Seinasti mohikanin

Við Óla Holm misti FSF seinasta pionerin av teimum, sum stóðu á odda fyri føroyskum fótbólti, tá fyrstu fetini vórðu tikin á altjóða pallin

Fyri fýra árum síðani var talan um sannførandi valsigur móti Christiani Andreasen, sum eisini bjóðaði seg fram sum formansvalevni.

Fyri tveimum árum síðan slapp Óli Holm sjálvur at taka avgerandi brotssparkið, tá nevndaratkvøðan syrgdi fyri, at sitandi forsetin ikki hevði ein meiriluta ímóti sær á aðalfundinum.

Leygardagin hevði Óli Holm tó ikki tað vápnið. Umdystur skuldi til, men tá hesin var av, var nevndarskeiðið hjá Óla Holm í FSF eisini av. Høgni í Stórustovu fekk við seinna valumfarið 10 av teimum 18 atkvøðunum, og tí verður tað hann, sum fer at stjórna FSF næstu tvey árini.


Seinasti pionerurin

Talan gjørdist um eitt sorgblítt farvæl, tá atkvøðugreiðslan var av. Fleiri av formonnunum bóru heilsan til Óla, eins og starvsnevndarlimir eisini gjørdu tað.

Og tað var nú heldur einki løgið í tí. Óli Holm var nevnliga seinasti nevndarlimurin av teimum, sum vóru við til at flyta føroyskan fótbólt inn í altjóða heimin, og sum enn sat í starvsnevndini hjá FSF.

Frá 1983 hevur hann verið partur av starvsnevndini hjá FSF. Í fleiri ár sum formaður í Kappingarnevndini, og nú seinastu fýra árini um fyrst formaður og síðani forseti fyri føroyskan fótbólt.

Serliga hevur tað ligið væl fyri honum at ført føryoskan fótbólt fram á altjóða pallinum. Ikki so at skilja, at úrslitini hjá landsliðnum hava verið tey bestu, nú hann hevur verið forseti, men heldur soleiðis at hann var sera nógv virdur og avhildin í eitt nú UEFA- og FIFA-høpi.

Kanska júst hetta hevur eisini gjørt, at fleiri her heima hava roynt at koppað honum av pinninum sum forseti. Fyri føroysku feløgini er kanska ikki altíð so lætt at skilja, hví ovastin fyri føroyskan fótbólt er meira sjónligur úteftir enn inneftir í føroyska fótbóltsheiminum. Og tað hevur helst ikki tænt forsetanum í valstríðnum, at leiðslurnar í alt fleiri feløgum ikki longur eru tær somu, sum tær vóru fyri 5, 10 og 15 árum síðani. Tað hevur minkað um talið av trúgvu stuðlunum, og tí bar tað til hjá Høgna í Stórustovu at koppa Óla.


Roknskapurin ávirkaði

Tá Óli Holm fyri tveimum árum síðani akkurát megnaði at standa Birgiri Enghamar kurl í forsetadystinum, var talan á fundinum um eina formansfrágreiðing, sum í stóran mun var eitt aftursvar til tað, sum mótkandidaturin hevði ført fram.

Soleiðis er ikki óhugsandi, at Óli ta ferðina vann á seinasta ivanum í løtunum upp til atkvøðugreiðsluna. Men soleiðis tóktist støðan ikki vera hesaferð.

Fyrst og fremst, so hevði Høgni í Stórustovu ikki ført so nógv annað fram í valdystinum, enn at hann lovaði at lurta eftir feløgunum, soleiðis at hesi eru við til at stinga leistin fyri føroyskan fótbólt út í kortið.

Tað í sjálvum sær ber illa til at vísa aftur sum eitt ikki-haldbart argument. Og hartil er ikki óhugsandi, at reyðu tølini í roknskapinum høvdu sína ávirkan, tá seinastu krossarnir skuldu setast á atkvøðuseðilin.

Eitt er, at FSF-hallið á 2,2 milliónir krónur hevði sínar orsøkir. Annað var, at tað gekst illa at svara spurningunum, sum vórðu settir frá fundarluttakarunum. Ivandi og tølandi komu aftursvarini til fundin, og at síggja til skipaða krossforhoyri frá B36, NSÍ og HB tóktist rigga til fulnar í so máta.


Demokratur

Fram um alt, so hevur Óli Holm í sínum FSF-skeiði verið diplomaturin og demokraturin.

Tað hevur kanska kostað, tá forsetin til tíðir ikki er komin út við bastantum útmeldingum um ymisk føroysk fótbóltsviðurskifti. Men hinvegin hevur tað skapt honum stóra virðing bæði úti og heima.

Nakað sum bæði Christian Andreasen, fundarstjóri, og Birgir Enghamar, sum bjóðaði av fyri tveimum árum síðani, løgdu dent á, tá úrslitið av seinnu atkvøðugreiðsluni var greitt.

Báðir løgdu teir dent á, at hóast teir høvdu bjóðað av – og tapt – so hevði teirra avbjóðing ongan tíð merkt samstarvið við vágbingin, sum á pragmatiskan hátt altíð valdi at líta fram heldur enn aftureftir.