Smyril fer at sigla á Vág mitt í viku

Helst verður tað mikudag, men heilt avgjørt er tað ikki

Tað er nú greitt, at siglingin hjá Smyrli á Vág leygardag er slept.

Á fundi ímillum landsstýrismannin í samferðslumálum, Finnboga Arge, og Hergeir Nielsen, løgtingsmann úr Vági, váttaði landsstýrismaðurin, at ætlanin at lata Smyril sigla á Vág leygardag, er slept.

Hinvegin lovaði landsstýrismaðurin, at Smyril fer at sigla til Vágs mitt í viku ístaðin.

Løgtingið hevur samtykt, at Smyril skal sigla á Vág, men tað skapti øsing, tá ið gjørt var av, at Smyril skuldi sigla á Vág leygardag, tí tað var ikki eftir andanum í løgtingssamtyktini. Endamálið við vágstúrinum var nevniliga at tæna vinnulíviunum.

Hergeir Nielsen sigur, at tí verður tað nú sett í nýggju ferðaætlanina, sum kemur 1. november, at Smyril skal sigla á Vág mitt í viku.

Annars er tað ongin ivi um, at tað er Drelnes, sum er samferðsluhavnin í Suðuroynni.

?Allarhelst verður túrurin á Vág mikudag, men tað er ikki endaliga avgjørt enn.

Strandferðslan hevur boðað frá, at av tí at bara síðuportrið kann brúkast í Vági, fer tað at knípa at fáa trailarar og annan stóran og tungan farm við.

Men nú kemur tað at standa í ferðaætlanini, at roknast kann ikki við at trailarar og tungur farmur verða tikin umborð, ella koyrd í land í Vági, um tað ikki letur seg gera.

Hesin túrurin á Vág skuldi so verið til nógv størri nyttu hjá vinnulívinum í syðru helvt í Suðuroynni, enn leygardagstúrurin var.


Færri ferðir

Annars skilst á lagnum, at tað verðafærri ferðir ímillum Suðuroynna og Havnina, nú nýggj ferðaætlan kemur.

Sum skilst er ætlanin at sleppa tí eini ferðini mánadag og tí eini ferðini leygardag.

Sostatt fer Smyril at sigla tvær ferðir ímillum Suðuroynna og Havnina mikudag, hósdag, fríggjadag og sunnudag.

Nú skal fíggjarlógin fyri næsta ár annars til viðgerðar.

Og spurningurin um túratalið ímillum Suðuroynna og Havnina er sjálvandi treytað av, hvussu nógv verður sett av til endamálið.

Hergeir Nielsen sigur, at hann umrøddi eisini tað óhepnu støðu,sum mangan tók seg upp um morgnarnar, at tá ið Smyril kom á Havnina, slapp ikki at bryggju beinanvegin, men mátti liggja í Nólsoyarfirði og bíða. Eisini tað var eitt mál, sum landsstýrismaðurin lovaði at hava í huganum.