Tað gongur einki serliga væl í hond hjá Strandferðsluni í hesum døgum. Hesar seinastu dagarnar, er nýggja skipið Erla Kongsdóttir, fyribils tikið úr sigling til greiða er fingin á, hví tveir rútar brotnaðu undir sigling. Í gjár fekk eisini Hasfjord tekniskt brek, men fór kortini aftur í sigling í gjárkvøldið.
Og í dag hevur Smyril fingið tekniskt brek og siglur ikki meiri í dag. Hann skuldi fara av Krambatanga nú klokkan 17.30 og yvir 220 ferðafólk, og bilar, vóru komin umborð, tá ið boðini komu um, at hann fer ikki siglt vegna tekniskt brek.
Sostatt eru bilar og ferðafólk farin í land aftur og Marin Hentze Gaardlykke, ferðslusamskipari, sigur, at í løtuni stríðast tey við at fáa tey ferðafólkini, sum ikki hava bil, til húsar aftur.
Sostatt verður túrurin av Havnini klokkan 20, heldur ikki sigldur, men eftir ætlan siglur Smyril aftur av Krambatanga eftir ferðaætlanini klokkan seks í morgin, sigur ferðslusamskiparin.











