Jú, tað kann væl vera, at tað er strævið hjá handlunum at »spæla politi«, men soleiðis eru treytirnar nú, og megna handlarnir ikki at vera so mikið professiónellir, at teir klára at liva upp til lógina, so eiga teir ikki at selja tubbaksvørur. Verri enn so er trupulleikin ikki.
Málið hjá Fólkaheilsuráðnum, at eingin eftir árgang 2000 skal byrja at roykja, er eitt gott og skilagott mál at seta sær. Men veruleikin er kortini tann, at út við 15 prosent av teimum fimtan ára gomlu roykja. Tí bendir alt á, at málið hjá Fólkaheilsuráðnum verður ikki hildið.
Orsøkin til hesa keðiligu gongd er tó ikki, at lógargrundarlagið ikki er í lagi. Tað er tað. Men lógin verður ikki hildin. Maðurin, sum hevur ábyrgdina av eftirlitinum, stjórin á Arbeiðseftirlitinum, boðaði í síðstu viku frá, at tey á Arbeiðseftirlitinum absolutt einki gera við sína uppgávu, sum er at hava eftirlit við handlum, sum selja tubbak, og at tey heldur ikki ætla sær at gera nakað.
Hetta er ein ikki sørt margháttlig útsøgn frá einum almennum stjóra. Og tá stjórin ikki kann ábyrgjast fyri sítt atgerðarloysi, so sendir hann bara apuna víðari í systeminum, har fólk – eins og stjórin á Arbeiðseftirlitinum – bara yppa øksl víðari.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur við blaðið í dag, at »tað má fáa konsekvensir«, at tað ber til hjá 16 ára gomlum at keypa sigarettir. Hann heldur hetta vera so »bedrøviligt«, at hann fer beinanvegin at taka málið upp.
Vit kunnu av sonnum undrast á, at annars skilagóð ungfólk fara at roykja í 2012, tá so nógv verður upplýst um skaðiligu árinini av royking. Men tá skipanin er so skirvislig, sum kanningin hjá Sosialinum í dag vísir, so er tað kanska ikki løgið kortini, at so lítið verður lurtað eftir Pál Weihe og hinum í Fólkaheilsuráðnum. Tá handilsmenn, almennir leiðarar og politikarar lætt og elegant ignorera lógina, so er okkurt ravruskandi galið.
Málið um, at eingin eftir árgang 2000 skal byrja at roykja, er avgjørt realistiskt. Men tað krevur, at meira veiggj er í politisku skipanini.