Veðrið er í parti við fótbóltinum

Aftur í dag vera líkindini at spæla fótbólt av teimum fagrastu

Tað man vera sjáldan, at fótbóltskappingin í bestu deildini hevur verið so lítið darvað av vánaligum veðri, sum hon hevur verið tað í ár.

 

 

Í dag verður 25. og triði síðsta umfar, og aftur hesaferð verða líkindini at spæla fótbólt heilt góð. Veðurvánirnar siga frá nógvum vindi, men tað verður ikki fyrr enn í kvøld, at hann øtlar. Seinnapartin verður sagt frá lítlum lágættarloti, sum seinni snarar í landsynning. Hitin verður millum átta og tólv stig, og tað verður turt og skýggjað loft. Kanska fer sólin at kaga undan.

 

 

Eftir dagsins umfar verður steðgur fram til sunnudagin 16. oktober. At tað ikki verður spælt í landskappingini um eina viku kemst av, at tveir HM undankappingardystir bíða. Fríggjadagin fara Føroyar at spæla á útivølli ímóti Lettlandi, og mánadagin um eina stóra viku verður tað, at Cristiano Ronaldo og Portugal vera gestir á Tórsvølli.

 

 

Tað er heilt víst, at FM spurningurin verður ikki svaraður ídag. KÍ er tvey stig undan Víkingi. Harvið ber tað ikki til, at frástøðan millum tvey tey fremstu undan tveimum teimum síðstu umførunum kann verða meiri enn fimm stig.

 

 

Í dag

ÍF-Skála: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00

Víkingur-TB: Alex Troleis kl. 15.00

B68-HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

B36-NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00

AB-KÍ: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

 

Støðan

http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=792

 

 

Í tveimum teimum síðstu umførunum sær skránin soleiðis út:

26. umfar: KÍ-B68, Víkingur-B36, NSÍ-AB, HB-ÍF og TB-Skála.

27. umfar: ÍF-KÍ, B68-NSÍ, Skála-HB, B36-TB og AB-Víkingur.

Síðsta umfar verður leygardagin 22. oktober.