ELLEMAN HELDUR SEG EIGA FØROYAR OG GRØNLAND

­ Uffe Elleman-Jensen hevur higartil hildið Føroyar og Grønland verið hansara persónliga territorinum óansæð, hvønn forsætisráðharra, vit hava havt. ­ Kanska er tað tað, ið nívur hann. Hann vil hava tað at síggja út sum um Nyrup er bangin fyri at fara til Føroyar, staðfestir blaðið Aktuelt í hvassorðaðari oddagreinini í gjár, sum eisini gevur teimum fimm boykottandi føroysku flokkunum av grovfílini

Danska blaðið Aktuelt leggur í oddagrein í gjár ikki fingrarnar ímillum, hvat blaðið heldur um føroysku politikararnar, sum boykotta vitjanina hjá Nyrup.


Blaðið vísir eisini á tað, sum Uffe Elleman-Jensen hevur sagt um klossutu framferðina hjá Nyrup. Blaðið heldur, at tað hinvegin er Elleman sjálvur, sum ber seg ábyrgdarleyst og óforsvarliga at.


Blaðið heldur, at hóast stríð - bæði um kjarnorkuvápn í Grønlandi og bankamálið í Føroyum, so eiga politikarar at vera so mikið búnir, at teir kunnu tosa saman.


Eisini vísir blaðið á, at líka so nátúrlig sum sjálvstýristrongdin hjá føroyingum og grønlendingum er, eins neyðug eru búskaparligu bondini við Danmark fyribils.


Um 10 dagar verður tann 2500 síður stóra bankakanningin almannakunngjørd. Hetta mál byrjaði undir borgarligu stjórnini í 1992, vísir blaðið á. Og longu áðrenn bankakannigin fór í gongd, elvdi málið til vreiði frá føroyskari síðu móti Danmark, staðfestir blaðið.


­ At tey lesandi á Fróðskaparsetrinum boykotta Nyrup, er teirra søk. Men at fimm av politisku flokkunum í Løgtinginum ikki á demokratiskan hátt tora at siga sína hugsan við Nyrup, men heldur krógva seg burtur, tað er bæði ótolandi og pínligt, heldur blaðið.


­ Slíkt ber boð um óbúnar politikarar, og ikki um mót og vilja til at stýra Føroyum á sjálvstøðugum grundarlag.


Blaðið vísir eisini á, at Edmund Joensen hevur roynt at sissa floksfelagan Uffe Elleman-Jensen, uttan at tað hevur hjálpt, tí Elleman hevur mælt Nyrup til at avlýsa ferðina.


Aktuelt hevur síni greiðu boð til Elleman og teir fimm boykottandi føroysku flokkarnar:

­ Ríksifelagsskapurin er ov týdningarmikil til at verða misnýttur politiskt. Eru tit ósamd, so mugu tit kjakast um málini á demokratiskan hátt.


­ Hvat er galið við tí, at forsætisráðharrin fer til Føroya til ein langtsíðani planlagdan ríkisfund og nýtir høvi - innan bankakanningina - at lurta eftir hvat føroyingar halda, áðrenn hann skal taka støðu til, hvussu bankakanningin skal viðgerast víðari. Tað er faktiskt góður skikkur at døma støðuna á staðnum - heldur enn frá skrivaraborðinum í forsætiskmálaráðnum, heldur blaðið.


­ Uffe Elleman-Jensen hevur higartil hildið Føroyar og Grønland verði hansara persónliga territorinum óansæð, hvønn forsætisráðharra, vit hava havt.


­ Kanska er tað tað, ið nívur hann. Hann vil hava tað at síggja út sum um Nyrup er bangin fyri at fara til Føroyar, staðfestir blaðið Aktuelt í oddagreinini í gjár.