Einki nýtt frá Fiskavirking

Als einki nýtt var at síggja í tíndinaskrivinum, sum kom frá Føroya Fiskavirkin klokkan 17:00 seinnapartin

» ­ Jákup Mørkøre er farin frá sum stjóri á Fiskavirking frá 31. desember 1997 at rokna, og hann tekur við øðrum starvi innan Framtakssamtakið«.


Hetta var alt, sum var at síggja í lovaða tíðindaskrivinum frá Fiskavirking, sum kom seinnapartin í dag klokkan 17:00.


Hvørki Jákup Mørkøre ella Sverri Hansen vildu siga nakað um stjóraviðurskiftini, tá Sosialurin í vikuskiftinum spurdi teir. Jákup Mørkøre váttaði, at hann ikki longur var stjóri á Fiskavirking, og Sverri Hansen vildi bara vísa til eitt tíðindaskriv, sum sendast skuldi út mánadagin seinnapartin.


Hetta tíðindaskrivið, sum er undirskrivað av fyrrverandi stjóranum, Jákupi Mørkøre og formanninum Sverra Hansen, sigur okkum einnki nýtt um viðurskiftini. Tað verður ikki sagt, hvør nýggi stjórin er, ella hvat starv Jákup Mørkøre hevur fingið.


Útvarp Føroya visti í kvøld at siga, at Jákup Mørkøre fer at starvast á Fiskasøluni. Eisini segði Útvarpið, at Jákup Mørkøre sjálvboðin var farin úr starvi.