Røktarheimið í Vestmanna reist

Tað hevur verið ein rímiliga tungur burður, men nú er nýggja røktarheimið í Vestmanna so reist.

Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna sigur, at teir hava rent seg í fleiri trupulleikar á vegnum.
- Vit komu fram á nøkur fornminnir, tá útgrevsturin var fyri, og tað seinkaði so arbeiðinum nakað. Síðani hava vit eisini bíðað eftir, at nýggja stuðulslógin skuldi koma í gildi, sigur Karl A. Olsen.
Tað var J&K Petersen, ið stóð fyri útgraving og jørðarbeiði, meðan Kanyon hevur staðið fyri sjálvari byggingini.
- Tíðarætlanin sigur, at bygningurin skal standa liðugur 1. mai komandi ár, men tá er so innbúgv og køkur ikki uppsettur. Tað hoyrir ikki undir hesa arbeiðstøkuna. Men tað er væl møguligt, at hetta arbeiði kann gerast samstundis, sigur Karl A. Olsen.
Nýggja røktarheimið hevur pláss fyri 24 búfólkum, og borgarstjórin sigur, at teirra tørvur ríkiliga verður nøktaður við hesum heiminum.
- Vit hava seks fólk á einum sambýli, og vit hava nøkur fólk á Mørkini eisini. Men vit koma ikki at fylla nýggja røktarheimið sjálvi. Tað er soleiðis, at fólk úr Kvívík og Vágum kunnu eisini koma inn her hjá okkum, sigur Karl A. Olsen.
Landið letur 700.000 krónur til hvørt búpláss í sambandi við røktarheimsbygging, og tað merkir, at Vestmanna kommuna fær eitt ískoyti til byggingina upp á 16,8 milliónir krónur.
Borgarstjórin í Vestmanna væntar, at klárt verður at flyta inn í nýggja røktarheimið á sumri 2012.
- Tað er landið, ið setur starvsfólkið, og tí verður tað ikki einsíðis upp til kommununa at gera av, júst nær nýggja røktarheimið verður tikið í brúk, sigur Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna.