til og ger seg kláran at seta fótin á nummarplátuna fyri at fáa hana av. Tá var ovboðið hjá mær, Eg vendi mær á, eg vildi ikki síggja meir. Kúfangarin, plátan var fest á, var at plastik, tað visti eg, so [...] til lívs eru settar á stovn servandar eindir. Men tann vanligi løgreglumaðurin á gøtuni í milliónabýnum London, hann hevur einans eina floytu, so hann kann gera vart við um okkurt er á vási. Mær vitandi [...] einasta dag í árinum, hvar tit hava verið, hvørjum tit hava sitið á fundi við, og so framvegis. Fara tit á møti ella í biograf, fái so nøvnini við á teimum, ið har eru, so hesi kunnu vitna til tygara fyrimun
KÍ vinna nógv Toftamenn vóru næstfremstir undan hvítusunnuni. Tað eru teir ikki longur. B68 tapti á heimavølli móti VB, og tað hevði við sær, at B68 datt niður á fjórða plássið. B68 styrkti nógv um sína [...] tapti á heimavølli móti B68, so tykist eldra havnarfelagið, sum hevur fleiri blaðungar spælarar á besta liðnum, rættuliga at hava fingið høvdið fyri seg. Undan summarsteðginum eiga teir Sumba og B71 á heimavølli [...] støðu, tá teir vunnu í Gundadali móti HB. Tapið móti VB á heimavølli tók allan fyrimunin av útisigrinum á HB burtur. B68 eigur nú tríggjar útidystir á rað. Úrtøkan í Gøtu, í Vágum og í Gundadali móti B36
fyrst og fremst um trýst niður á lønirnar. Spurningurin er so, hvussu nógv kunnu tær falla uttan, at vit fáa fráflyting úr Føroyum, sum so aftur minkar um trýstið niður á lønirnar. Í tann mun tær falla [...] miðvísur vinnupolitikkur við denti á at skapa tær røttu rammurnar fyri virkseminum og við denti á gransking í menning av vinnunum í Føroyum stóran týdning fyri, hvussu nógv kemur burtur úr búskaparliga í Føroyum [...] Um so er, at nýggj framleiðsla veksur fram, sum hevur við sær eina avløning upp á 0,8 mia. kr. og ein umsetning upp á 1,6 mia. kr., so hava ringávirkanir við sær, at tann samlaða økingin í avløningini
eitt dømi um, hvussu hart fólk kundu verða rakt. 1932: 42 menn farast Á vári 1932 hendi ein dupultvanlukka, tá ið bæði vágsskipini ”Laura” og ”Immanuel” gingu burtur. Tað vóru 19 mans á hvørjum skipi [...] fórst í Vestmannasundi við fýra fólkum, og tveir mans fórust á útróðri. Kjølbro hevði beint keypt “Kristinu” og slapp ikki at tryggja hana til fult virði. Hann mundi farið á húsagang longu tá. Men bankin [...] monnum við Grindavík á Suðurlandinum. Teir vóru á veg til Reykjavíkar við sjúkum manni. Sum oftast fingu burturgingnu fiskimenninir váta grøv, men í hesum førinum komu 14 lík upp á land, og tey vórðu jarðað
meistarliga. Javnaðarfólk eru ikki betri ella øðrvísi enn onnur fólk. Tá ið tann innari svínhundurin er útpurraður er absolut ongin munur á fólki. Og ofta í einum politiskum betentum umhvørvi dugdi Jan at [...] konfronteraður við at lívið í kroppi styttist. Eg eri beint í hølunum á honum, bert sjey ár seinni. Akkurát nú veit eg ikki, hvussu hendan greinin skal skrivast. Skal hon verða undirhald, ella skal hon [...] boð eftir mær. Impulsivur sum altíð lat hann seg ikki steðga av, at eg var staddur umborð á “Winston Churchill” á veg til Danmarkar. Setanarsamrøðan gekk fyri seg yvir Tórshavn Radio. Og hann hevði stórar
Ætlanir gjørdar og settar í verk um øll týðandi evni. Nógv fólk, nógvar eldsálir, nógv pappír og sjálvsagt eisini nógvir pengar. - Høvuðsevnini á aðalfundinum vóru rúsevnistrupulleikar, mannarættindi, [...] grønlendskir politikarar havt í boði at hava tvey umboð við í donsku sendinevndini á aðalfundinum hjá ST í New York, sum er á heysti á hvørjum ári. Løgtingskvinnan og kommunalpolitikkarin, Lisbeth L. Petersen, [...] tion, heldur til fyri seg á ST-Missjónini. Aðalfundurin varir í tveir mánaðir og føroysku politikararnir taka lut ein mánað í part. Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, var við á aðalfundinum fyrra partin av
oyru fríggjakvøldið. Tað løgna var kanska, at t.d. tá Simme og tey fóru á pallin, so vóru ikki nógv tilkomin fólk á økinum. Í hvussu er ikki tey, ið minnast fyrstu tíðina vð Simma og teimum. Men Simme og [...] ið varð blakað á túnini á sjálvt fjarskotnastu útoyggjum, tá drotningavitjanir vóru fyri framman, og sum førdi mangt hugnaligt bygdatún inn í nútíðina og framtíðina, so til bar at standa á rulluskoytum ella [...] Spæliskráin fríggjakvøldið var fjølbroytt sum ferðslan á alfaraveg. Á asfaltinum ganga og koyra lík og ólík hvørt í sínum lag, saman og hvør sær. Á Asfalt spæla lík og ólík, men tó gongur, og skal alt ganga
teir seg kingo á ein nógv meir framkomnan hátt - á teldu. Høvdu teir gomlu vita, at tað eisini ber til. Hetta verður tó ikki fyrstu ferð, at Hans Jacob fer at syngja kingo. Tá ið hann á páskum saman við [...] vaksið í eini fýra ár og kemur langt niður á ryggin. Hans Jacob hevur bundið tað í ein hesthala aftanfyri. Og at klippa sær hevur hann ongar ætlanir um - í hvussu er ikki enn. Skal eg vera ein listamaður [...] niðurfyri aftur. Yrkir á telduni At skriva hevur Hans Jacob eisini dáma væl. Í fleiri ár skrivaði hann »Dagsins mál« til Dimmalætting, og eina bók hevur hann eisini givið út. Í hesi bókini, »Á Brúnni« vóru bæði
hava bæði eitt politiskt, men eisini at fólksligt kjak, um hvussu vit ynskja einar framtíðar Føroyar. Hvat ætla vit at landið skal liva av og hvussu? Vit vita, at vit verða støðugt noydd at menna okkum og [...] , um vit skulu hava vónir um at klára okkum mitt í alheimsgerðini. Hvussu skulu vit fáa sum mest burturúr kumuleringsavtaluni, hvussu skal samstarvið við ES verða og hvat skulu vit raðfesta hægst? Eiga [...] Vinnulívið sjálvt er heldur ikki merkt av ov nógvum visiónum. Her er eisini tørvur á, at vinnulívið sjálvt er meira sjónligt, um hvussu framtíðar Føroyar skulu síggja út vinnuliga í einum burðadyggum leisti. Her
meiningar, sum hann hevur fingið á sínum ferðum kring heimin. Her er alt við, men eisini teir trupulleikar, sum standast av at gera eina fløgu á einum máli, ið hann ikki virkar á dagliga. Málsliga skerdur Tekstirnir [...] Tekstirnir eru sera týdningarmiklir á fløguni, og nógv áhugaverd evni verða tikin upp. Á onkran hátt tykjast allir sangirnir at vera lítlar viðmerkingar ella hugleiðingar við fylgispæli. Viðmerkingarnar [...] og »eg arbeiði sum ein hundur«. – Hvussu ein hundur arbeiðir, tað veit eg ikki. Eg átti einaferð ein hund, og hann gjørdi ikki nógv til nyttu. Okkurt av hesum er rættað á fløguhúsanum, men tað sker í oyruni