Teitur flytur tónlistarliga heim

Við Káta Horninum flytur Teitur heim­aftur tónlistarliga. Við sær hevur hann høgt tónlistarligt støði, professinal­ismu, lívsroyndir og meiningar. Men við á fløguni hevur Teit­ur eisini teir trupul­leikar, sum stand­ast av at gera eina fløgu á einum máli, sum tú ikki virkar á dagliga

Tey, sum væntaðu, at Káta Horni­ð hjá Teiti varð ein fløga við føroyskum poppsangum verða kløkk, tí tað er henda fløga als ikki. Her er tað tann eygleiðandi og til tíðir samfelagsrevsandi Teitur, sum eftir nógv ár í út­landinum hugleiðir um okkara samfelag, sína støðu sum útiseti, og um dreymin um at venda heimaftur.

Við Káta Horninum hevur Teitur latið eina fløgu úr hondum, sum liggur nógv tættari fløguni »Sólin og Regni«, sum hann gjørdi saman við Niclas Johannesen fyri nøkrum árum síðani, enn teimum báðum enskmæltu fløgunum, ið eru komnar síðani ta útgávuna. Nú hugsi eg ikki bert um, at fløgan er á føroyskum, men eisini um at kompositiónirnar eru í ætt hvør við aðra.


Í lagnum »Útisetin« syngur Teitur soleiðis.


»hvat skal í mítt kuffert

um eg flyti heimaftur?

er pláss fyri tí

sum eg eri vorðin?«


og í endanum á sama lagi staðfestir hann:


»alt skal við í mítt kuffert

um eg flyti heimaftur

eg vendi aftur av virðing

fyri tí sum eg eri«


Tað er júst hetta, sum henda fløgan ger. Við fløguni flytur Teitur heimaftur tónlistarliga, og við sær hevur hann høga tónlistarliga støðið, professionalismuna og tær lívsroyndir og meiningar, sum hann hevur fingið á sínum ferðum kring heimin. Her er alt við, men eisini teir trupulleikar, sum standast av at gera eina fløgu á einum máli, ið hann ikki virkar á dagliga.


Málsliga skerdur

Tekstirnir eru sera týdningarmiklir á fløguni, og nógv áhugaverd evni verða tikin upp. Á onkran hátt tykjast allir sangirnir at vera lítlar viðmerkingar ella hugleiðingar við fylgispæli. Viðmerkingarnar og hugleiðingarnar nerta í fleiri førum við áhugaverd evni, so sum málvøkstur, snævurskygni og menniskjaliga kuldan í stórbýnum. Tíverri eru tekstirnir ikki nøkur stórverk. Málsliga bera teir brá av, at Teitur í nógv ár hevur verið burturi úr Føroyum, og at hann í ein ávísan mun hevur mist nakað av sínum móðurmáli og ikki “móðursmáli”, sum hann kallar tað. Og dømini um býttisligan málburð eru fleiri, eitt nú »...tey vóru ikki blíð móti mær« heldur enn »...tey vóru ikki blíð við meg«, og »...mitt í hesum hurlivasinum« í staðin fyri »...mitt í hesum hurlivasanum«, og »...fara tey til Indien« heldur enn »...fara tey til India«, og »eg arbeiði sum ein hundur«. – Hvussu ein hundur arbeiðir, tað veit eg ikki. Eg átti einaferð ein hund, og hann gjørdi ikki nógv til nyttu. Okkurt av hesum er rættað á fløguhúsanum, men tað sker í oyruni, tá tú hoyrir tað, og átti at verið fangað, áðrenn fløgan varð innspæld.

Í blueskenda lagnum »Hugsað positivt« hoyra vit Teit í leikluti­num sum útisetin, ið fær propp av málvøkstri. Hann gremur seg um nýggju orðini, soleiðis sum nógv fólk, ið eru uttan fyri klettarnar, gera tað. Orð sum »jaligt« og »fílur« fáa sítt. Hetta er ein meining, Teitur hevur loyvi at hava, men tað kann bara staðfestast, at hetta stendur í andsøgn við fløguheitið »Káta Hornið«. Tí júst Káta Hornið er eitt heitið, sum eitt tíðarskeið varð brúkt um Glade Hjørn, og sostatt ein málvøkstur, ið Teitur hevur tikið til sín, men sum síðani er forkastaður aftur av fólkum flest.


Væl frágingið tónlistarliga

Tónleikaliga riggar fløgan væl. Løgini eru fín, uttan at nakað av teimum veruliga fangar við øðrum enn ávísum tekstpettum. Fløgan skal ikki upplivast sum eitt savn av stakfløgum, men meira sum ein heild, og tá riggar hon væl. Hon er væl spæld og sungin. Teitur syngur so sannførandi, at tú trýrt honum, sjálvt tá orðini ikki altíð eru hundrað prosent kul.

Løgini eru væl løgd til rætt­is. Til hetta hevur Teitur fing­ið køna hjálp frá góðum tón­leik­ar­um og sangarum og frá konserva­toriu­útbúna komponistinum Trónda Bogasyni, ið stjórnar gentukóri á trimum løgum.


Ljóðar frálíka væl

Men nakað av tí besta við fløg­uni er ljóðið. Vanligi konsert­ljóðmaðurin hjá Teiti, Jónas Bloch Danielsen, hevur ljóðblandað, og ljóðið er heilt egið. Fløgan er tikin upp í einum summarhúsi í Norðursælandi og ljóðar eisini soleiðis. Jónas er vanur at fáa Teitur at ljóða framúrskarandi væl á konsertum, og hesari fløgu hevur hann eisini megnað at givið eitt sera livandi og autentiskt ljóð. Ljóðmyndin er kryddað við nógvum ymiskum óljóðum, ið tilsamans skapa eina viðkomandi ljóðmynd. Ljóðblandið er eisini frálíkt og ljóðar í støðum sum ein filmur, og tað er perfekt til hesa fløguna. Tí, sum sagt, so er hetta ikki ein vanlig poppfløga, men eitt verk av hugleiðingum og viðmerkingum.

Samanumtikið er fløgan meir enn miðalgóð, og ljóðið bjargar henni eina eyka planet.