Fogh fær misjavna undirtøku

Í øllum førum ein partur av samgonguni er positivur fyri leistinum hjá forsætisráðharranum viðvíkjandi Norðurlandaráðnum, men andstøðan er meira skeptisk

POLITIKKUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo

Løgtingið samtyki 18. mars 2003 at søkja um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Anders Fogh Rasmussen legði eftir rískifundin í Leynum mánadagin fram, at hann ynskir at stuðla og virka fyri, at bæði Føroyar og Grønland fáa eina støðu, sum í praksis vil merkja, at londini fara at virka sum sjálvstøðugur limir í Norðurlandaráðnum. Men talan verður ikki um fullan limaskap
Hetta skal gerast við einari protokol, sum verður løgd afturat høvuðssáttmálanum hjá Norðurlandaráðnum. Løgmaður helt ætlanina hjá Anders Fogh Rasmussen vera góða, men tað er heldur misjavnt, hvussu løgtingið annars sær upp á útspælið hjá forsætisráðharranum. Aðrastaðni á hesum síðum sæst, at formaðurin í Tjóðveldisflokkinum kallar útspælið hjá Anders Fogh Rasmussen fyri eitt stórt bluff nummar.

Positivt
Formaðurin í Sambandsflokkinum og samgongufelagi hjá løgmanni heldur tað vera eitt greitt stig tann rætta vegin, at ávirkanin hjá Føroyum verður økt í Norðurlandaráðnum.

-Eg haldi, at hatta ljóðar sum ein góð og pragmatisk loysn, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum.
Hann heldur tað vera gleðiligt, at hetta málið verður tikið upp, og føroyingar kunnu fáa størri ávirkan.

- Hetta er positivt, sigur Kaj Leo Johannesen.

All or nothing
So positivur er formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum als ikki.

-Tað er óheppið, um vit ikki fáa fullan limaskap, sigur Kári P. Højgaard, formaður fyri Sjálvstýrisflokkin.
Hann leggur dent á, at løgtingið hevur samtykt at fara eftir fullum limaskapi, og tað eigur eisini at vera málið.

-Løgmaður eigur at virka eftir teirri heimild, sum løgtingið hevur givið honum við samtyktini um at søkja um fullan limaskap, sigur Kári P. Højgaard.
Hann setir spurnartekin við, um tað er rætt at seta eina loysn sum tí, ið forsætisráðharirn hevur skotið upp, í gildi sum eitt slag av fyribilsloysn.

Eingin logikkur
Fólkaflokstingmaðurin Poul Michelsen dugir illa at síggja loysnina hjá Anders Fogh Rasmussen sum nakað framstig. Hann er greitt tann mest atfinningarsami tingmaðurin, vit fingu hendi á týsmorgunin.

-Eg haldi ikki, at hatta er nøkur loysn. Um Norðurlandaráðið kann strekkja seg so langt, so eigur tað eisini at kunna ganga longri og gevum Føroyum fullan limaskap, sigur Poul Michelsen.
Hann sigur tað vera ógvuliga torført hjá sær at síggja logikkin í hesum uppskotinum, og hvønn ítøkiligan mun hetta inniber í mun til verandi støðu.

Eingin vildi týsmorgunin boða frá, hvørja støðu Fólkaflokkurin hevði til málið. Og Poul Michelsen leggur eina við, at hann úttalar seg ikki fyri flokkin.

-Tað kann sjálvandi henda, at eg fari at atkvøða fyri einum tílíkum uppskot, um eg verði vístur á fleiri fyrimunir. Men sum er, haldi eg ikki, at hatta er tann rætta loysnin, sigur Poul Michelsen.

Varin
Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, er varin við at úttala seg um, hvat hann heldur um leistin hjá Anders Fogh Rasmussen.

-Hetta er ikki tað, ið løgtingið samtykti. Men merkir hetta, at vit koma nærri fullum limaskapi, so er tað eitt framstig, sigur Bill Justinussen.

Hann heldur, at hetta málið vísir væl sambandið millum Føroyar og Danmark.

-Tað er kjarnin í støðuni millum Føroyar og Danmark, at danir vilja lova okkum so langt, sum teir sjálvir tola. Teir vilja vera góðir við Føroyar, men tað eru danir, ið hava avgerandi orðið, sigur Bill Justinussen.


FAKTA

Føroyar eiga í dag tveir limir í Norðurlandaráðnum. Hesir eru í skrivandi stund Óli Breckman og Kári P. Højgaard. Hesir hava atkvøðurætt í sambandi við avgerðir hjá ráðnum. Tað er løgtingið, sum velir hesi umboðini. Landsstýrismenn kunnu taka lut í Ráðharraráðunum. Landsstýrismaður í Norðurlandamálum er í løtuni Jógvan við Keldu.
18. mars 2003 samtykti løgtingið við 30 atkvøðum fyri og ongar ímóti at søkja um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Síðani er eingin samtykt gjørd á Føroya løgtingi hesum viðvíkjandi.
Ein føroyskur fullur limaskapur merkir Helsinki-sáttmálanum, sum ásetir samansetingini og samstarv millum Norðurlond. At Føroyar ikki hava fullan limaskap í Norðurlandaráðnum merkir eisini, at Føroyar einki rinda fyri at vera við.