ODDAGREIN: Samhaldsfesti í orðuM og verki

– Tað er ógvuliga umráðandi, at vit fáa løn­ar­hækking hesaferð.

Orðini eigur Selma Ellingsgaard, for­kvinna í Starvsmannafelagnum, sum her í blaðnum fríggjadag stað­festi, at fel­ag­ið ikki á triðja sinni ætl­ar sær at koma aftur frá sam­ráð­ing­um í Fíggjarmálaráðnum sum av torv­heiðum.
Seinastu árini hava vit sæð eitt fak­fel­ags­sam­starv, sum hevur stað­ið sam­an um sam­ráð­ing­arnar. Fyrst vóru tey fimm, síðani fýra, eftir at sjúkra­systr­ar­nar fóru burt­ur­úr. Sam­ráð­ing­ar­nar fyrr í ár vístu, at fel­øg­ini høvdu ikki serliga gott stev, og tos­að varð um, at feløgini vóru ov ym­isk til at kunna samráðast sam­an.
Tað hevur so ofta verið tos­að um eitt breitt føroyskt fak­fel­ags­sam­starv, sum vit kenna tað úr øðr­um lond­um, eitt nú LO í Dan­mark. Tað fak­fel­ags­sam­starv­ið, sum Starvsmanna­fel­ag­ið, Før­oya Lær­ara­fel­ag, Havn­ar Ar­beiðs­kvinnu­fel­ag, Fel­ag­ið Før­oysk­ir Sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­ar og Før­oya Peda­gog­fel­ag skip­aðu og und­ir­skrivaði avtalu um í jan­uar í 2010 hevði sum endamál:
...at hava størri styrki sum fak­fel­ags­bólk­ur, størri á­virk­an á ar­beiðs­gev­ar­ar og mynd­ug­leik­ar, størri fak­pol­it­isk­ar menn­ing­ar­møgu­lei­kar fyri limir, nevnd og á­lit­is­fólk, betri tíð og møg­u­leik­ar at ar­beiða við fak­fel­ags­p­ol­it­isk­um við­ur­skift­um og betri møgu­leik­ar at gagn­nýta fíggj­ar­ligu og menn­iskjas­ligu ork­una í fel­øg­u­num at sýna sam­halds­festi í verki og orð­um, at hava sam­skifti um og við­gera við­kom­andi sam­fel­ags­lig við­ur­skifti og at røkja og røkka felags á­hugamálum.
Áðrenn hesi fakfeløg aftur setast við borð­ið hjá sterka manninum í glas­hús­i­num á Argjum, so áttu tey at tik­ið í egn­an barm og lisið sína egnu enda­máls­orð­ing. Hetta eru føgur orð – men ikki júst orð, sum fel­øg­ini hava livað upp til higartil. Fyrst vóru tað sjúkr­a­systr­arn­ar, sum fóru burt­ur­úr. Hvussu verð­ur til næstu samráðingar er kanska óvist, men okk­urt bendi á, at í hvussu so er okk­urt av feløgunum ætl­aði sær burt­ur­úr.
Í øllum førum vóru tað bara peda­gog­ar­nir, sum gingu plankan út við sein­astu samráðingar. Tey vildu ikki ganga undir treyt­ir­nar hjá Jørg­en Nicla­sen og fóru sum tey ein­­astu í verkfall.
Eyðsæð er, at viðurskiftini hjá fel­øg­um eru ym­isk. Men fel­ags­mál­ini eru sjálv­andi eins eyð­sýnd. Megna fel­øg­ini ikki sjálv at liva upp til vøkru end­a­máls­orð­ing­ina, so lækka tey sítt egna virði – og skapa gróðr­ar­botn fyri myt­uni um, at brúk ikki er fyri fak­fel­øg­um.
Einki kann verða meira øvugt.