hava longu tryggjað sær víðari luttøku í kappingini. Fyri teir snýr tað seg um ikki at tapa dystin og soleiðis tryggja sær fyrsta pláss í bólkinum. Hin dysturin í bólkinum er millum Australia og Peru. Australia [...] , sum eru við í HM verður avgjørd í dag. Klokkan 15 skal Danmark royna seg móti Frankaríki, sum undan kappingini mundi teljast millum favorittarnar at vinna HM. Spælið hevur kortini ikki verið sannførandi [...] sannførandi, og danir eru tí ikki heilt uttan vónir. Danir eru í eini góðari støðu, nummar tvey í bólkinum við fýra stigum, men teir mangla einans eitt stig fyri at tryggja sær víðari luttøku. Frankaríki hava
høvdu gloymt koyrikortið heima, teir sótu ikki í trygdarbelti, onkur tosaði í handhildnari fartelefon ímeðan hann koyrdi, og á nøkrum bilum vóru lyktirnar ikki eftir forskriftunum. Men annars fekk onkur [...] ós á bilin, og tað ikki loyvt, umframt at onkur varð tikin fyri at vera farin úr bilinum, men at hava latið hann ganga í tómgongd og tað er heldur ikki loyvt. Onkur hevur parkerað í skeivari síðu og latið [...] Nú um dagarnar var løgreglan í Suðuroy og kannaði ferðsluna ymsastaðni í Suðuroynni. Og úrslitið var kanska betri enn tey høvdu vónað - ella kanska verri enn tey høvdu vónað, tað veldst um eygað sum sær
nógv fók í býnum í nátt, men løgreglan sigur, at sum heild var ógvuliga friðarligt. Í nátt gjørdi løgreglan nógv fyribyrjandi arbeiði, og í hesum sambandi vóru átta løgreglufólk at síggja til gongu í miðbýnum [...] miðbýnum í Havn í nátt. Tað er eitt átak, løgreglan ger við jøvnum millumbili í eini roynd at fyribyrgja harðskapi. Og í nátt hendi tað eisini nakrar ferðir, at løgreglan skilti menn sundur, sum vóru farnir [...] fyri løgregluni. Samstundis kannaði løgreglan eisini skeinkistøð bæði í Havn, í Eysturoy og í Klaksvík, men har var einki at finnast at. Í hesum sambandi verður hugt eftir, um ov nógv fólk er inni, um nøkur
ósaklig, so fekk greinin hjá Atla meg at steðga á og hugsa meg um mitt í kampinum. Og eg mátti ásanna fyri mær sjálvum, at eg ikki hevði einagóða sak. Tí hóast øll embætisfólk so ella so arbeiða politiskt [...] tjóðveldisveljarum, sum síðani sendu tey til bløðini – oftast uttan at tey vistu, hvør í veruleikanum hevði skrivað tey. Í onkrum einstøkum føri skrivaði eg enntá viðmerkingar til tað, eg sjálvur hevði skrivað [...] landsstýrinum. Tað var langt uttan fyri mark – og tað var orsøkin til, at Atli Dam ikki fekk nakað svar. Eg hevði ikki mítt uppi á tí turra. Eg havi síðan spurt meg sjálvan, hví eg dálkaði mínar fingrar
Tá vit hyggja í hagtøl yvir gongdina í fólkatalinum í Fámjins kommunu síðan 1990, sæst, at bara í árunum frá 2010 til 2016 er minkingin heili 23 prosent. Hyggja vit so nøkur ár longur aftur - aftur til [...] til 1990 - búgva tá 126 fólk í kommununi ímóti 84 fólkum hin 1. juni í 2016. Gongdin í fólkatalinum í Fámjins kommunu hevur annars verið henda: 1990 (126) 2000 (116) 2010 (107) 2015 (92) 2016 (84) Eyðdis [...] borgarstjóri í Fámjins kommunu, vísir á, at fólkatalið minkar støðugt, tí eingin flytir til bygdina - og tey ungu koma ikki aftur eftir loknað útbúgving. Hon er onga løtu í iva um, at kemur tunnilin ikki til Fámjins
Tað man vera sjáldan, at fótbóltskappingin í bestu deildini hevur verið so lítið darvað av vánaligum veðri, sum hon hevur verið tað í ár. Í dag verður 25. og triði síðsta umfar, og aftur hesaferð verða [...] Veðurvánirnar siga frá nógvum vindi, men tað verður ikki fyrr enn í kvøld, at hann øtlar. Seinnapartin verður sagt frá lítlum lágættarloti, sum seinni snarar í landsynning. Hitin verður millum átta og tólv stig [...] verður ikki svaraður ídag. KÍ er tvey stig undan Víkingi. Harvið ber tað ikki til, at frástøðan millum tvey tey fremstu undan tveimum teimum síðstu umførunum kann verða meiri enn fimm stig. Í dag ÍF-Skála:
rímiliga tungur burður, men nú er nýggja røktarheimið í Vestmanna so reist. Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna sigur, at teir hava rent seg í fleiri trupulleikar á vegnum. - Vit komu fram á nøkur [...] milliónir krónur. Borgarstjórin í Vestmanna væntar, at klárt verður at flyta inn í nýggja røktarheimið á sumri 2012. - Tað er landið, ið setur starvsfólkið, og tí verður tað ikki einsíðis upp til kommununa [...] at bygningurin skal standa liðugur 1. mai komandi ár, men tá er so innbúgv og køkur ikki uppsettur. Tað hoyrir ikki undir hesa arbeiðstøkuna. Men tað er væl møguligt, at hetta arbeiði kann gerast samstundis
leggur upp til, at kommunuval skal verða í úrtíð í 2010 og møguligar útleggingar í 2012 og 2013. - Í dag leggja bý-og bygdaráð ikki bert ætlanir fyri eitt ár í senn, men fyri alt valskeiðið. Íløgur og [...] útbyggingar fyri eitt fýra ára skeið í senn verða stungnar út í kortið, og hetta kunnu kommunalpolitikarar gera, tí skeiðið varar í fýra ár. Møguleikin finst ikki eins og í landspolitikki, at ein borgarstjóri [...] býta landið upp í økir og áleggja kommununum at samstarva, sigur Jørgen Niclasen. Hóast Fólkaflokkurin enn ikki er liðugur at viðgera kommunuálitið, er tó greitt, at flokkurin tekur ikki undir við, at
Tað er ikki so avgerandi, um okkum vantar eitt wc úti í Svínoy ella ein handil í Gásadali. Fáa vit fleiri ferðafólk til landið, skapast eisini fleiri møguleikar. Jørgin Niclasen, landsstýrismaður í ferð [...] marknaðarføring verður tú ikki sæddur. Landsstýrismaðurin er sannførdur um, at ferðavinna í Føroyum hvørki livir ella doyr, um okkum vantar eitt wc í Svínoy ella ein handil í Gásadali. - Fáa vit fleiri [...] okkum uttanlands. Hann heldur tó ikki, at Føroyar kunnu brúka sína fíggjarligu orku hvar sum helst úti í heimi, men at vit eiga at velja út eini 3-4 lond, sum vit í fyrsta lagi skulu satsa upp á. - Hvørji
Hann staðfestir, at tað eru ikki so nógv mál í Løgtinginum hesuferð sum tað onkuntíð hava verið áður. Hann sigur somuleiðis, at nógv tingmál liggja í nevnd og hava ligið í nevnd í rúma tíð og hesar næstu dagarnar [...] Næsta hósdag er ætlanin at hendan tingsetan skal enda og at Løgtingið fer í summarfrí. Hetta er tað, sum formansskapurin í Løgtinginum miðjar eftir, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður. Hann ásannar [...] ásannar, at nógv mál eru eftir at avgreiða, eisini nógv stórmál. Men hann ivast ikki í, at tað ber væl til at avgreiða øll mál væl og virðiliga. Hann heldur enntá, at tað verður neyvan neyðugt at víkja frá