Einki kommunuval í úrtíð

- Er tað eitt ynski at leggja ávís øki út til kommunurnar fyrr enn ætlað, ber til at býta landið upp í økir og áleggja kommununum at samstarva, sigur Jørgen Niclasen. Hóast Fólkaflokkurin enn ikki er liðugur at viðgera kommunuálitið, er tó greitt, at flokkurin tekur ikki undir við, at kommunuval verður í úrtíð.

- Vit eru av teirri áskoðan, at tað eru kommunurnar, sum tryggja vøkstur og menning kring landið, og tað eru kommunalpolitikararnir, sum kenna best til umstøður og viðurskifti í lokaløkjunum. Tað eru eisini kommunalpolitikararnir, sum kenna best til tørvin, sum ymisku økini í lokaløkjunum hava, og tí gevur tað eisini meining, at økir verða løgd út til kommunurnar at umsita, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins.

Kommunuálitið leggur upp til, at kommunuval skal verða í úrtíð í 2010 og møguligar útleggingar í 2012 og 2013.

- Í dag leggja bý-og bygdaráð ikki bert ætlanir fyri eitt ár í senn, men fyri alt valskeiðið. Íløgur og útbyggingar fyri eitt fýra ára skeið í senn verða stungnar út í kortið, og hetta kunnu kommunalpolitikarar gera, tí skeiðið varar í fýra ár. Møguleikin finst ikki eins og í landspolitikki, at ein borgarstjóri kann skriva út nýval mitt í einum valskeiði, sigur Jørgen Niclasen.

Hann leggur tí dent á, at kommunuval eigur at verða sum ásett í 2012 og heldur, at alt annað er at villeiða veljarar eins væl og valdu bý-og bygdaráðslimirnar.

- Er tað eitt ynski at leggja ávís øki út til kommunurnar at umsita fyrr enn ætlað, ber til at býta landið upp í økir og áleggja kommununum at samstarva, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins.