eiturkopparnir eru størri, enn eg eri von við. Tá tú keypir inn, fært tú ikki 1 litur av mjólk, men 2. Og tá tú ert á matstovu og etur, kunnu trý fólk bestilla ein rætt, og blíva mett. Men nú eri eg her, [...] at gera. Vit koyrdu ein túr oman í býin, og rendu okkum beint í eina bilkø, ið komst av, at ein stórur kontórbygningur var í ferð við at bliva evakueraður. Tað var eitt sindur skelkandi, og vit sluppu okkum [...] okkum burtur sum skjótast. Hvat orsøkin var, hoyrdu vit ongantíð nakað um. Vit sóu tó serstakliga nógv politi á gøtunum, og fingu eisini at vita, at hernaðarbilar við missilum koyrdu runt í útjaðaranum
alvitandi sum Gud, men eg vænti tó, at tað altíð verður eitt øki, vit menniskju ikki fáa innlit og vitan í, og hetta eru nú einaferð fortreytirnar, vit menniskju liva undir, sigur Pál Weihe hugsunarsamur. Hann [...] granskingarheimin, vit onnur kenna so lítið til. Vitanarsamfelagið vegurin fram Granskarin hevur nú fingið blóð á tonna, og engageraður fer hann undir at lýsa føroyska samfelagið. - Skulu vit tryggja framburð [...] fiskivinnuna, tvørturímóti skulu vit leggja dent á biotøknifrøðiliga gransking fyri framhaldandi at vera ein leiðandi fiskivinnutjóð, men vit hava brúk fyri fjølbroytni, um vit skulu varðveita høga føroyska
trínur hann nú fram sum áhugaverdur og øðrvísi listamaður. Hansara fýra verk eru øll stødd í Klingruni í Norðurlandahúsinum, og har standa tey væl. Verkini eru úr stáli og glasi og trý av teimum eru lýsingar [...] ni heldur tamar. Hesi verk eru ikki vánalig, men tá tú veitst, hvat hesin listamaður megnar, tykjast myndir hansara á Heystframsýningini av handahógvi merktar. Tað besta vit eiga Hini listafólkini gera [...] fyri at liva upp til ætlanina hjá Heystframsýningini um at sýna fram tað besta vit eiga av føroyskari list. Hetta er eitt nú galdandi fyri Zacharias Heinesen, Rannvá Kunoy, Marius Olsen og Bjarna Werner
lógarverkinum. Fyrst og fremst snýr tað seg um nógv viðurskifti, sum vit øll eru samd um, men so er tað eisini ymiskt, sum vit eru ósamd um, og har eg ynski at ávirka lógarverkið í Føroyum. Sjúrður: Ein [...] at teir eru kristnir og hini eru ókristin. Miðflokkurin sigur, at tað eru bara teir, sum verja tey kristnu virðini, og tá misbrúkar flokkurin tann kristna siðaarvin, sum so nógvir føroyingar eru góðir við [...] spentur politikari kann verða komin til at siga nakað líknandi, men tað stendur ongastaðni í stevnuskránni hjá Miðflokkinum, at vit hava patent upp á Gud. Men vit siga, at vit umboða kristna lívs- og men
hava eitt nú holubúgvar teknað og gjørt myndir úr leiðuri, sum ikki farast, tá ið tær eru brendar. - Vit kunnu siga, at tíðin stendur still, tá ið ræður um list, tí elligamlar myndir, sum eru evnaðar fyri [...] vera meira "útspekulerað", sum hann tók til. Hann greiddi frá, at tað eru mong ár, síðan hann byrjaði at yrkja til børn ? ja, tað eru næstan 40 ár síðan, legði hann aftrat. - Tað ger einki, um børnini ikki [...] yrkingum er nógv minni enn áhugin fyri bókmentum annars. Hetta vísa eitt nú hagtøl hjá bókasøvnunum. - Nógv halda, at yrkingar eru keðiligar, torskildar og kanska háfloygdar. Kanska kann skúlin verða við
tollaksmessudag! - Hetta hevur verið ein góð tíð. Fólk eru komin aftur og aftur, og tað má væl vera besta tekin um, at tey hava verið væl klipt, sigur tann nú 70 ára gamli, Eigil Lyngsø. Byrjaði ein mánadag Sjálvur [...] - Vit hava tosað um nógv ymisk viðurskifti. Ofta um veður og vind. Onkutíð eitt sindur um fótbólt, men annars hava vit ofta minst aftur á gamlar dagar. - Fyrr hevði eg áhuga fyri fótbólti, men nú dámar [...] Klippir sum ein ynskir “Traditionen tro” var Djóni aftur og klipti sær hjá Eigili í morgun, nú bert 13 dagar eru til jólar. Kl. 9 hevði hann fingið tíð, og hann møtti stundisliga, eisini til heiður fyri
inum – soleiðis sum vit kenna tað frá eitt nú bussleiðum og Mykinesleiðini. Hetta er eisini væl kent frá øðrum londum. – Á tann hátt kunnu vit tryggja okkum loftleiðir, sum vit halda vera samfelags [...] búskaparfrøðingur og demografur - fólkatalsfrøðingur. – Tað eru serliga tvey atlit, ið kunnu verða sædd sum forðingar, har fløskuhálsar eru í samferðslukervinum. Tann eina er tann tøkniliga forðingin, [...] blívur við at lækka ferðaseðlaprísin. Gjøldini fyri at koyra ígjøgnum okkara undirsjóvartunlar eru longu komin til tað punktið, og eg haldi heldur ikki, at prísurin á flogferðaseðlum longur er so høgur í
mistak, tí øll tey mongu orðaskiftini, ið har eru, kunnu vera bæði kveikjandi og spennandi. Í orðaskiftunum eru meiningarnar hvassar og óskerdar. Har eru ongir redaktørar, sum snerkja at tínum málburði [...] Facebook samanberast við ein almennan fund á Vaglinum. Nógv fólk, sum tú kennir væl ella nøkulunda, eru komin saman við hvør sínari mikrofon. Tú sigur okkurt í tína mikrofon, og tey floyta, sum dáma tað, tú [...] hvør brúkari frábiður sær lýsingar frá fyritøkum. Hesa hugsan hava fólk als ikki um eitt nú bløðini. Men bløðini eru heldur ikki sosial sambond millum vanlig fólk. Fólk halda eftir øllum at døma, at har sambandið
longur virki, vit arbeiða fyri og tað er ikki longur kirkjan, grannalagið og heldur ikki familjubondini, sum siga hvørji vit eru. Vit definerað í staðin sjálvi okkara samleika. Tey kreativu eru sjálvstøðugt [...] í tíðini. Hesar broytingar eru ikki altíð lættar at fáa eyga á, tí tær henda spakuliga, men tær eru við at koma fram nú sum ein støðugt sjónligari kreativ stætt. Sjálvandi eru grá øki millum kreativu stættina [...] Hetta eru orð, sum stuðla upp undir hugsanirnar hjá Richard Florida um kreativu stættina. Kjarnin í hesi stætt eru fólk, sum ofta passa illa inn í smá siðbundin samfeløg, har høvuðsvirðini eru familja
landsdyst. –Tað hevur so stóran týdning, at vit vinna á Íslandi. Vinna vit ein landsdyst á Íslandi, so er tað eitt gott tekin um, at nú eru vit komin víðari. Vit eru við Høgni var valdur í stjórnina hjá Fó [...] borðflaggið á borðið. Vit eru partur av øllum hesum. Eru við har avgerðirnar verða tiknar, og hava talurætt og atkvøðurætt. Michel Platini hevði væl ikki vitjað Føroyar, uttan so, at vit høvdu eina atkvøðu [...] má spretta úr øllum føroyska fótbóltsheiminum, t.v.s. úr Fótbóltssambandinum og úr øllum feløgunum. Vit verða noydd at vinna fram á leið saman. Høgni í Stórustovu er gamal liðleikari, og tað tykist blaðmanninum