Bergur Hansen
Seinni partur
??????????????
Í hesari seinnu grein um kreativu samfelagsstættina verður bókin hjá Richard Florida The Rise of the Creative Class nærri lýst. Bókin hevur elvt til altjóða kjak um grundirnar til og avleiðingarnar av búskaparligum vøkstri. Týðiligari enn nakar undan honum hevur Florida umringt og greinað eina nýggja mektiga stætt, sum hevur tikið seg upp seinastu áratíggini uttan at vit rættiliga hava varnast tað. Hetta er kreativa stættin, sum er ein frígjørd stætt, ið sum sítt fyrstakrav hevur opinleika, tolsemi og fjølbroytni
Nú bílig arbeiðskraft er tøk allastaðni uttan fyri ríka Vesturevropa og grønlendskar rækjur í framtíðini kanska fara at vera skildar í Marokko, so er neyðugari enn nakrantíð at skrúva upp fyri kreativitetinum í teimum ríku londunum. Kreativitetur er vorðin ein rávøra og kann búskaparliga sæð verða mett sum framleiðsla. Kreativitetur í tí mátistokkinum sum her er talan um krevur, at einstaklingurin hevur umstøður til at spíla seg út í. Sum nevnt í undanfarnu grein er ein heil stætt av kreativum fólki vaksin fram, og hon er nú størsta arbeiðsmegin í USA. Hetta er eitt talandi dømi um, at individualisman av álvara hevur sligið ígjøgnum eftir kalda kríggið og aftaná, at Berlinmúrurin fall.
Hvar byrjar kreativiteturin? Hann byrjar í barndóminum vil eg halda, har børn í dag meira enn nakrantíð ? og uppímillum ov nógv ? verða stimulerað frá morgni til myrkurs við einari søgu, einum spæli saman við systkjum, vinum ella foreldrum og eru meiri ella minni interaktivt upptikin frammanvert skíggjarnar báðar ? teldu og sjónvarp. Familjuterapeuturin John Aasted Halse tosar um tað nýggja barnið, sum er eyðkent av stórum sjálvs-áliti, opinleika og sum virkar væl sosialt.
Hetta hevur sett síni spor í uppvaksandi ættarlið tey seinnu árini. Tey ungu eru tilvitað um seg sjálvi sum virði. Øll sum hava verið noydd at klára seg sjálvi, t.d. innflytarar, hava verið noydd til at líta á egnan mátt og megi, og sum sín kapital hava tey havt sína arbeiðskraft. Tað sum hendir í dag, er sambært Richard Florida, at tilvitanin um sítt egna virði er vorðin ein tilvitan um sítt egna kreativa virði. Arbeiðskraft er vorðin til kreativa arbeiðskraft.
Stóra framgongdin hjá kreativu stættinu vísir, at boð eru eftir fólki, sum hava seg sjálvan sum kreativt virði. Hetta er ein vælútbúgvin stætt, og ein og hvør sum hevur gingið í skúla veit hvussu sjálvskenslan verður ald fram av hesum. Týski filmsleikstjórin Edgar Reitz sigur í samband við sínar kendu sjónvarpsrøðir Heimat og Die Zweite Heimat, at skúlagongd hevur við sær, at sjálvsvirðingin hækkar, ein uppdagar inni í sær sjálvum eina fyllu av andskreftum, sum ein kann taka við sær sum eitt serligt virði. Hetta eru ferðapengar til lívið, sum Reitz sigur. Annar partur av hesi røð snýr seg um tey sum flyta frá bygd til bý og um tær kreftir sum búgva aftanfyri. Edgar Reitz sigur um tey sum flyta:
Tað var tó ikki bara neyð, sum rak fólk úr bygdunum. Tað var eisini graml um ríkidømi og gott arbeiði, graml um fólk, sum vóru farin avstað uttan at hava eitt oyra í lummanum og sum nú vóru vorðin rík og vird. ... Eg vil vága mær at seta fram, at fólk, sum fara heimanífrá, longu áðrenn tey fara út í verðina hava eina kenslu av sjálvsvirðing í sær, sum ger tey før fyri at taka hetta stig. Gávurnar at fara út í verðina hevur ein longu fingið har heima.
Hetta eru orð, sum stuðla upp undir hugsanirnar hjá Richard Florida um kreativu stættina. Kjarnin í hesi stætt eru fólk, sum ofta passa illa inn í smá siðbundin samfeløg, har høvuðsvirðini eru familja og religión. Kreativa stættin umboðar tað nonkonforma, tað ótillagaða og margfelda.
Kreativa stættin er urban og hon umboðar ein brølandi modernitet ikki skilt sum dýrið í Jóhannesar Opinbering, men sum ein higartil næstan ósæddur dynamikkur. Hetta eru fólk, sum eru óhátíðariliga ílatin, men sum hava makt. Hetta eru fólk sum koma og fara á arbeiðsplássunum sum tað passar teimum, uttan at arbeiðsgevarin setur klørnar í nakkan á teimum. Hetta eru fólk sum at vísa seg ongantíð arbeiða, tá tey "eiga" at arbeiða og sum tó altíð eru til arbeiðis. Markið millum arbeiði og frítíð, sum var serliga sjónskt í ídnaðarsamfelagnum, er burtur, tá hugsað verður um hesa stætt. At arbeiða er at slappa av og at slappa av er at arbeiða. Hetta eru ung fólk við piersaðum kroppi og tatoveringum, men sum hava vind í seglini (hygg eftir skøvningunum á høgra beini á danska krúnprinsinum og hygg eftir topmodellunum ? tey eru tatoveraði eru tey). Eins væl og hetta eru fólk uttan tatoveringar, sum hóast konforma útsjónd seta nonkonformitet sum individualitet og sjálvrealisering hægri enn konformar reglur í feløgum. Hetta eru fólk, sum ikki skilja rasistiskar etniskar krønikir og viðmerkingar, tí tey eru von við multiracial arbeiðspláss. Hetta eru fólk, sum ikki fyrst og fremst arbeiða í rangskipanum og sum tískil sleppa undan at hugsa so nógv um, hvussu tey skulu bera seg at. Hetta eru homoseksuell osfr. osfr. Men fyrst og fremst er kreativa stættin ein arbeiðskraft, sum umfatar alt slag av fólki ? ja, hon umboðar normalitetin rætt og slætt.
Soleiðis er kapitalisman!
Kapitalisman hevur nógvar skuggasíður, men hon kann eisini fatast sum eitt amboð, sum er torført og spennandi at brúka, og sum er munadygt, um rætt verður borið at. Er tað so, at kapitalisman hevur víst seg at vera so mikið dynamisk, at politikarar sum Jørgen Niclasen (sí fyrru grein) hevur ilt við at fylgja við, tá um ræður at brúka teir møguleikar, ið reka framvið á nýmótans kapitalistiska hermótinum? Okkurt er sum bendir á, at gomlu samstarvsfelagarnir kapitalisman og protestantisman eru um at missa stevið. Protestantisku smásáralótirnar, sum komu fram í løgtinginum í samband sjónleikin Ginusøgur er lítil dugur í, tá talan er um at byggja landið inn í framtíðina.
Kapitalisman hevur víst seg at vera meiri dynamisk og broytilig enn flest øll høvdu væntað. Hon hevur verið før fyri at fáa fatur á samfelagsbólkum, sum higartil hava livað í útryðjuni av samfelagnum ella bara hava verið illa tillagaðir (les: nonkonformir) individualistar og excentrikarar, sum ikki longur eru ein mótmentan í mótvindi, men fólk sum fáa vind í seglini. Kreativi einstaklingurin verður ikki longur mettur sum ein ikonoklastur, t.e. ein sum smildrar halgimyndir; í fluttari merking: ein sum ger harðliga upp við hevdvunna hugsan. Hann er harafturímóti, sigur Florida, tað nýggja mainstream, sum slóðar vegir inn í nýggjar heimar. Av tí at menniskjur og serliga kreativ menniskjur eru størsta tilfeingi í nýggju tíðarøldini, er góður gróðrarbotnur fyri vaksandi tolsemi.
Eftir at alnótin hevur vunnið fram, og nú man vera í flestu húsum í Føroyum sum aðrastaðni í Europa, so hevur ofta verið tikið til, at landafrøðin er deyð. Vit hava vunnið á landafrøðiliga fráleikanum við nýggju tøknini og hennara kropsóheftu supermakt, har kroppurin situr eftir, meðan boðini, vit senda fara sum snarljós um allan knøttin. Men onki er meira fjart frá veruleikanum. Tað kann væl vera, at ein kann lesa audiologopædi í Svínoy stuðlaður av alnótini millum annað, men landafrøðin livir enn sum áður. Tað er í henni, at samfeløgini við bygdum og býum eru fest og vera verandi, og tað er út frá staðnum, at vit enn sum áður mugu gera vart við okkum. Skal eitt samfelag klára seg væl má tað ? millum annað ? syrgja fyri at draga gávurík og kreativ fólk (útlendingar sum ?innlendingar?) til sín fyri alla tíðina at kunna modernisera vinnuna.
Í dag eru innflytarar fyri modernaða samfelagið, tað sum kol og málmur vóru fyri stálframleiðsluna í ídnaðarsamfelagnum. Virkini flyta ikki bert hagar bílig arbeiðskraft er tøk, men eisini hagar tann vælútbúna og kreativa arbeiðskraftin er. Tey kreativu flykkjast í sínum lagi ikki bara, har arbeiðini eru, men har sum miðdeplar fyri kreativiteti eru. Tey vilja búgva á spennandi støðum, eru ikki bangin fyri at flyta og búgva sjáldan sama stað alt lívið. Síðani klassiska Athen og Róm upp til Firenze í renessancuni og tað elisabethanska London og longur upp í tíðina til Greenwich Village í New York og annars alt New York øki sum tað er, San Francisco Bay Area, Boston, Washington, D.C., Seattle, Austin og á sonevnda vinstra áarbakka í Paris hevur kreativitetur altíð verið drigin at ávísum støðum.
Eisini minni býir sum Boulder, Colorado, Santa Fe, New Mexico og upp aftur minni pláss sum Gainesville í Florida, Provo í Utah og Huntsville í Alabama kunnu eisini reypa sær av einari rættiliga stórari umboðan av kreativu stættini. So hví ikki Føroyar, kundi ein spurt? Øll hesi støð bjóða opinleika mótvegis nógvum ymsum sløgum av fólki. Samanlagt er ikki bert talan um sjálvt arbeiði, men um ein heilan samleikapakka, har tey kreativu kenna seg heima. Tey kreativu fara í ein langan boga uttan um bæði arbeiðarabýirnar og konservativu sunbelt-býirnar og romantisku old-style-communities í USA, sum bera dám av einari gamalsligari organisatiónsmentan og einum siðbundnum felagsskapslívi. Pláss við framgongd eru Succesrík støð eru fleirdimensjonal.
Tøkni, kreativitetur og lívsstílur hanga neyvt saman. Florida ger í hesum sambandi upp við hugsanina um, at tað eru uppfinnilsi innan tøknina og aðrastaðni, sum at siga venda aftur og endurskapa okkum. Kreativa stættin er íkomin av djúptøknum og kreativum broytingum í sosiala lívinum og í arbeiðnum. Tøknin virkar individualiserandi, tí hon gevur hinum einstaka makt til at seta seg sjálvstøðugt í samband við verðina. Men mótsett flestum øðrum granskarum hyggur Florida ikki fyrst og fremst at tí tøkniliga, men at teimum sosialu rembingunum og mentanarligu broytingunum í tíðini. Hesar broytingar eru ikki altíð lættar at fáa eyga á, tí tær henda spakuliga, men tær eru við at koma fram nú sum ein støðugt sjónligari kreativ stætt.
Sjálvandi eru grá øki millum kreativu stættina og aðrar stættir sum t.d. servicesektorin. Sonevnt praktiskt ella handaligt arbeiði av øllum slag hevur altíð verið fult av kreativiteti. Kreativa stættin hevur sostatt ikki einarætt upp á kreativitet. Hugtakið sum hugtak er heldur ikki komin úr bláari luft, men hevur verið frammi áður í minni neyvum lýsingum. Hugtakið ?kreativa stættin?, sum Florida ger seg til talsmann fyri, skal skiljast sum ein neyvari lýsing av longu kendum hugtøkum sum ?knowledge workers? og symbolanalytikarar.
Ein fjølbroytt slekt
Kjarnin í kreativu stættini, sigur Richard Florida eru vísindafólk, verkfrøðingar av øllum slag, byggifrøðingar, sniðgevar, fólk innan skúlaverkið, listafólk og allur undirhaldsídnaðurin, hvørs búskaparliga uppgáva er at skapa nýggj hugskot, nýggja tøkni og nýtt kreativt innihald. Kring um hesa kjarnu eru eisini aðrir bólkar, sum hoyra til kreativu stættina: løgfrøðingar, fólk sum arbeiða við fíggjarviðurskiftum, fólk innan heilsuverkið og onnur nærskyld øki. Fólk í hesi stætt hava vanliga høgar útbúgvingar, arbeiða sjálvstøðugt og fleksibult, og tey hava øll ein kreativan ethos til felags. Hesin ethos vil siga, at tey virðismeta kreativitet, individualtitet, munir og fyrimunir. Fyri øll hesi er kreativitetur innan tøkni, búskap og mentan bundin saman og ósundurskiljandi. Nógv vilja hveppast við at býta sundur á henda hátt.
Kommunitarisman og skapandi stættin
Nógv sum hava verið frammi í kjakinum um lívsstíl og búskaparlig viðurskifti tey seinnu árini hava mælt til at endurlívga gomlu traditiónirnar við nærleika og nærumhvørvi. Hetta er eitt sjónarmið, sum gongur undir heitinum kommunitarisma, sum bleiv alment kent, tá Hillary Clinton, kona fyrrverandi forsetan í USA Bill Clinton, helt eina røðu undir heitinum It takes a village. Hillary Clinton mælti í hesari røðu til at endurskapa teir upploystu felagsskapirnar. Heitið á røðuni sipar til, at tað krevur meira enn eina familju at uppala børn, tað tekur eina heila bygd ella bý við lærarum, prestum, politistum og øðrum sum moralskar fyrimyndir. Richard Florida heldur hetta vera fruktaleyst, tí hesar hugsanir vanvirða dagsins búskaparveruleika, sum hann tekur til. Vit skulu tískil finna eina nýggja sosiala samanhangskraft, sum hóskar saman við kreativu tíðarøldini, uttan at mentanararvurin skal vanrøkjast og uttan at demokratiið sum grundmentan skal líða undir nýggju rembingunum.
Nýggja mobila tíðin hevur fingið nógv at halda, at viknaðu sosialu bondini í siðbundna felagsskapinum, sum eru natúrlig avleiðing av mobilitetinum og kreativitetinum, eru við at upploysa samfelagið. Familja, vinir og arbeiðspláss eru ikki tað tey hava verið. Viknað familjubondini økja á hin bógvin um talid av persónligum bondum. Richard Florida endurgevur ein stjóra á einari ídnaðarfyritøku fyri at siga, at: "Pápi mín vaks upp í einum lítlum býi og arbeiddi sama stað alt lívið. Hann kendi tey somu fjúrtan fólkini gjøgnum alt sítt lív. Sjálvur møti eg meiri enn fjúrtan nýggjum fólkum hvønn dag". Har fólk fyrr funnu seg sjálvi og høvdu nøkulunda somu sjálvsfatan alt lívið og vóru í sama bólki alt lívið, har er tilveran hjá tí kreativu stættini heldur friðleys og stríðsfús. Henda stætt er áhaldandi noydd at skapa og endurskapa seg sjálva.
Í hesum nýggja heimi er tað ikki longur virki, vit arbeiða fyri og tað er ikki longur kirkjan, grannalagið og heldur ikki familjubondini, sum siga hvørji vit eru. Vit definerað í staðin sjálvi okkara samleika. Tey kreativu eru sjálvstøðugt vinnurekandi sum eins og yrkjarar, sniðgevar, tónleikarar og granskarar fara frá einum verki og verkevni til eitt annað.
Kreativa rákið innan lívsstíl og búskap eru vorðin ákærd fyri at oyðileggja grannaløg og samfeløg og at upploysa bond millum menniskjur og felagsskapslív yvirhøvur. Vit missa kensluna av at vera borgarar og tann sosiala kapitalin sum liggur í traditionellu bondunum sum familjan er høvuðsumboð fyri. Semja er um, at arbeiði, lívsstílur og samfelag eru fyri róttøknum broytingum, men ósemja er um hvussu (stór)býarligt ella siðbundið eitt samfelag skal vera.
Protestantiski arbeiðsmoralurin og kreativi ethos
Kreativa stættin er at rokna sum eitt nýtt mynstur í arbeiði og frítíð. Í ídnaðarsamfelagnum hevur tað fyrst og fremst verið protestantiski etikkurin, sum hevur verið niðriundir í fatanini av arbeiði og familju. Við protestantismuni sum grundgevingarmyndugleika var arbeiði, sparsemi og munadygd drívkraftin serliga í byrjanini av kapitalismuni, t.e. í 1800-talinum. Men nú hevur eitt nýtt lívs-, tanka- og vinnumynstur tikið seg upp, sum sambært Florida stuðlar seg til ein kreativan ethos, sum snýr seg um at virðismeta kreativitet.
Arbeiðsmegin er í stóran mun vorðin globaliserað, og hesin nýggi búskaparligi veruleikin hevur skapt rúm fyri kreativu arbeiðsmegini. Tey flestu sum liva av sínum kreativiteti royna dyrka kreativitetin við at søkja sínar javningar í blómandi umhvørvum ? á sama hátt sum ein jarnsmiður tók sær av at smíða, har nakað var at fáa, og bóndin, sum tók sær av neytunum, ið pløgdu jørðina.
11. september og skapandi stættin
Alt er ikki rósureytt við skapandi stættini. Richard Florida viðgongur at áðrenn 11. september var kreativa stættin alt ov sjálvupptikin og rúsað av teimum møguleikum, sum vóru allastaðni. Hann kallar henda lagnudag í nýggjari amerikanskari søgu eitt wake-up call, ein áminning sum vísti, hvussu viðbrekin tann kreativi búskapurin er. Tað ber ikki til at liva avbyrgdur í sínari egnu verð og bara søkja eftir trongum málum sum tað er at dyrka sín kreativitet og ikki brýggja seg um tað, sum hendir í samfelagnum.
Meðan tvíburatornini rapaðu á Manhattan var Richard Florida í holt við at skriva sína bók um kreativu stættina. Hann undraðist á, at henda stætt als ikki hugsaði um seg sjálva sum stætt ? sum ein samanhangandi bólkur av fólki við somu eyðkennum og felags áhugamálum. Her hava vit, sigur hann, ta ráðandi stættina í USA, hvørs limir hava sett seg á maktina innan fjølmiðlar, ídnað og politisku stýringina, og hon er eftir øllum at døma púra ótilvitað um, at hon sjálv er til og soleiðis ikki før fyri tilvitað at ávirka gongdina í samfelagnum. Fyri Florida er hetta tekin um eina vantandi samfelagskenslu, sum var og kanska enn er, í hesi stætt.
Tíðin er komin, sigur Florida, at kreativa stættin verður vaksin og tekur ábyrgd. Men fyri at hetta kann henda er neyðugt, at hon skilir hvør hon er, at hon fær ein samleika og allýsir sín leiklut. Kreativa stættin hevur sett seg á valdsdeplarnar innan fjølmiðlar, ídnað og politiskar stýrisskipanir og er ivaleysa stór til at hava ein týðandi leiklut í tí endurskapan av heiminum, sum fer fram í dag.
Demokratiska bukettin
Kreativ umhvørvi og støð eru í hesum tíðum við at menna seg til kreativ samfeløg og mentanir við einum nýggjum búskaparligum infrastrukturi. Miðvísar íløgur í gransking og menning av hátøkniligum start-up-virkjum skulu til, men eisini tolsemi og opinleiki. Eitt ynski kundi verið, at føroyskir politikarar orðaðu ? eins og innflytaralandið yvir øllum, USA, hevur gjørt ? ein miðvísan innflytarapolitikk og verið sostatt verið proaktivir á økinum, sum tað verður rópt í dag.
Kanska demokratiska bukettin í cohenskan forstand eisini er á veg til Føroyar. Oyggjarnar minna ikki einans um móðurmerkið á pannuni á fyrrverandi leiðaranum í Sovjet, Michail Gorbatjev, men í roynd og veru eisini um eina bukett hildin í ein útnyrðing.
Keldur
Richard Florida: The Rise of the Creative Class. And how it?s transforming work, leisure, community and everyday life. New York 2002.
Lindhardt, Jan og Anders Uhrskov. Fra Adam til Robot. Arbejdet ? historisk og kulturelt. Gyldendal 1997.
Reitz, Edgar: Hjemstavn. Dagbl. Information 13.-14 november 1993.