ár, men ikki so nógvir sum í fjør. U-16 landsliðsvenjarin hevur alt hetta kappingarárið havt eftirlit við, hvussu hansara dreingir hava vant konditión, men tað hevur U-18 venjarin sjálvandi ikki havt møguleika [...] størri álvara í feløgunum, og tað er sjálvandi rætt fyri teir, sum eru við í fremstu røð, men tað er ikki givið fyri allar, sum spæla í unglingadeildini. Millum teir, sum hava spælt í 1. deild, og sum nú [...] B36, Mortan úr Hørg úr Sumba og Ken Nónklett úr NSÍ. Teir, sum hava fingið venjingarboð eru hesir: Dánjal Pauli Dalbø, Hallur Hansen, Súni Olsen og Omar Pálsson, GÍ, Magnus Poulsen, B68, Klæmint Matras,
geva av nýggjum« (blanda kortini). Tað er sera týdningarmikið, at vit seta skjøtil á til nýggjan leik. At suðringar allir sum ein nú fara at tosa um, hvat gagnar Suðuroynni og ikki bara stara seg blindar [...] Hetta er ikki minni galdandi fyri Sandoynna. »Tað sum gagnar Ford gagnar USA«. (onkur nevnir onnur virkir). Soleiðis skulu vit hugsa í hesum máli. Vegir, berghol og havnir eru bygdar, so tað er ikki eftir [...] Skopun og á Tvøroyri og í Vági. At lív kemur aftur í hesar oyggjar er alneyðugt ikki bara fyri tær, men allar Føroyar. Um ikki suðringar hugsa um Suðuroynna og sandingar um Sandoynna, hvør skal so gera tað
løgtingslimur. Hinvegin kann eg ikki loyva mær ikki at vera við, tá ið eg eri vald. Tá eg stillaði upp, hevði eg als ikki roknað við at verðið vald. Tú hevur valt politikkin kortini? - Ja, tað havi eg onkusvegna [...] við í samfelagskjakinum. Og ikki minst kvinnur á høgravonginum. Konufólk á høgravonginum gera alt ov lítið vart við seg í heila tikið. Hví so er, veit eg ikki. Eg haldi ikki, at konufólk á borgaraliga vonginum [...] umframt ein eftirnølara. Er úttalilsið hjá tær ikki at blása meðan tú hevur mjøl í munninum? - Tað er einki løgið í, at kvinnur ynskja eina karrieru. Tað ber bara ikki til at leggja skyldurnar yvir á samfelagið
billar sær inn, ikki at vilja ganga inn fyri fullveldinum. Slíkt hevur ikki komið fyri áður, hóast nógvar rembingar hava verið í politiska lívinum, síðan hann kom upp í politikk. Metár og kortini Vit hava [...] Rana valdi Anfinn Kallsberg, løgmann til samráðingarleiðara aftaná valið, slapp hann ikki upp í part í Tinganesi. Kortini tykist Jenis av Rana at hava ein leiklut í tí, sum nú fer fram. Teir hóvligu í Tinganesi [...] Støðan á politiska vígvøllinum harðnar í hvørjum, og nú tykist tað eins og samgonguflokkarnir ikki eru so samdir um fullveldisuppskotið, sum Landsstýrið annars vil vera við. Tá tosað verður um teir hóvligu
fluttu av landinum, og mong eru tey, sum enn ikki eru komin heimaftur. Sorgin nívdi og nívir enn. Men hóast kreppan var øgilig og lemjandi, so hevur tað kortini eydnast fólkinum sum heild at koma upp undan [...] felags leiki. Ætlanin er so eisini, at fleiri listagreinar verða við í nýggja tiltakinum, og her kemur ikki minst tónleikurin at hava stóran týdning. Tónaskaldið Knút Olsen hevur játtað at gera nýggja tónleik [...] slíkt tiltak. Áskoðari og leikari hittast Hóast hetta enn bert er í stoypiskeiðini, so er tiltakið kortini við at fáa bein at ganga á. Í hvussu er hava stigtakararnir havt fleiri fundir, har uppgávurnar eru
byggjast í miðbýnum er tikin og hon verður neyvan broytt. Men Ebba Hentze tekur ikki undir við hesari avgerð. ? Eg ivist ikki í, at fleiri av teimum, sum eru við í kappingini halda, at tað hevði verið rættari [...] bygningin aðrastaðni í býnum. Hygg eftir Norðurlandahúsinum til dømis. Tað er ein stóru bygningur, sum ikki liggur í miðbýnum, og tað liggur sera væl fyri. Harafturat sæst út á sjógv haðani, og tað haldi eg [...] rættari at bygt ti nghúsini aðrastaðni enn í miðbýnum, men tey eru kortini farin við í kappingina av tí at tað sjálvsagt er spennandi at verða við í eini slíkari kapping. Talan er jú um eina rættuliga bundna
Eitt nú fáa vit ikki døgnvaktarskipan, áðrenn umsitingin verður løgd út á kommunurnar. Er hetta ikki ein ov kostnaðarkrevjandi skipan? Tað hevði ikki kostað so nógv, um skipanin ikki var til, men so [...] Heimarøktin ikki klárt hevur gjørt vart við, hvørjar tænastur hon kann bjóða. Ikki altíð møguligt at veita tað neyðuga Eitt nú tá sagt verður, at vit kunnu veita alla neyðuga hjálp, so er tað ikki rætt. [...] av tí at Heimarøktin er nýggj skipan, sum ikki fekk pening og arbeiðsmegi til umleggingina. Tá tosað verður um røkt í heiminum, so mugu vit skilja, at tað ikki er tað sama sum røkt á sjúkarhúsi. Heimarøkt
verða tað kortini ikki meira enn seks lið í kappingini hjá monnum. KÍF úr Kollafirði fær helst ikki mannað liðið og noyðist tí at taka seg úr kappingini. ? Støðan er somikið ring, at vit ikki síggja nakran [...] kappingini. ? Tað er óluksáliga spell, sigur hann. ? Satt at siga havi eg ikki tosað við nevndina seinastu dagarnar, so eg veit ikki rættiliga, hvussu landið liggur júst nú, men um tað verður til tað, at [...] fáa spælarar aðrastaðni frá, men tað er ikki so lætt longur, sigur hann. Venjarin hvarv Sum nevnt er ein vika, til landskappingin byrjar, og enn hevur tað ikki eydnast KÍF at fáa nakran venjara. ? Tað
áliti sigur meirilutin, at tað, sum vitulig er, ikki ber til at koma til nakra endaliga niðurstøðu hvørki politiska, búskaparliga ella løgfrøðisliga, men kortini er einki er einki komið fram undir viðgerðini [...] meirilutan í nevndini, so var hugsandi at »samgongunevndarlimirnir« vóru í minniluta. Men so varð ikki. Sum vit hava hoyrt í útvarpinum, so hevur Jenis av Rana gjørt av at taka undir við uppskotinum, treytað [...] viðgerðini av málinum, sum kann sannføra samgongutingmenninar um, at tað ikki skal bera til at skipa Føroyar sum eitt politikst og búskaparligt sjálvstøðugt fullveldi. Heldur tvørturímóti, sigur meirilutin. Fýra
tingum er ikki óvanligt, at andstøðan hevur týðandi formanssessir og hevur meirilutan. -Men um formaðurin ikki er samdur við tí áliti, sum verður lagt fram frá t.d. stjórnarflokkunum, so tekur tú ikki og skiftir [...] fullveldi. Ein orsøk var eisini, at javnaðarflokkurin hevði ikki gjørt nóg nógv fyri at forða teimum víðgongdu í Tinganesi. Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at Jenis av Rana hevur nakra sakliga orsøk til at fáa [...] í nevndina, hava fingið henda møguleika. - Men tá nevndarlimirnir kortini vraka teg sum formann, so má tað vera tí, at teir halda ikki, at tú hevur røkt tína uppgávu til fulnar? - Tað kom nakað fram í