Yrkingar og list
Tætt samstarv er millum barnaskúlan á Oyri og barnaskúlan í Tjørnuvík, og Jóan Magnus Joensen, sum er lærari í Tjørnuvík, hevur lagt næmingunum lag á at tekna og mála. Næmingar úr skúlanum í Tjørnuvík hava tískil eisini verið við á evnisvikuni saman við øllum næmingunum í Norðskála-Oyrar skúla.
Umframt at tekna og mála, hava næmingarnir lisið og sungið yrkingar hjá Alexander Kristiansen, og teir hava eisini lisið tekstir hjá øðrum rithøvundum.
Tað var Sunda Bókasavn, sum skipaði fyri almennu fyrilestrunum, og vegna bókasavnið beyð Ingvard Fjallstein vælkomin og segði nøkur orð um tiltakið.
Hugtakandi
So skjótt, tú komst innar í skúlan, sást, at nógv hevur verið gjørt burtur úr. Veggirnir í Skálanum vóru prýddir við barnalist, og í øðrum stovum hingu tekningar og málningar, sum børnini høvdu evnað eftir yrkingum hjá høvundanum. Á eini skúlatalvu hingu fleiri tekningar, har hvør tekning hevði eina yrking við síðuna av. Her høvdu børnini eftir førimuni teknað tað, sum yrkingin snúði seg um.
Sunda Bókasavn hevði lýst við, at Alexander Kristiansen fór at hugleiða um at yrkja til børn og um yrkingar hjá børnum. Eisini fór Bárður Jákupsson, sum eitt nú hevur teknað til barnabøkur og yrkingar, at hugleiða um at tekna til børn og um sínar tekningar annars.
Skálin var at kalla fullsettur, tá ið løtan byrjaði við, at børnini, sum ganga á Norðskála-Oyrar skúla og í Tjørnuvíkar skúla, sungu nakrar sangir við klaverfylgispæli eftir Jóan Magnus Joensen.
Børnini sungu av hjarta, og sangurin gekk væl. Hugtakandi var at síggja børn, bæði gentur og dreingir, í ymiskum aldursbólkum syngja í einum so stórum og fjølbroyttum kóri.
Uppundir endan av sanginum, spældi Óla Jákup Joensen, skúlastjóri, á klaver, meðan nøkur børn eisini spældu hornatónleik aftur við sanginum og klavertónunum.
Yrkt í 40 ár
Eftir at hugnaliga sangløtan var liðug, legði høvundurin, Alexander Kristiansen, fyri við at tosa um yrkingar, rímur og skjaldur. Hann segði, at eitt skjaldur kann vera ein yrking við einføldum orðum, har tú spælir við orðunum. Hann las upp nakrar yrkingar, og ein av hesum var, "Í einum hava í Hovi?":
Í einum hava í Hovi
vaksa tey løgnastu trø,
krókut við krókutum greinum
og bein trø við beinum,
sum fólk kunnu nýta sum træbein
til lendar og knø
Eg eigi eitt træbein úr Hovi
og taki tað av, tá eg sovi,
ikki tí ? tað er í lagi,
men knæið
er hovið.
Alexander segði, at orðini í einum skjaldri kunnu vera ógvuliga einføld, men tey kunnu eisini vera meira "útspekulerað", sum hann tók til.
Hann greiddi frá, at tað eru mong ár, síðan hann byrjaði at yrkja til børn ? ja, tað eru næstan 40 ár síðan, legði hann aftrat.
- Tað ger einki, um børnini ikki skilja hvørt einasta orð í eini yrking, sum er ætlað børnunum. Tey vaksnu kunnu siga teimum, um okkurt orð er, sum tey ikki skilja.
Yrkjarin visti at siga, at áhugin fyri yrkingum er nógv minni enn áhugin fyri bókmentum annars. Hetta vísa eitt nú hagtøl hjá bókasøvnunum.
- Nógv halda, at yrkingar eru keðiligar, torskildar og kanska háfloygdar. Kanska kann skúlin verða við til at broyta hendan hugburð. Børnini halda ofta, at rímar ein yrking ikki, er hon ikki nógv verd. Í Japan siga tey, at hvørt einstakt menniskja við virðing fyri sær sjálvum, skrivar eina yrking onkuntíð í lívinum.
Øll kunnu?
Alexander segði eitt sindur um dagin, hann vitjaði skúlan undir evnisvikuni.
- Eg fortaldi børnunum, hvussu tey kunnu fara í gongd við at yrkja, og hetta avhongur nógv av aldrinum, tey eru í. Børnini kunnu eitt nú knýta seg at einum evni. Kærleiki, kríggj og hatur kann siga teimum størru børnunum nakað, meðan okkurt annað liggur teimum smærru børnunum nærri. Tað, sum ræður um, er at seta hugflogið hjá børnunum í gongd og lata skapanargleðina fáa ein møguleika. Øll kunnu yrkja, men tað verða ongantíð øll, sum gerast stórir yrkjarar. Og tó; tað eru ikki altíð teir "sterku" lesararnir, sum koma við teimum bestu yrkingunum.
Yrkjarin, sum er útbúgvin lærari, segði, at hann ongantíð áður hevur vitjað ein heilan skúla og lagt børnum lag á at yrkja, men hann hevur onkuntíð roynt hetta í sínum egna flokki.
- Tá ið børnini royna seg við at yrkja, skalt tú vera varin við at leggja teg út í tað, tey gera. Tú skalt vegleiða, men ikki gera ov nógvar rættingar. Tá ið børnini yrkja, ganga veruleikar og dreymar inn í hvørt annað. Børnini síggja ofta tingini úr óvæntaðum vinklum.
Alexander helt, at ein byrjan hjá børnunum er at yrkja uppá rím.
- Ein góður íblástur kann vera at lesa aðrar yrkingar ? ella at "lúra", hvussu næmingurin undir liðini á tær ger. "Hatta dugi eg eisini at gera?", kann tann, sum tá stendur fastur, hugsa ? og síðan kemur gongd á, segði yrkjarin úr Fuglafirði, Alexander Kristiansen.
Vánaligar umstøður
Eftir at yrkjarin hevði havt orðið, steig Bárður Jákupsson fram.
Bárður segði, at hann hevur teknað nógv til børnini, eitt nú til lesibøkur og yrkingar, og hann hevur eisini teknað til eitt av yrkingarsøvnunum hjá Alexanderi.
- Tað var serliga í sekstiárunum og árini eftir, at eg fekst nógv við at tekna til skúlabrúks. Umstøðurnar vóru vánaligar, tí ráð vóru ikki at prenta í fleiri litum. Í fleiri førum vóru tekningarnar einlittar, og í øðrum førum kundi tú kanska hava onkran lit aftrat. Tú fekst ikki tað, tú ynskti tær á prenti.
Hann helt, at summar av tekningunum soleiðis vóru betur ógjørdar.
- Tá ið tú teknar til børnini, skalt tú taka børnini í álvara og ikki vera barnsligur. Kortini skalt tú hava í huga, hvønn aldursbólk tú teknar til. Tú kanst blaða ígjøgnum bøkur og meta um, hvørjar tekningar tú heldur vera áhugaverdar.
Spennandi list
Bárður helt tað vera áhugavert og spennandi at síggja myndirnar, sum børnini hava gjørt í evnisvikuni.
- Tess minni børnini hava lært ? jú meira spennandi er at síggja, hvat tey kunnu fáa burtur úr. Tey hava ongar fordómar, men gera tingini beint fram. Børnini hava dirvi og ongar bindingar, sum vit, ið fáast við list, kunnu øvunda teimum.
Hann fýltist á tusj-pennarnar, sum keypast kunnu í handlunum fyri lítið og lætt, tí hesir hava ongar møguleikar við nuansum, sum hann tók til.
- Litirnir eru kríggjandi og kunnu ikki blandast saman, so møguleikar eru hjá børnunum at arbeiða við teimum.
Bárður helt, at skal nakað spyrjast butur úr skaparevnunum hjá børnunum, er neyðugt, at tú kanst arbeiða við litunum.
- Tú kanst trýsta fastari ella leysari á ein blíant og soleiðis fáa eina variatión í tað, tú gert. Men hetta letur seg ikki gera við einum tusji, segði hann.
Hann vísti til orð hjá Karsteni Hoydal, sum hevur sagt, at umráðandi fyri skapanarevnini er at varðveita barnið í sær ? og gleðina við at uppliva og síggja.
Bárður Jákupsson vísti at enda á, at teknikynstur og evnaðar myndir úr leiðuri, er heimsins elsta mentan, tí longu fyri fleiri túsund árum síðan hava eitt nú holubúgvar teknað og gjørt myndir úr leiðuri, sum ikki farast, tá ið tær eru brendar.
- Vit kunnu siga, at tíðin stendur still, tá ið ræður um list, tí elligamlar myndir, sum eru evnaðar fyri eini 25.000 árum síðan, kunnu ikki gerast betur í dag. Soleiðis kunnu vit siga, at listarligu evnini hava í allar ævir búð í menniskjanum, segði hann.
Ovfarin
Eftir fyrilestrarnar, fylgdust vit eina løtu við Alexander Kristiansen, sum hugdi at øllum tí, sum næmingar og lærarar høvdu fingið burtur úr.
Yrkjarin var ovfarin og helt fyri, at hann dugdi ikki við, at so nógv bleiv gjørt burtur úr hansara persóni.
Ein hugnalig løta í Norðskála-Oyrar skúla saman við næmingum, lærarum, yrkjara, listamanni og teimum mongu, sum komin vóru at lurta eftir sangi, fyrilestrum og at hyggja at tí arbeiði, sum liggur eftir hesa evnisviku í skúlanum.