Fámjin í vanda fyri avtofting

- Fara maskinurnar úr Suðuroynni, eftir at tunnilin til Hvalbiar er boraður, verður seinur dagur, áðrenn tær koma aftur, sigur borgarstjórin í Fámjins kommunu.

Tá vit hyggja í hagtøl yvir gongdina í fólkatalinum í Fámjins kommunu síðan 1990, sæst, at bara í árunum frá 2010 til 2016 er minkingin heili 23 prosent.

 

Hyggja vit so nøkur ár longur aftur - aftur til 1990 - búgva tá 126 fólk í kommununi ímóti 84 fólkum hin 1. juni í 2016. Gongdin í fólkatalinum í Fámjins kommunu hevur annars verið henda:

 

1990 (126)

2000 (116)

2010 (107)

2015 (92)

2016 (84)

 

Eyðdis Ellendersen, borgarstjóri í Fámjins kommunu, vísir á, at fólkatalið minkar støðugt, tí eingin flytir til bygdina - og tey ungu koma ikki aftur eftir loknað útbúgving.

 

Hon er onga løtu í iva um, at kemur tunnilin ikki til Fámjins, soleiðis at sleppast kann undan vegnum um Ørðaskarð, verður tað bara ein spurningur um tíð, nær fólkatalið í Fámjin minkar niður í einki.

 

- Eitt er, at ungdómar, sum veksa upp í Fámjin, eins og flestu onnur vilja nema sær útbúgvingar, men tað, sum ræðir, er, at fólk koma ikki aftur.

 

Eyðdis Ellendersen vísir á, at fólk, sum fyrst flyta úr bygdini, koma ikki aftur, tí eingin tímir av nýggjum at eiga á sær farleiðina um Ørðaskarð.

 

Vegna bygdina og fólkið, sum enn er eftir í Fámjin, heitir borgarstjórin tí inniliga á politisku myndugleikarnar um at bjóða tunnilin til Fámjins út saman við nýggja tunlinum til Hvalbiar.

 

Hon vísir á, at tunnilin til Fámjins verður ein av stytstu tunlunum í Føroyum, kanska sum Leynatunnilin ella so.

 

- Fara maskinurnar fyrst úr Suðuroynni, eftir at tunnilin til Hvalbiar er boraður, vænti eg, at tað verður seinur dagur, áðrenn tær koma aftur, sigur Eyðdis Ellendersen, borgarstjóri í Fámjins kommunu.