Smyril fingið tekniskt brek í morgun

Túrar í dag eru avlýstir

Smyril hevur fingið eitt tekniskt í morgun sum ger, at hann ikki fær siglt.

Strandferðslan sigur, at fyribils eru tveir túrar avlýstir í dag, og sostatt fer hann ikki av Havnini til Suðuroyar í morgun, og hann fer sostatt heldur ikki norður aftur á miðdegi.

Strandferðslan sigur, at fyribils verður roynt at sigla av Havnini klokkan 14.15, og tað vænta tey avgjørt at hann fer at klára.

Jóan Petur Abrhamsen, rakstrarleiðari, sigur, at tað er ein løðing á brúnni, sum er farin, og hana eru teir í ferð við at skifta.