Smyril fingið hol á botnin

Smyril mátti aftur takast úr sigling í gjár. Hesuferð var tað tí at eitt hol var komið í botnin

Suðuroyarsigling


Smyril gevur okkum javnan áminningar um, at hann er bæði gamal og troyttur. Tað kemur nevniliga meiri enn so fyri, at hann má takast úr sigling vegna tekniskt brek og slitskaðar.Seinast var fyri nøkrum vikum síðani , tá ið hann mátti takast úr sigling tí at hann misti róðrið.
Og í gjár mátti hann aftur takast úr sigling, hesuferð tí at eitt hol var komið í botnin. Talan var um eitt hol í einum vatntanga og hetta óvanligt á gomlum skipum.
Talan er um lokalan tering, sum ikki setir trygdina á skipinum í vanda, men kortini er talan um brek, sum skal umvælast beinanvegin tað er staðfest.
Tí fór Smyril í dokk á Skála í gjár, har eitt petti av eini plátu skuldi skerast úr og nýtt sveisast í aftur fyri at lappa holið.
Tað var eisini vandi fyri, at tað ikki fór at bera til at sigla eftir ferðaætlanini klokkan 19 í gjárkvøldið, men dagtúrurin ímillum Havnina og Suðuroy og norður aftur, mátti avlýsast.
Ístaðin sigldi ternan av Havnini klokkan 16 í gjár til Tvøroyrar og norður aftur klokkan 20.
Annars vónaði Stranfdferðslan at vita meiri um Smyril klokkan17 í gjár.