um, at veiðan er burðardygg, so kann alt gera tað sama. Og tað nyttar ikki at gera sum í fiskivinnuni, at grindamenn vita best, tí tað gera teir als ikki. Eingin veit, hvussu stórur stovnurin [...] týdningi, at hann verður kannaður. Bjarni Mikkelsen, sum er lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum sigur í blaðnum í dag, at tey hava verið klár í 11 ár við sendarum at seta á eina grind, fyri [...] siga okkum, hvar skápið skal standa. Tað vita vit best sjálvir... Og Bjarni Mikkelsen hevur eitt gott poeng, táhann sigur, at við at gera meira burtur úr at granska grind, so kann tað vera ein góður
u í stjórnarmálum: » – Blokkurin skal verða burtur um tíggju ár, stóð í eini yvirskrift í Sosialinum. Men hon var sjálvandi skeiv, sum so nógvar yvirskriftir harfrá í seinastuni...« Soleiðis segði [...] vit taka ábyrgdina á okkum. Tað er kjarnan í okkara sambandspolitikki.« Ergo: Tá vit hava yvirtikið øll tey 15 málsøkini, sum eru eftir, so rinda vit sjálvi rokningina. Merkir tað ikki [...] hann skrivaði soleiðis á Facebook 14. august: »Tað var eitt sera gott upplivilsi at hava eina langa samrøðu við ein verðuliga professionellan blaðmann á Politiken og síðani fáa staðfest, at tað
Hetta er kanska ikki so væl umhugsað, tí tað er ikki gott at leggja fleiri slíkar byrðar á vinnuna. Tí hægri partafelagsskattur saman við kapitalvinningsskattinum ger, at samlaði skatturin [...] Í skrivandi stund kenna vit ikki allar smálutirnar í uppskotinum, men vónandi fara hinir flokkarnir at taka ímóti tí við einum konstruktivum vilja heldur enn at jarða tað á tann hátt,
hann eftir øllum at døma ikki nóg gott innlit í málið. Innslagið við Eydnu Skaale og soninum Benjamin vísti, hvussu stóran týdning júst tað at baka við barninum kann hava, og er tað ein partur [...] at tey ganga til baking ella aðrar venjingar. Tað er nú einaferð soleiðis, at foreldrini, mamman og pápin, mugu hava ábyrgdina av at baka saman við barninum...« Her fór landsstýrismaðurin yvir [...] partur av ergoterapiini, so hví ikki tað? Tað er ikki rætt av landsstýrismanninum at niðurgera eina viðgerð á ein slíkan hátt. Tí fyri fólk við vanligum førleikum er slíkt eingin trupulleiki
borgarstjóranum í Klaksvík, sum er einasta umboð hjá Gamla Sjálvstýrinum í løgtinginum. Hann himprast ikki við at geva skúladeplinum í Marknagili mønustingin. Sama hug hevur unga stjørnuskotið [...] Sjálvstýriflokkurin so ofta legði seg á mentanina í landsstýrinum. Men tann tíðin er farin. Nú eru tað teir stóru flokkarnir, sum vilja ogna sær Mentamálaráðið, og tað er kanska gott tað sama [...] kundi havt – og helst fær, um hann klára at troðka Kára Post av pinninum á næsta vali. Mentanarligar knotur eru kanska í sjálvstýrisfólkum í Suðurstreymi kortini, tí tey mótmæla. Og tann, ið
hildin. Maðurin, sum hevur ábyrgdina av eftirlitinum, stjórin á Arbeiðseftirlitinum, boðaði í síðstu viku frá, at tey á Arbeiðseftirlitinum absolutt einki gera við sína uppgávu, sum er [...] t fyri sítt atgerðarloysi, so sendir hann bara apuna víðari í systeminum, har fólk – eins og stjórin á Arbeiðseftirlitinum – bara yppa øksl víðari. Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur [...] ikki. Málið hjá Fólkaheilsuráðnum, at eingin eftir árgang 2000 skal byrja at roykja, er eitt gott og skilagott mál at seta sær. Men veruleikin er kortini tann, at út við 15 prosent av teimum fimtan ára
er í hásæti. Vit kunnu so mangan sanna orðatakið, sum sigur »betur fyrivarin enn eftirsnarin«. Men fylgja vit fyriskriftum og teimum nógv bøttu trygdarviðurskiftum seinastu árini, so [...] ein missir eygað á nýggjárinum, so er tað ein alt ov dýrur prísur! Vit í Miðlahúsinum ynskja øllum gott nýggjár og takka fyri tað brátt farna!?
tað er bara gott fyri arbeiðsgevararnar, at kíli er settur í samstarvið. Higartil er tað landsstýrið, sum hevur vunnið alt stríð við fakfeløgini. Ágangurin á samgonguna var øðiligur fyri [...] Hinvegin kundu fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum tikið av tilboðnum frá fyrrverandi fíggjarmálaráðharranum um tvær ferðir 1,2 prosent í lønarhækking – so var friður nú. Men [...] Men feløgini hava helst ikki sæð møguleikan fyri, at vit fingu eina reaktionera stjórn, sum so skjótt kundi gera so stórar broytingar í skattaskipanini, sum eitt nú gevur landsstýris
sjúkrasystrarnar fóru burturúr. Samráðingarnar fyrr í ár vístu, at feløgini høvdu ikki serliga gott stev, og tosað varð um, at feløgini vóru ov ymisk til at kunna samráðast saman. Tað hevur so ofta [...] røkka felags áhugamálum. Áðrenn hesi fakfeløg aftur setast við borðið hjá sterka manninum í glashúsinum á Argjum, so áttu tey at tikið í egnan barm og lisið sína egnu endamálsorðing. Hetta eru føgur
sum seinni varð headhuntaður sum stjóri fyri Tele Danmark - núverandi TDC. Tað kann sjálvandi vera gott, at politiska skipanin rekruterar vinnulívsleiðarar, men so kunnu vit eisini seta spurnigin, um [...] Stóri spurningurin er, hvør verður nýggur landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin. Mest upplagdi kandidaturin er uttan iva formaðurin sjálvur, Kaj Leo Johannesen. Sum fíggjarmálaráðharri síðstu mánaðirnar