Gerðarrætturin gav fakfelagnum viðhald

Tá kommunala løntakarafelagið í heyst var í verkfalli, samtykti býráðið at ábyrda nevndarlimirnirnar. Gerðarætturin gevur løntakarafelagnum viðhald og hvør skal nú ábyrdast, spyr Eyðólv Dimon m.a.

Tórshavnar býráð og kommunala starvs- og tænastumannafelagið gjørdu í heyst nýggjan sáttmála, men hóast hetta so hevur býráðið ikki hildið partar av tí, sum varð avtalað, og hetta hevði tí við sær, at fakfelagið lýsti verkfall fyri teirra limir, sum ikki fingu ta løn, nýggi sáttmálin ásetti. Býráðið vardi seg við, at landsstýrið ikki vildi góðtaka lønarhækkingina, og tí vildi býráðið hava fakfelagið at samráðast av nýggjum.


Leggur eftir nevndarlimunum

Verkfallið dróg út, og tá ongin loysn hómaðist, legði Leivur Hansen eftir nevndarlimunum í fakfelagnum. Borgmeistarin setti uppskot fram í býráðnum um at ábyrgda nevndarlimunum persónliga fyri verkfallið. Hesum primitiva uppskoti vístu býráðslimirnir hjá javnaðarflokkinum, Hallstein Sigurðsson og Elin Lindenskov, saman við Heðini Mortensen og Klæminti Olsen, frá sær. Men restin av býráðnum stuðlaði borgmeistaranum, og uppskotið varð samtykt.


Rokningin bíða

til eftir gerðarrættin

So hendi tað, at partarnir samdust um at leggja málið fyri ein gerðarrætt, og uppskotið hjá Leivi Hansen skuldi tí bíða til gerðarrætturin hevði talað. Gerðarrætturin hevur nú viðgjørt málið og hevur givið fakfelagnum viðhald. Men málið hjá borgmeistaranum, um persónliga at ábyrda nevndarlimirnar hongur nú í leysari luft.


Grov provokatión

móti samgongufelaga

At royna at berja fakfelagsrørsluna við at ræða fólk frá at átaka sær nevndarsessir er ikki nakað nýtt fyribrygdi. Arbeiðsgevarar hava fyrr brúkt hetta skitna vápn, og dømið eru um fakfelagsformenn, ið eru settir á svarta lista og ongantíð fingu arbeiði aftur í Føroyum. Men nógv ár eru síðan at fólkavald í londum, sum vit vilja samanberast við, hava brúkt slík skitin vápn. Harafturat er hetta stig ein ótrúlig provokatión mótvegis Javnaðarflokkinum, sum eisini er partur av býráðsmeirilutanum, sum Leivur Hansen skal umboða.


Hvør skal

nú ábyrdast Leivur?

Sum sagt so hevur Gerðarrætturin talað og eftir stendur at býráðið hevði ikki sítt bakland í lagi tá tað skrivaði undir sáttmálan við kommunalu løntakararnar. Hetta kann løntakarafelagið ikki ábyrdast fyri, men spurningurin er so hvør skal ábyrdast ? Skal samtyktin í býráðnum feiast undir gólvteppið og gloymast? Flestu okkara ógvaðust við tá hon varð gjørd, og Leivur Hansen skyldar nú nevndarlimum og limunum í starvs- og tænastumannafelagnum eina umbering, og borgarunum í Havn eitt svar, hvat hann nú ger við samtyktina.