hevur lítla framdrift, verður sagt. Smyril er fullsettur á veg til Havnar. Sum skilst eru trupulleikar við kølivatninum, og tey siga, at skiparin væntar, at Smyril er á Havnini klokkan 20. ##med3## Tey [...] , sum hevur sungið í Salti á Drelnesi, syngur fyri ferðafólkum ##med2## DAGFØRING klokkan 20:25: Smyril liggur nú við bryggju á molanum í Havn. ##med4## ##med5##
sum er greitt, er, at Smyril sleppur ikki at sigla til Vágs leygardag, sum Strandferðslan hevur ætlað eftir nýggju ferðaætlanini. Vágs Býráð boðaði í farnu viku frá, at Smyril fær ikki atløgupláss í Vági [...] Tá ið Smyril var á veg suður til Vágs leygarmorgunin, ringdi skiparin til Vágs at viðja um keipláss. Men keifútin kundi bara siga sum var, at tað bar ikki til, tí atløgusíðan var upptikin. Smyril mátti [...] ongin annar enn sluppin Johanna, sum lá í ferjuleguni og sum gjørdi, at Smyril ikki fekk lagt at. Annars var ætlanin, at Smyril skuldi sigla av Havnini til Vágs leygardag, men hann skuldi bara leggja at
Smyril, sum fór av Krambatanga klokkan gott 15.30 í dag, hevur eftir steðg uttan fyri molan í Havn, vent suður aftur. Hann lá uttan fyri molan í Havn í hálvan annan tíma, áðrenn skiparin gjørdi av, at [...] at tað fór ikki at bera til at leggja at í Havn í kvøld. Smyril er tí á veg suður aftur á Krambatanga, har hann liggur í nátt. - Siglt verður so aftur í morgin árini klokkan 07.00. Men av tí at veðurlíkindini [...] veðurlíkindini siga frá nógvum vindi í morgin árini um 9-9.30 tíðina er gjørt av, at Smyril siglir ikki av Havnini klokkan 13.00 og av Krambatanga klokkan 15.30, sigur Jens Petur Brattalíð frá Strandferðsluni
tað ivaleyst fleiri, ið nú gleðast um, at Smyril aftur er á veg heim til Føroya. Smyril hevur verið í dokk í Danmark, og tað hevur sum skilst gingið væl. Smyril legði frá landi fyri góðum tíma síðani, og [...] Svøríki. Hann verður væntandi á Tvøroyri klokkan 13. Tá Smyril fór í dokk um miðjan september, kom grikska avloysaraskipið Prince í sigling fyri Smyril. Prince hevur skapt mikla øsing millum manna, tí fleiri [...] eisini eitt brek við rampuni, sum gloppaði. Men skjótt verður Smyril aftur í Føroyum, so nú verður alt bara minnir. Vit vita enn ikki, júst nær Smyril byrjar í sigling, men tað frætta vit meira um í morgin.
- Tá Smyril kom til Føroya, metti mann næstan, at tað var ómøguligt, at Smyril fór at vera fullur fleiri ferðir um vikuna. Men tað er hann nú. Tað sigur Dánial Pauli Davidsen, samferðslu- og marknaðarleiðari [...] marknaðarleiðari í Strandferðsluni. Tað kemur meira enn so fyri, at allir bilar ikki sleppa umborð á Smyril, tí dekkið er fult. Ein av orsøkunum til hetta er ferðavinnan. - Fyri 10-15 árum síðani sóu vit lítið
Smyril er tryggur at sigla við. Tað sigur SSL á síni heimasíðu, eftir at sagt hevur verið, at skipið er um at klovna. Á tingi er fyrispurningur settur og svaraður um umvælingar, sum verða gjørdar á Smyrli [...] ferðafólk, skrivar ssl.fo. Strandferðslan harmast um, at tílíkt uppáhald verður sett fram á tingi, tí Smyril er tryggur at sigla við, og tær 10-20 sentimetrar longu rivurnar, sum eru funnar, eru og verða umvældar
Smyril, sum fór av Krambatanga klokkan 10 í morgun, kom á Havnina fyri løtu síðan. Siglt verður av Havnini og suður aftur klokkan 13. Á Strandfaraskipum Landsins vænta tey, at siglt verður eftir ferðaætlanini
u hevur Smyril 33 stig, og hann er sjey stig frammanfyri Páll Fanga. Tað vil siga, at um Páll Fangi skal vinna FM heitið, so er neyðugt hjá honum at vinna á ólavsøku, og samstundis skal Smyril ikki verða [...] tað, at Smyril fór undir sítt egna verk. Teir slitu hinar bátarnar av sær og løgdu upp á síðuna av Páll Fanga. Klaksvíkingarnir stríddust, og teir vóru drúgvir. Eina løtu lógu Páll Fangi og Smyril borð um [...] um borð. Smyril var fyrstur at fara undir endaspurtin. Hann fekk stavnin framum Páll Fanga, og so var myndin, sum hon hevur verið fleiri ferðir fyrr í summar. Á síðstu hundrað metrunum var Smyril drúgvastur
kortini heldur hann, at fæst nýggi Smyril ikki at sigla meiri, er talan hóast alt um eitt avmarkað framstig. Tí heldur hann, at tað er umráðandi, at nýggi Smyril fæst at sigla oftari. Um heilt stutta tíð [...] Nýggi Smyril er okkara landsvegur til meginøkið í Føroyum. Og Hann er ein landsvegur, sum skal vera opin so nógv sum gjørligt. Tað heldur Hergeir Nielsen, løgtingsmaður. Hann sigur, at ongin ivi er um [...] um, at nýggi Smyril er eitt frambrot í ferðasambandinum ímillum Suðuroynna og Havnina. Nú fæst altíð tann farmur við, sum ætlanin er at fáa við. Samstundis styttist siglingstíðin ein hálvan tíma. Men kortini
avgerandi týdningi fyri menningina av vinnulívinum og búsetingarmynstrinum úti um landið. Beinanvegin Smyril kom, skeyt Tjóðveldisflokkurin upp at økja túratalið upp í tríggjar túrar um dagin. Eisini hava vit [...] undirsjóvartunnilin norður tann vegin. Ætlanir okkara suðuryvir vóru tær somu. Vit fóru undir ein nýgjan Smyril, sum var goldin, tá ið hann kom, og sum hevði orku til fýra túrar um dagin. Tíverri hevur landss [...] ferjan, sum kom á heysti 2005, als eingi framstig hevur veitt, hvørki teimum ferðandi ella Suðuroynni. Smyril er eitt frálíkt amboð, men viljin til at lyfta siglingina upp á eitt munandi hægri støði, er eingin