ODDAGREIN: Setið trygdina í hásæti

»So ganga míni ár, í morgin var í gjár«. Soleiðis yrkir Martin Joensen í vakra sanginum við sama navni. Hetta árið er nú runnið, og við tí eisini fyrsta tíggjuáraskeiðið av nýggju øldini - og tað er sum í gjár, at allur heimurin var á gosi um ár 2000 trupulleikan, sum kortini ikki var nakar trupulleiki.

Men ein annar trup­ul­leiki í hes­um døg­um er alt fýr­verk­ið, ið skot­ið verð­ur, og trygd­in, sum ikki al­tíð er í há­sæti. Vit kunnu so mangan sanna orð­a­tak­ið, sum sig­ur »bet­ur fyr­i­varin enn eft­ir­snar­in«. Men fylgja vit fyr­i­skrift­um og teimum nógv bøttu trygd­ar­við­urskift­um sein­astu ár­ini, so kunnu virt minka heilt munandi um vandan.

Vit sóu í Mánaðarblaðnum í vikuni eina ræðusøgu um ungar menn, sum vórðu komnir illa til skaða av fýrverki. Og slíkar søgur eru tað tíverri alt ov mong, sum kunnu siga frá. Tað besta vit øll kunnu ger, tað er at fyribyrgja - og vit fyribyrgja best við at fylgja øllum trygdarforskriftum og ikki minst at tey vaksnu ganga sum góðar fyrimyndir og als ikki vera óskettin við fýrverki, og at vit læra børnini at virða tað, hvussu umráðandi tað er, at vit øll bera okkum so skilagott at og eisini á nýggjárinum hava 0-hugsjónina í huga, at eingin skal koma til skaða av fýrverki.

Vit kunnu sjálvandi syngja víðari við Martini Joensen um, at »tað ið er farið er farið, og tað ið er hent, er hent« og so tralla víðari inn í nýggja árið.

Men latið okkum øll hava trygd­ina í há­sæti um nýggj­árs­halguna, so eing­in skal líða av okkara ov­fara­kæti so­leiðis at øll kunnu vera við í gleðisróminum, tí bara ein missir eyg­að á nýggjárinum, so er tað ein alt ov dýrur prísur!

Vit í Miðlahúsinum ynskja øllum gott nýggjár og takka fyri tað brátt farna!?