 8 til 10 ár, verður neyðugt at selja út av landsins ognum, sum landsstýrið eisini hevur boðað frá, gjørdi Jóannes Eidesgaard greitt.
Javnaðarflokkurin er harðliga ímóti, at almennu ognir landsins verða seldar. Og flokkurin er eisini bangin fyri, at tað verða útlendingar, ið keypa.
? Um henda privatisering partvís endar á fremmanda hondum, so ber til at spyrja, hvørjir tá verða veruligu makthavararnir í Føroyum. Gaman í, vit sleppa av við donsku myndugleikarnar. Men um tað verður liviligari í lummanum á altjóða risafyritøkum, tað fari eg at loyva mær at ivast í, segði Jóannes Eidesgaard.