Fyri einum góðum ári síðan boygdi eg meg og bað ein vinmann hjálpa mær at sleppa á Facebook. Áh, tað er so lætt, segði hann og flenti at míni tøkniligu trilvan. Fimm minuttir seinni var eg endaður millum tey 400 milliónir fólkini, sum hava eina Facebook-síðu.
Eg vildi vita, hvat vinmaðurin brúkti Facebook til. Tað visti hann ikki rættiliga. Honum dámdi at hitta fólk, kjatta eitt sindur og kanska sneyta eftir øðrum. Nei, kanska ikki sneyta, segði hann, men tað var umráðandi at vera við.
Tað var eg eisini farin at halda. Øll tosaðu um Facebook, og av einum ávísum ótta fyri at enda í einum tómrúmi, har onki fekst at vita um lívsins gongd, slepti eg øllum fyrivarnum og tveitti meg út í alskyns vinarumbønir, orðaskifti og sneytaravirksemi.
Lívlig orðaskifti
Merkiligt er, sum summi fyribrigdi kunnu gerast mótaorð í síni tíð. Í politikki varð einaferð tosað upp í saman um virðisøking. Seinni skuldi alt vera burðardygt, og í seinastuni hevur politiska loysunarorðið verið reformar. Í sambandi við tøkni er mótaorðið í dag at netverka.
Ert tú ikki við í sosialu tøknini, ert tú nærum ikki til, tí tað er sera gamaldags bara at ganga á gøtuni og hitta fólk. Tú mást skriva út í tøkniliga alrúmið, hvat tú hugsar og gert. Dámar tær fíggjarkarmarnar? Hugnar tú tær við einum kaffimunni? Hvat upplivdi tú í gjár? Sig tað á Facebook!
Á ein hátt kann gerandislívið á Facebook samanberast við ein almennan fund á Vaglinum. Nógv fólk, sum tú kennir væl ella nøkulunda, eru komin saman við hvør sínari mikrofon. Tú sigur okkurt í tína mikrofon, og tey floyta, sum dáma tað, tú sigur. Onkur svarar kanska aftur, og so verður orðaskifti. Onnur tiga bara.
Orðaskiftini kunnu snúgva seg um alt millum stjørnurnar og havbotnin. Vilt tú skifta orð um átrúnað, politikk, mál, javnstøðu ella tónleik, finnur tú lættliga tínar kjakfelagar á Facebook. Og vilt tú sussa um okkurt stuttligt ella hugnaligt, ja, so kanst tú eisini tað.
Viðhvørt fært tú á Facebook eina kenslu av, at verðin er full av fjasi og fjanti. Tú fært at vita, nær fólk fara í brúsi, og nær tey drekka kaffi. Hugnaligt kann tað vera, men av og á spyrt tú teg sjálvan, hvat tramin vanligt gerandislív hjá øðrum rakar teg.
Fólkið fær vald
Men hetta er Facebook, og fellur tú fyri freistingini bara at kalla Facebook fjas og fjant, gert tú eitt mistak, tí øll tey mongu orðaskiftini, ið har eru, kunnu vera bæði kveikjandi og spennandi.
Í orðaskiftunum eru meiningarnar hvassar og óskerdar. Har eru ongir redaktørar, sum snerkja at tínum málburði, og ongir yvirdómarar, sum nokta tær at hava eina sjálvstøðuga meining. Orðið er frítt, og dómarar eru tínir kjakfelagar.
Montesquieu býtti undan fronsku kollveltingini samfelagsskipanina upp í lóggevandi, útinnandi og dømandi vald. Síðan Montesquieu hava mong so rópt fjølmiðlarnar tað fjórða statsvaldið.
Spurningurin er, um Facebook og aðrir tílíkir netmiðlar eru vorðnir tað fimta statsvaldið, ið er lukkuliga frígjørt frá traditionellum myndugleikum og meiningsskaparum, tí á Facebook talar, dømir og krevur fólkið við ótamdari rødd.
Hvussu ofta hvønn dag hugsa politikarar um Facebook? Hví eru stjórar á Facebook? Hvat gera øll fjølmiðlafólkini har? Ongin teirra kann avnokta Facebook og tær túsundtals meiningarnar um alskyns mál, sum har koma til sjóndar. Tey vilja vita, hvat fólkið meinar.
Longu nú ávirkar Facebook eisini traditionellu meiningsskapararnar. Tíðindasøgur í fjølmiðlunum kunnu snúgva seg um, at ein Facebook-bólkur er stovnaður ímóti t.d. hálkubreyt í Saksunardali, og at heili 3.000 fólk eru við í bólkinum. Hvat halda landsstýrisfólk og tingfólk um tað, spyrja miðlarnir.
Hetta er fimta statsvaldið, sum sleppur framat hjá fjórða statsvaldinum, ið so aftur spyr útinnandi og lóggevandi valdið, hvat tey ætla at svara fólkinum. Frælsa orðið setir dagsskránna.
Handilslívið útihýst
Á Facebook flokkast altso bæði politikarar, stjórar, fjølmiðlar og annars øll, sum vilja vita, hvat almenningurin hugsar. Og hvør annar plagar at vilja tekkjast almenninginum mest møguligt? Handilslívið, sjálvandi. Tað ger handilslívið eisini á Facebook.
Men onki serligt gongst við tí. Fyritøkur fáa sær Facebook-síður, senda fólki vinarumbønir og royna á tann hátt at gera seg spennandi, men kanningar vísa, at fólkið kennir seg órógvað av handilsliga áganginum á Facebook.
Ein donsk kanning, sum internetfyritøkan Dwarf hevur gjørt um júst hendan spurningin, vísir, at 43 prosent av øllum donskum Facebook-brúkarum halda, at vinnulívið hevur als onki at gera á Facebook, og annar hvør brúkari frábiður sær lýsingar frá fyritøkum.
Hesa hugsan hava fólk als ikki um eitt nú bløðini. Men bløðini eru heldur ikki sosial sambond millum vanlig fólk. Fólk halda eftir øllum at døma, at har sambandið teirra millum er óskert og beinleiðis sum á Facebook, skal ongin koma imillum og órógva sambandið.
Viðhvørt eydnast tó handilslívinum at tekkjast Facebook-brúkarunum. Sonhard Mariuhønan, sum Jákup Veyhe spælir, er ein reklama fyri Effo. Sonhard er á Facebook og hevur har túsundtals vinir. Fólk samskifta eisini nógv við Sonhard, tí tey halda hann vera stuttligan.
Fjølmiðlar ávirkaðir
Spurningurin er so, hvussu broytta atferðin hjá okkum fer at ávirka vitanarstøðið í samfelagnum. Nýggja tøknin gevur okkum so nógva vitan um so nógv ymisk viðurskifti, at vit rúma verri enn so allari vitanini.
Men hava vit fyri neyðini at vita alt? Og hvat er dygdargóð vitan og virðisleys vitan? Dygdargóð vitan er eftirkannað vitan, sum skúlar undirvísa sínum næmingum í. Tað kann eisini vera viðgjørt tilfar, sum fjølmiðlarnir borðreiða við. Virðisleys vitan er, at onkur, tú kennir, fer í brúsu, ella ilskast um veðrið.
Broytta atferðin kann fara at bróta niður múrin millum dygdargóða vitan og virðisleysa vitan. Alt rennur saman í eitt, og tað, sum fyrr var fakliga objektivt, verður kanska blandað saman við ófakligum subjektiviteti hjá einstaklingum, tí subjektiviteturin hevur fingið so stóra rúmd.
Ein annað rák síggja vit eisini orsakað av Facebook. Traditionellu fjølmiðlarnir apa sær viðhvørt eftir samskiftisháttinum har. Útvarpssendingar, sum fyrr vóru kjaksendingar um stórmál, har eftirkannað vitan varð løgd fram, eru nú prátisendingar við subjektivum meiningum hjá vanligum borgarum um alskyns mál.
Í nógvum øðrum sendingum er bulurin í innihaldinum eisini beinleiðis samband við lurtarar umvegis t.d. sms-boð um tað, teir hugsa beint í løtuni. Lurtararnir viðmerkja, hvat teir halda um hvørt smáting ella stórmál, og tú spyrt, um hetta er dygdargóð vitan ella virðisleys vitan, ið skal skapa hugna beint nú heldur enn varandi upplýsing.
Men soleiðis er, tá gamlir valdsdeplar skakast, og fólkið fær talufrælsi fyri fullum og óskerdum útblástri.