Privatiserið Atlantsflog og bjóðið flog­leiðirnar út

Einskiljingin av Atlantic Airways eigur at gerast liðug beinanvegin. Síðani skal tað almenna noyða kapping inn í flogferðsluna við at bjóða flogtænastur og flogleiðir út. Atlantic Airways átti eisini at roynt at fylt flogførini við at selt tóm setur bíliga í seinastu løtu. Tað heldur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og demografur

Ingolf S. Olsen
----

Prísurin er kanska í hægra lagi, men hann er ikki so høgur, at hann er nøk­ur avgerandi forðing fyri før­oy­ingar at fara av landinum av og á.
Tað heldur Magni Laksá­foss, búskapar­frøð­ingur og demo­grafur - fólka­tals­frøð­ingur.
– Tað eru serliga tvey atlit, ið kunnu verða sædd sum forðingar, har fløskuhálsar eru í samferðslukervinum. Tann eina er tann tøkniliga forðingin, altso á hvønn hátt og hvussu lætt tú sleppur ígjøgnum fløskuhálsin. Í hes­um førinum er tað so við flogfari.
– Hin forðingin er prísurin. Men hann virkar bara sum ein forðing til eitt vist. Tá tað punktið er rokkið, fært tú ikki longur økt ferðafólkatalið munandi, sjálvt um tú blív­ur við at lækka ferða­seðla­prísin. Gjøldini fyri at koyra ígjøgnum okkara undir­sjóvartunlar eru longu komin til tað punktið, og eg haldi heldur ikki, at prísurin á flogferðaseðlum longur er so høgur í mun til inntøkurnar hjá fólki, at hann er nøkur reell forðing.
– Gamaní grenja fólk um prísin, tað gera vit altíð um allar prísir, men hann er ikki so høgur, at hann heldur serliga nógvum frá at flúgva, tá tað kemur til stykkis. Hann er í øllum førum ikki so høgur, at hann í sær sjálvum hevur nakra beinleiðis negativa demografiska ávirkan, sigur Magni Laksáfoss.

Bílig útsøla
Men hann heldur samstundis, at Atlantic Airways væl kundi gingið teimum á møti, ið krevja lægri prísir, og samstundis hjálpt sær sjálvum við at fylt flogførini, tá setur annars høvdu staðið tóm.
– Tað er helst so, at trygga grundarlagið undir rakstri­num eru ferðandi umboð fyri fyritøkur og tað almenna. Tað ger onki, um tey rinda ein hampuligan prís fyri ferða­seðilin. Men eg havi ongantíð skilt, hví Atlantic Airways ikki ger, sum eg síggi nógv útlendsk flogfeløg gera, nevniliga hava útsølu av yvirkapasitetinum og selja tóm setur í seinastu løtu fyri nógv bíligari prís.
– Tá verða tað tey, sum hava best ráð ella ikki gjalda sjálvi, ið rinda mest fyri ferðaseðlarnar, og tey, sum annars setast aftur, tí tey halda tað vera ov dýrt at flúgva, høvdu kanska fari at ferðast meira. Samstundis høvdu flogførini oftari verði fullsett, og tað hevur stóran týdning fyri eitthvørt flog­felag, sigur Magni Laksá­foss.

Privatisering er best
Ein privatisering av flog­felag­num og kapping á loft­leiðunum um ferðafólkini høvdu givið okkum eina opti­mala flogferðslu heldur hann.
– Eg skilji tað ikki, tá summi siga, at eitt alment monopol er betri enn eitt privat. Tað er nakað tvætl. Monopol er altíð ringt, men royndir vísa, at almenn monopol eru dýrari í rakstri enn privat. Tey megna ikki at optimera raksturin, sigur Magni Laksáfoss.
Hann heldur generelt, at almennur eigaraskapur í tænastufyritøkum sjáldan riggar væl, sama um talan er um monopol ella ikki.
Eitt alment monopol hevur altíð sum høvuðsáhugamál at taka sosial ella onnur sam­felagslig atlit, sum kosta pengar, ella í øllum førum ikki tryggja størst møguligan vinning, meðan eitt privat monopol hevur áhuga í at fáa avlop, sum eru so mikið stór, at tey eisini geva avkast til eigararnar. Áhugamálini á báðum síðum tapa, tá eitt felag so er bæði ella hvørki – altso hálvt alment og hálvt privat, júst sum støðan er við Atlantic Airways.
– Tí haldi eg tað hava stóran týdning, at man heilt skjótt velur, antin at privati­sera liðugt, ella at tað almenna keypir alt aftur. Og har helli eg meira til ta fyrru loysnina, sigur Magni Laksáfoss.

Tryggja kapping
Hann leggur dent á, at tað almenna skal tryggja kapp­ing á flogrutunum.
– Besta amboðið at tryggja lágar prísir á flogrutunum er at tryggja kapping, og tí eigur tað at vera eitt aðalmál hjá tí almenna at uppføra seg á ein hátt, har kappingin verður herd.
Tænastur sum sjúkra­flutn­ingur millum lond og tyrlu­tænastan eiga at bjóðast út við jøvnum millumbilum, soleiðis at nýggir aktørar kunnu tryggja sær eitt markn­aðargrundarlag. Á henda hátt kann tað al­menna vera við til at skunda undir kappingina og hjálpa nýggj­um aktørum inn á marknaðin.
– Um tað almenna skal tryggja kapping kann tað ikki samstundis vera eigari av Atlantic Airways, og tí eigur tað at blíva liðugt privatiserað, sigur Magni Laksáfoss.
Hann óttast ikki, at vit, tá Atlantic Airways er fult út privatiserað, kunnu enda í eini støðu, har dan­markar­leiðin bara verður slept – og allar hinar fyri tann skyld – tí tað fer at løna seg betri at brúka orku upp á aðrar leiðir úti í heimi og leiguflúgving.
– Tað vil altíð vera okkurt flogfelag, ið fer at vilja røkja danmarkarflúgvingina og duga at fáa hana at geva av­lop og avkast, sigur hann.

Útboð av loftleiðum
Í dag er tað Atlantic Airways sjálvt, ið ger av, hvørjar flog­leiðir, tað vil røkja, men hann heldur, at tað almenna kann átaka sær veitingarskyldu á ávísum leiðum og bjóða tær út í fríari kapping móti, at tað almenna rindar part av grundrakstrinum – so­leiðis sum vit kenna tað frá eitt nú bussleiðum og Myki­nesleiðini. Hetta er eisini væl kent frá øðrum londum.
– Á tann hátt kunnu vit tryggja okkum loftleiðir, sum vit halda vera sam­felags­gagnligar, men sum tað ikki er so góð økonomi í at reka á einum reint kommersiellum grundarlagi.
Hinvegin heldur hann ikki, at tað er nøkur orsøk hjá tí almenna at bjóða dan­markar­leiðirnar út.
– Danmarkarleiðirnar og serliga tann til Kastrup eru tær týdningarmestu loft­leið­irnar vit hava, men har er ferðafólkagrundarlagið so mikið gott, at tær eiga at kunna virka væl undir van­ligum marknaðartreytum við fríari kapping uttan stuðul av nøkrum slagi, sigur hann.