hevði eg biði Gud um at sissa meg, ella í hvussu so er um sent eitt rák av mildni inn í sálina. Men nettup tað at leggja orð á indignasjónina, er eitt slag av trygdarventili. Og um man so onki annað hevur [...] Víst er talan um eitt vakurt verk. Men er vakurleikin so altavgerandi? Finnast tað ikki onnur listalig kriteriðir enn vakurleikakriteriði? Sum meginparturin av kirkjulist, so er her talan um eina religiøsa [...] ella beinari, um eitt kopi av eini symbolparadu eftur Michelangelo. Lýsingina av Judas Iskariot haldi eg vera hin mest væleydnaða. Døkki yvirkroppurin við sínum kreptu ørmun, minnir um forbeinini á eini
stundum sera neyvt. Hetta er serstakliga gleðiligt, tá hugsað verður um, at so nógvir ungir spælarar vóru at síggja í hópinum. Snið Vit ganga inn og út við gamla Strauss og Radetzky. Hetta er ikki nakað nýtt [...] avdúkandi. Men hetta vakra og sera skemtiliga lítla verk fekk sera góða móttøku, hóast Pegasus í einum føri misti ein skógv og gjørdist eitt sindur haltur. Tó hevði smiðurin bøtt um hetta til seinnu konsertina [...] Hetta var fimta nýggjárskonserrtin hjá Føroya Symfoniorkestri ? tann fjóðra, sum beinleiðis fór í hvønn krók í landinum. Hetta tiltak hevur fest røtur, og gott í teir, sum kenna ábyrgd av hesum ? á okkara
tænastumannafelagið gjørdu í heyst nýggjan sáttmála, men hóast hetta so hevur býráðið ikki hildið partar av tí, sum varð avtalað, og hetta hevði tí við sær, at fakfelagið lýsti verkfall fyri teirra limir [...] átaka sær nevndarsessir er ikki nakað nýtt fyribrygdi. Arbeiðsgevarar hava fyrr brúkt hetta skitna vápn, og dømið eru um fakfelagsformenn, ið eru settir á svarta lista og ongantíð fingu arbeiði aftur í Føroyum [...] legði Leivur Hansen eftir nevndarlimunum í fakfelagnum. Borgmeistarin setti uppskot fram í býráðnum um at ábyrgda nevndarlimunum persónliga fyri verkfallið. Hesum primitiva uppskoti vístu býráðslimirnir
staðfesti at liðið hevði størri breidd, og fór væl fram um botnliðið úr Klaksvík. Fyrsta partin av dystinum gekk væl hjá Stjørnuni. Ta- fóru fram um 5-2, verjan riggaði væl og álopsspælið móti illa skipaðu [...] korter var spælt, fóru tær fram tær fram um 7-6, og so hildu tær seg frammanfyri restina av dystinum. Í seinna hálvleiki gjørdist munurin millum liðini greiður, sjálvt um Stjørnan eina løtu hevði gott tak á [...] 1. deild kvinnur: Neistin-Stjørnan 25-17 Víst kom Neistin aftur um móti Stjørnuni, men tað var í grundini eingin trupulleiki hjá Neistanum at vinna móti kvinnunum úr Klaksvík. Í seinna hálvleiki var Neistin
klokkan 18. Skeiðið er fyri tey, sum hava royndir at venja. Tað snýr seg um taktiska og tekniska venjing, um leikara- og liðmenning og um fysiska venjing við atliti til norskan fótbólt. Norðmenn hava tey seinnu [...] Tað er stórur gravgangur millum føroyskar fótbóltsvenjarar at sleppa á venjaraskeið. Síðsta dømið um hetta er áhugin fyri skeiðnum, sum norðmenn fara at halda í Havnini komandi vikuskifti. Ikki færri enn [...] aðra staðni enn í Noregi, sum teir ongantíð hava gjørt tað áður. Hetta er ikki minst galdandi í Onglandi. Tað verður nógv tosað og skrivað um, hvørjar orsøkirnar eru til, at norskur fótbóltur hevur verið
verða gjøgnumgingin, og sagt verður, at hetta er orsøkin til, at Poul Nyrup Rasmussen ikki er tann persónur, vit helst vildu havt sum gest í Føroyum júst nú. Men hetta tekur Poul Nyrup Rasmussen ikki so tungt [...] danska forsætismálaráðharran, so er ikki vist, at hetta verður til fyrimun fyri føroyingar.. Tað hevði verið ein ljót sjón at sæð í donskum sjónvarpið, um Nyrup fekk eina tomat í andlitið. Tá hevði vælvildin [...] Uffe Ellemann-Jensen úr Vinstraflokkinum. Teir eru allir samdir um, at Poul Nyrup verður noyddur at fyrireika seg til enn ein túr til Føroya, um bankakanningin átalar leiklutin hjá forsætismálaráðnum. - Tá
í veggin. Hetta var annars fyrsti dystur hjá Hans á Lag eftir leikbannið, hann fekk fyri eitt annað reytt kort móti H71 beint áðrenn jól. Spurningurin er kortini, um tað hevði gjørt mun, um Kyndil í seinna [...] 18-11, og hóast Kyndil í byrjanini av seinna hálvleiki tók seg upp á 18-14, var ongantíð veruligur ivi um, hvønn veg sigurin fór. Serliga málverjin hjá StÍF, Jóhan Danielsen, stóð væl og tók í seinna hálvleiki [...] meðan strandingar hinvegin vóru raskir at skora upp á sínar møguleikar. Serliga Arthur Johansen gjørdi um seg og fekk tíggju mál., har av tey sjey í fyrra hálvleiki. Tað gjørdi heldur ikki støðuna hjá Kyndli
Framtakssamtakið«. Hetta var alt, sum var at síggja í lovaða tíðindaskrivinum frá Fiskavirking, sum kom seinnapartin í dag klokkan 17:00. Hvørki Jákup Mørkøre ella Sverri Hansen vildu siga nakað um stjóraviðurskiftini [...] skuldi út mánadagin seinnapartin. Hetta tíðindaskrivið, sum er undirskrivað av fyrrverandi stjóranum, Jákupi Mørkøre og formanninum Sverra Hansen, sigur okkum einnki nýtt um viðurskiftini. Tað verður ikki
summum verið brúkt sum jarnbrot til størri sjálvstýri. Um hetta er serliga reelt, veit eg ikki nú, tí fyrr ella seinni mugu eisini hesir føroyingar hugsa um, hvussu teir so skulu klára seg, sigur formaðurin [...] eisini er farin at tosa um størri føroyskt sjálvræði. Kanska okkurt í bankakanningini fer at siga okkum, at heimastýrislógin skal endurskoðast - og kann tað eitt nú snúgva seg um samskifti á einum meira [...] stríðið millum andstøðuleiðaran í Danmark, Uffe Elleman-Jensen og forsætisráðharran, Poul Nyrup Rasmussen um, hvør skaðar ríkisfelagsskapin meira, Nyrup, sum kemur til Føroya beint undan at bankakanningin verður
fingrarnar ímillum, hvat blaðið heldur um føroysku politikararnar, sum boykotta vitjanina hjá Nyrup. Blaðið vísir eisini á tað, sum Uffe Elleman-Jensen hevur sagt um klossutu framferðina hjá Nyrup. Blaðið [...] eins neyðug eru búskaparligu bondini við Danmark fyribils. Um 10 dagar verður tann 2500 síður stóra bankakanningin almannakunngjørd. Hetta mál byrjaði undir borgarligu stjórnini í 1992, vísir blaðið á [...] krógva seg burtur, tað er bæði ótolandi og pínligt, heldur blaðið. Slíkt ber boð um óbúnar politikarar, og ikki um mót og vilja til at stýra Føroyum á sjálvstøðugum grundarlag. Blaðið vísir eisini á