? Eg haldi at tað er vanahugsan at tingbygningurin skal liggja júst har. Tað er eftir míni metan trongskygni, at ein skal kroysta fleiri stórar bygningar niður í ein miðbý, sum frammanundan er fullur, sigur Ebba Hentze, rithøvundur í eini viðmerking um kappingina um eini nýggj tinghús.
? Tað verður einki eftir av Tinghúsvøllinum, tá alt hetta er gjørt, og tí eri eg ímóti. Vit hava brúk fyri grønum blettum í miðbýnum og tinghúsvøllurin er júst ein av teimum, so lat okkum heldur varðveita hann, sigur hon.
Ebba Hentze hevur einki ímóti vinnarauppskotinum hjá Heidi Poulsen og Karl Jákup Danielsen, tí løgtingið skal hava virðiligar umstøður at arbeiða undir.
? Men eg haldi framvegis, at tað hevði verið rættari at bygt henda bygningin aðrastaðni í býnum. Hygg eftir Norðurlandahúsinum til dømis. Tað er ein stóru bygningur, sum ikki liggur í miðbýnum, og tað liggur sera væl fyri. Harafturat sæst út á sjógv haðani, og tað haldi eg eisini, at løgtingið eigur at gera, sigur hon.
Skeiv gongd
Avgerðin um at tað skal byggjast í miðbýnum er tikin og hon verður neyvan broytt. Men Ebba Hentze tekur ikki undir við hesari avgerð.
? Eg ivist ikki í, at fleiri av teimum, sum eru við í kappingini halda, at tað hevði verið rættari at bygt ti nghúsini aðrastaðni enn í miðbýnum, men tey eru kortini farin við í kappingina av tí at tað sjálvsagt er spennandi at verða við í eini slíkari kapping. Talan er jú um eina rættuliga bundna uppgávu, sigur hon, og setur síðani eitt spurnartekin um hvat skal hevnda við ferðsluni í miðbýnum.
Tað sær ikki út til at nakar hevur hugsa beinleiðis um tað.
? Skal Tinghúsvegurin latast aftur fyri ferðslu, hvat so, spyr Ebba Hentze.
? Eg eri samd við Gunnar Hoydal um at teir h eldur áttu at tikið bygningin hjá Telefonverkinum niður, og fyri tann skuld tann hjá Arbeiðsmannafelagnum við, og so gjørt meira fyri at gjørt grøn økir í miðbýnum.
Lat tey gomlu
húsini standa
Tá nú Ebba Hentze er ímóti at bygt verður í miðbýnum, so er skilligt, at hon vil hava tey gomlu húsini standandi í miðbýnum.
? Tey kunnu brúkast til okkurt annað enn til tingarbeiði. Býurin hevur einki býarsavn burturav og tað kundu gomlu tinghúsini verið brúkt til. Vit føroyingar hava eina kenslu av, at hasi húsini eiga at verða har, og tað haldi eg at tey skulu. Tey eru so fitt og gomul, sigur hon.
Ebba Hentze hevur sum so onga viðmerking til, at kappingin var avmarkað til føroyingar, men hon heldur tað í tí sambandinum verða løgið, at fyrireikararnir hava tikið ein útlendskan dómara við í dómsnevndina.
? Tað, sum eg haldi verða løgið er, at ein ókendur íslendskur arkitektur verður valdur inn í dómsnevndina tá eingir útlendskir teknarar eru við í kappingini. Føroyingarnir, sum eru við í kappingini arbeiða næstan allir í Danmark og tí hevði tað eftir míni metan verði munandi rættari, um hesin útlendingurin var dani ístaðin.
? So vítt eg veit, so hav a íslendingar ongan heimskendan arkitekt, meðan danir hava fleiri av slagnum.