Hart kjak um mildan boðskap

Sjúrður Skaale heldur, at tað líkist ongum, at ein politisk fraktión tekur sær rætt til at siga, hvat Gud meinar. Bill Justinussen heldur tað verða langt úti at siga, at Miðflokkurin misbrúkar kristindómin til at fáa politiskt vald. Vælkomin til eitt rúkandi heitt kjak um átrúnað og politikk

Bill Justinussen er ein av profilunum hjá Miðflokkinum, sum hevur gjørt kristindómin til sítt vørumerki, og tjóðveldismaðurin Sjúrður Skaale er ein beinharður kritikari av politiska stílinum hjá Miðflokkinum.

Vit settu teir niður í rúm saman at kjakast um átrúnað og politikk, og tað gekk ikki stillisliga fyri seg.

Her er harða kjakið um milda boðskapin.


Hvønn leiklut skal átrúnaður hava í politikki?


Bill: Tað finnist ikki nakað einfalt svar til hatta. Ein og hvør politikari skal halda seg til sítt persónliga virðisgrundarlag, og tí er tað upp til ein og hvønn at gera tað av. Í mínum politikki hevur átrúnaður nógv at siga, og átrúnaðurin er orsøkin til, at eg av fyrstan tíð fór upp í politikk.

Okkara samfelag hevur brúk, at tað kristna lívs- og menniskjasýnið sæst aftur í lógarverkinum. Fyrst og fremst snýr tað seg um nógv viðurskifti, sum vit øll eru samd um, men so er tað eisini ymiskt, sum vit eru ósamd um, og har eg ynski at ávirka lógarverkið í Føroyum.


Sjúrður: Ein og hvør politikari byggir sítt virksemi á síni grundvirði, og er talan um ein kristnan politikara, so byggir hann á síni kristnu grundvirði. Men tað, sum eg haldi ikki skal henda er, tá ein politikari beinleiðis sigur: Eg umboði Guds vilja, og tú gert ikki. Tað er ein ósiður, sum tíverri er komin í Føroyum, og sum Miðflokkurin er eksponentur fyri. Mann kann ikki brúka Bíbliuna og kristindómin sum eitt amboð í tí dagliga politiska arbeiðnum, og ein politikari eigur ikki at standa á tingsins røðarapalli og siga, at hann umboðar Gud, og “eg haldi hetta, tí at eg tulki hetta skriftstaðið soleiðis.”

Nú hevur málið um 266b verið nógv frammi, og í tí málinum vóru tingmenn, sum vóru ímóti broytingini, ikki ósmædnir við at siga, at teirra meining var tann kristna meiningin, meðan meiningin hjá teimum, sum vóru fyri lógarbroytingini, var tann ókristna meiningin. Tað líkist svartasta ongum, tað er at misnýta kristindómin upp á tað allar grovasta.


Bill, misnýta tit í Miðflokkinum kristindómin í politiska arbeiðnum?


Bill: Tað er als ikki soleiðis, sum Sjúrður Skaale førir fram í essaysavninum Krossvegir, at um Miðflokkurin einsamallur hevði fingið vald í Føroyum, so hevði Bíblian verið sett í gildi sum lóg í Føroyum. Soleiðis gera tey í Iran, men eg veit ikki um nakað kristið land í heimunum, sum er fundamentalistiskt, sum tey muslimsku londini eru. Men alíkavæl roynir mann at fortelja fólki, at tað er tað, sum Miðflokkurin stendur fyri, og tað er púra misskilt.

Tað er sum, tá ið ein teknari teknar ein persón, sum hevur eina stóra nøs, so teknar hann hana trífalt so stóra fyri at peika á veikleikarnar hjá persóninum. Tað er tað sama, sum Sjúrður Skaale ger, tá ið hann sigur “Vælkomin til Iran” um Miðflokkin. Um eg var líka so óseriøsur sum hann, so kundi eg sagt um Tjóðveldi: “Vælkomin til Nazi-Týskland” ella “vælkomin til Milosevic-Jugoslavia”. Tí tað eru eisini nationalistar, sum hava staðið aftan fyri tey syndarligu fólkamorðini, sum gingu fyri seg har. Men tað er ein óseriøs kjakmentan at siga soleiðis, og vit skulu heldur hava eina seriøsa kjakmentan, har vit hava virðing fyri mótpartinum. Og Sjúrður fer ov langt, tí politikarar – eisini í Miðflokkinum – kunnu koma at siga ting, sum kunnu mistulkast, tá ið tey verða spískað til í einum kjaki.


Sjúrður, yvirdrívir tú ikki bara nakrar fáar veikleikar hjá Miðflokkinum?


Sjúrður: Hyggur tú eftir stevnuskránni hjá Miðflokkinum, so er hon ein teokratisk stevnuskrá. Fjølmiðlarnir skulu ikki siga nakað, sum stríður ímóti Bíbliuni, skúlarnir skulu einki gera, sum stríðir ímóti Bíbliuni, og sjálvt lærararnir skulu til ein religiøsan dómstól, áðrenn teir kunnu undirvísa í kristni. Hetta líkist nógv teokratinum, sum mann kann uppliva í Miðeystri. Sjálvandi er tað at yvirdríva eitt sindur við at siga “Iran” um Miðflokkin, men tað er fyri at fáa poengið fram. Stevnuskráin hjá Miðflokkinum er ein stevnuskrá, sum stýrir burtur frá frælsi hin einstaka, og tað er eitt sera álvarsamt brot við ta siðvenjuna, sum føroyska samfelagið og allur vesturheimurin byggir á.


Bill, staðfestir stevnuskráin hjá Miðflokkinum ikki bara, at tit vilja skerja frælsið hjá tí einstaka?


Bill: Tá ið vit tosa um mentan og skúlan, sum skulu byggja á nakran kristnar meginreglur, so tosa vit um tann partin av samfelagnum, har tað almenna er partur. Miðflokkurin hevur onga ætlan um at stýra teirri mentan, sum ikki er stuðlað av tí almenna, ella skúlum, sum ikki verða goldnir av tí almenna.

Sjúrður sigur, at Miðflokkurin vil skerja frælsið hjá tí einstaka, men øll, sum fara upp í politikk, mugu gera sær greitt, at tey kunnu koma út fyri at skerja frælsi hjá tí einstaka. Ein stórur partur av lóggávuni snýr seg jú um avmarkingar. Fiskivinnulóggávan ger, at øll kunnu ikki fiska, sum teimum lystir. Skattalógin ger, at helvtin av tíni løn verður tikin í skatti. Og soleiðis er tað allan vegin ígjøgnum. Eisini í flokkinum hjá Sjúrði eru tað fólk, sum vilja hava lóggávu ímóti royking, og tað er eisini at skerja frælsið hjá tí einstaka.


Sjúrður: Politikkur avmarkar, men tá ið Bill sigur, at tað er bara tann almenni parturin av samfelagnum, sum teir vilja stýra, so sigi eg bara, at tað eru eisini fólk, sum ikki eru kristin, ið gjalda skatt, og tí skal trúgvin hjá einum persóni ikki brúkast til at avmarka frælsið hjá øðrum. Tað er júst tað, sum er stóri trupulleikin við Miðflokkinum. Flokkurin vil noyða fólk, sum ikki hava somu kristindóms uppfatan sum hann, inn undir sína fatan.

Bill sigur, at tað eru sjálvandi nøkur dømi um, at onkur politikari kann koma at siga okkurt, sum ljóðar eitt sindur ógvusligt, men tað er so nógv dømi um, at Miðflokkurin fer alt, alt ov langt í síni stigmatisering av øðrum, og setir tað soleiðis upp, at teir eru kristnir og hini eru ókristin. Miðflokkurin sigur, at tað eru bara teir, sum verja tey kristnu virðini, og tá misbrúkar flokkurin tann kristna siðaarvin, sum so nógvir føroyingar eru góðir við, fyri at vinna sær politiska makt.


Bill, átekur Miðflokkurin sær ein ógrundaðan rætt vegna kristindómin í føroyskum politikki?


Bill: Tað er bæði rætt og skeivt, tá tað verður sagt, at tað er bara Miðflokkurin, sum umboðar tey kristnu virðini í føroyskum politikki. Í summi málum er tað jú bara Miðflokkurin, sum er heilur, meðan aðrir flokkar eru hálvir, og tað er serliga í teimum etisku málunum. Okkara eyðkenni er, at okkara stevnuskrá er bygd á nakrar virðisspurningar, sum aðrir flokkar ikki tora at taka felags støðu til, og tað er styrkin hjá Miðflokkinum. Til dømis í málinum 266b er tað satt, at tað er bara Miðflokkurin, sum verjir tey kristnu virðini, tí flokkurin stríðist fult og heilt ímóti 266b, og tað kann mann ikki siga um Tjóðveldi, Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin ella Sambandsflokkin – Sjálvstýrisflokkurin er eitt sindur serligur, tí hann hevur bert eitt løgtingsumboð.


Sjúrður, tora hinir politisku flokkarnir ikki at taka støðu í teimum málum, sum Miðflokkurin tekur støðu í?


Sjúrður: Tað er rætt, at Miðflokkurin er tann einasti flokkurin, sum er heilur í summum etiskum málum. Og tað hevði verið ynskiligt, um hinir flokkarnir eisini tóku eina flokspolitiska støðu. Men tað týdningarmesta at taka støðu til, er ikki 266b og skrásett parlag. Tað týdningarmesta er at siga, um mann góðtekur at Bíblian verður brúkt sum eitt politiskt jarnbrot. Og har siga vit greitt nei. Men Miðflokkurin tekur sær patent upp á, hvat er Guds vilji – til dømis í málinum um 266b. Tað er eitt brotsverk ímóti teirri skipan, sum vit hava í vesturheiminum. Tað líkist ongum, at ein politisk fraktión tekur sær rætt til at siga, hvat Gud meinar.


Bill: At siga, at Miðflokkurin tekur sær patent upp á Guds meining, er langt úti. Eg veit ikki, um onkur spentur politikari kann verða komin til at siga nakað líknandi, men tað stendur ongastaðni í stevnuskránni hjá Miðflokkinum, at vit hava patent upp á Gud. Men vit siga, at vit umboða kristna lívs- og menniskjasýnið.

Tað er nógv misskilt, at Miðflokkurin misbrúkar kristindómin til at fáa sær politiskt vald. Miðflokkurin torir nevniliga at siga púra opið og erligt, hvat tað er, sum vit standa fyri. Um so 99,9 prosent av fólkunum vóru fyri fríari fosturtøku, so hevði Miðflokkurin verið ímóti, og tað er bara eitt dømi um, at vit misbrúka ikki kristindómin til at fáa vald. Vit hava nakrar meiningar, sum vit tora at standa við, og so vóna vit, at vit fáa undirtøku fyri teimum.

Hinvegin haldi eg saktans, mann kann siga, at aðrir politiskir flokkar misbrúka kristindómin. Millum annað við ikki at tora at taka støðu til etiskar spurningar, tí so veit mann, at mann kann heysta atkvøður frá báðum síðum – bæði frá teimum, sum eru fyri og ímoti 266b. Tað er tí, at flokkarnir ikki tora at taka eina felags støðu til etiskar spurningar, tí flokkarnir óttast fyri at missa atkvøður av tí, og tá kann mann tosa um at misbrúka kristindómin.


Sjúrður: Fyri tað fyrsta vil eg siga, at eg rokni ikki við, at Gud bert er áhugaður í 266b, soleiðis sum teir sjálvútnevndu kristnu politikararnir vilja gera tað til. Hvat eru etisk mál? Er náttúruvernd ikki eitt etiskt mál, er fiskivinnupolitikkur ikki eitt etiskt mál, og er støðutakan til Kyoto og Irak-kríggið ikki eitt etiskt mál.

Miðflokkurin pilkar nøkur heilt fá etisk mál burtur úr, sum ganga upp á tvørs av hinum politisku flokkunum, og so siga teir, at hetta er tað, sum Gud hevur áhuga í, og Miðflokkurin stendur fyri tí og tí. Hinir flokkarnir hava bara sagt, at teir vilja ikki blanda politikk og átrúnað saman.


Men er tað ikki tann lætti vegurin at taka, tí so sleppur mann undan at taka eina felags avgerð í flokkunum?


Sjúrður: Jú, tað er tað, og eg haldi sjálvur, at flokkarnir skuldu tikið ein flokspolitiska avgerð um, hvat teir til dømis halda um fosturtøku og 266b, men at siga tað, at ein støðutakan er meira kristilig enn ein onnur, tað er skeivt. Og at siga, at júst tey málini, sum Miðflokkurin hevur pilkað burtur úr, eru avgerandi fyri, um mann er kristin ella ikki, er fullkomiliga burtur úr vón og viti.

Um eg var líka frekur sum Miðflokkurin, so kundi eg nevnt nøkur mál, sum kundu víst at Miðflokkurin er ókristiligur, men mítt høvuðspoeng er bara tað, at sjálvandi kann mann hava eitt kristiligt virðisgrundarlag, men mann skal taka politiskar avgerðir í politikki og ikki brúka religión til at argumentera við og leggja onnur undir at vera ókristilig.


Bill: Eg taki undir við, at politikarar skulu taka politiskar avgerðir, og Miðflokkurin brúkar eisini politisk argument, men tað eru ongar reglur fyri, hvussu ein politikari kann argumentera. Okkara skipan má rúma, at ein politikar brúkar tað, sum hann trýr upp á, til at argumentera fyri í einum politiskum máli.

Tað, sum Sjúrður roynir, er at ekskludera Halgu Bók úr orðaskiftinum, og tað er at gera seg inn á fólkaræðið, tí ein og hvør politikari hevur rætt til at brúka tað, sum hann hevur hug at brúka. Um ein politikari sigur, at eitt er kristið og annað er ikki kristið, so hevur hann rætt til at siga tað, men so kann mann diskutera, um tað, sum politikarin hevur sagt, er rætt ella ikki.


Sjúrður: Sjálvandi hevur ein politikari rætt til at hava Bíbliuna sum virðisgrundarlag, men Bíblian kann ikki verða eitt politiskt programm. Um hetta fer longur, enn tað longu er farið, so endar tað við, at fleiri og fleiri politikarar fara at siga, at “eg haldi meg til Ezekiel 3,12, og tí skal skatturin hækka”. Tað endar í tí reina vanvidi, og so verður tað ein diskusión um, hvat Gud heldur og Gud vil.


Bill: Hatta fordømið havi eg ikki sæð í nøkrum kristnum landi, tí kristna lívssýnið hevur ikki hasa náttúruna.

Hyggur tú eftir stevnuskránni hjá Miðflokkinum, so sært tú eina breiða viftu av teimum sjónarmiðum, sum kristiligar flokkar í Europa eisini hava. Kanska eru vit eitt sindur meira víðgongd á summum økjum, til dømis tá tað verður sagt í stevnuskránni, at fólkaskúlalærarar í kristni skulu verða persónligir trúgvandi, men hatta eru fólk eisini ymisk á málið um í flokkinum, og tað er ikki vist, at tað fer at standa har til allar ævir.

Miðflokkurin er ein nýggjur flokkur, sum í sínari náttúru tí eisini hevur ekstrem sjónarmið. Og tað hava allir flokkar í sínari byrjan. Tað er akkurát sum børn, sum læra at ganga ella tosa, tey kunnu fara yvir um mark. Sæð út frá einum størri søguligum høpi, so fer Miðflokkurin eisini at tillaga sín politikk á summum økjum, so hvørt sum veljaraskarin økist, og sjónarmiðini og manningin verða meiri fjølbroytt. Tú kanst kanska samanlíkna Miðflokkin við rebelskan ungdóm, og taka vit Tjóðveldi sum dømi, so hevur hann eisini verið rebelskur í sínum ungdómi. Flokkurin hevur modifiserað síni sjónarmið á ávísum økjum. Í summum málum hevur flokkurin verið langt til vinstru, men er kanska blivin meira borgarligur við tíðini, og hatta er ein náttúrlig gongd í politikki.