Danskir fjølmiðlar í morgun: ­ RÍKISFELAGSSKAPURIN KNIRKAR

Ríkisfundurin í kvøld millum danska forsætisráðharrin, grønlendksa landsstýrisformannin og Føroya Løgmann hevur stóran áhuga í donsku fjølmiðlunum

Jyllandsposturin ger nógv burtur úr málinum í útgávuni í morgun. Blaðið vísir á stríðið millum andstøðuleiðaran í Danmark, Uffe Elleman-Jensen og forsætisráðharran, Poul Nyrup Rasmussen um, hvør skaðar ríkisfelagsskapin meira, Nyrup, sum kemur til Føroya beint undan at bankakanningin verður almannakunngjørd, ella Elleman, sum er lagdur undir at misnýta støðuna í stríði sínum fyri at gerast forsætisráðharri.


­ Rískisfelagsskapurin knirkar, men at siga, at hann er í vanda er at nýta ov stór orð, sigur serfrøðingur í føroyskum viðurskiftum, blaðið hevur tosað við.


­ Málið lendur bleytt - líka mikið, hvussu úrslitið av bankakanningini verður. Verður rapportin kritisk mótvegis donsku stjórnini, fer hon at gera alt fyri at slætta sjógvin, sigur Søren Bo Nielsen, sum er granskigarprofessari og senturleiðari við Handilsháskúlan í Keypmannahavn, sum til í vár var limur í ráðgevandi nevndini hjá forsætisráðharranum við Jyllands-Postin.


Báðir hesir serfrøðingarnir halda, at føroyingar heldur ikki fara at loypa framav, men at alt fellur stillisliga upp á pláss.


Hóast ikki roknað verður við, at føroyingar við bankakanningini fara at krevja loysing her og nú, so staðfestir blaðið, at sjálvt tann dansktsinnaði Sambandsflokkurin eisini er farin at tosa um størri føroyskt sjálvræði.


­ Kanska okkurt í bankakanningini fer at siga okkum, at heimastýrislógin skal endurskoðast - og kann tað eitt nú snúgva seg um samskifti á einum meira formellum grundarlagi, sigur Bjørn á Heygum við blaðið.


Blaðið staðfestir eisini, at onnur halda, at bankakanningin kann gevu summum høvi at pilka við ríkisfelagsskapin.


­ Málið hevur fingið stóra umtalu í fjølmiðlunum í mun til tann búskaparliga týdningin, sum málið hevur. Føroyar stríðast við eina skuld upp á seks milliardir krónur. Bankamálið hevur av summum verið brúkt sum jarnbrot til størri sjálvstýri. Um hetta er serliga reelt, veit eg ikki nú, tí fyrr ella seinni mugu eisini hesir føroyingar hugsa um, hvussu teir so skulu klára seg, sigur formaðurin í ráðgevandi nevndini, Arne Larsen við Jyllands-Postin.


Bæði CD og SF kravdu í gjár, at forsætisráðharrin skjótast gjørligum aftur má fara til Føroyar og verja seg, um bankakanningin vísir seg at vera tyngjandi.