Næsta hósdag er ætlanin at hendan tingsetan skal enda og at Løgtingið fer í summarfrí.
Hetta er tað, sum formansskapurin í Løgtinginum miðjar eftir, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.
Hann ásannar, at nógv mál eru eftir at avgreiða, eisini nógv stórmál.
Men hann ivast ikki í, at tað ber væl til at avgreiða øll mál væl og virðiliga.
Hann heldur enntá, at tað verður neyvan neyðugt at víkja frá tíðarfreistum.
Løgtingið er ofta skuldsett fyri at skrumbla mál ígjøgnum fyri at sleppa til hús.
Men løgtingsformaðurin vísir aftur, at mál fara at verða skrumblað ígjøgnum. Hann staðfestir, at tað eru ikki so nógv mál í Løgtinginum hesuferð sum tað onkuntíð hava verið áður.
Hann sigur somuleiðis, at nógv tingmál liggja í nevnd og hava ligið í nevnd í rúma tíð og hesar næstu dagarnar verða nevndirnar liðugar.
Tá eru málini longu viðgjørd væl og virðiliga, so tað verður neyvan nakar trupulleiki at fáa øll málini avgreidd, um so er, at Løgtingið hevur nakrar langar dagar í næstu viku.
Í morgin er flaggdagur og tá er ongin tingfundur og tað verður heldur ongin tingfundur hósdagin.
Men annars væntar løgtingsformaðurin, at tingfundir verða hvønn dag.
Men sum skilst, er tað ein stórur spurningur um Løgtingið klárar at avgreiða málið um, hvussu makrelurin skal býtast, áðrenn tað fer til húsar.
Tað er ikki vist, at samgongan lukkast at leggja uppskotið fyri Løgtingið. Tað er eisini ein møguleiki, at tað eydnast at fáa tað lagt fram, men at tað ikki eydnast at viðgera tað liðugt.
- Tí verður kanska neyðugt at kalla Løgtingið samanaftur at viðgerða og avgreiða makrelbýtið, sigur Jógvan á Lakjuni.