men hann er komin fyri seg aftur og verður við í dag. Tað sama verður Bárður Johannesen, sum hevur verið skaddur alla vikuna. ? Vit mugu bara seta okkum upp og gera okkara besta, og so fáa vit at síggja [...] síðani var tað besta í Føroyum. Men síðani tá er nógv broytt, og í dag eru Hannis og beiggin Uni væl eldri enn restin av liðnum. ? Vit hava nógvar nýggjar og ungar spælarar í ár, og tað sæst eisini aftur [...] aftur á úrslitunum, sigur Hannis Wardum. ? Tað er eingin loyna, at H71 er stórfavorittur í dag, men vit fara at gera okkara besta. Hetta er einasti kjansur hjá okkum at fáa nakað burtur úr í ár, sigur hann
uppruna, sína hill so at siga, og frið við tað, teir eru og gera. Tekstirnir eru búnari, ljósari og eitt sindur meira droymandi og friðfyltir nú, enn teir nakrantíð hava verið. Eitt, sum kanska aldri [...] fløgu. Hetta er teirra fimta fløga, og kallast hon »Yield«. Tey eru kanska ikki so nógv, sum longur kennast við navnið Pearl Jam, men teir eru ein sokallaður alternativur rockbólkur úr Seattle. Í 1991 góvu [...] róptu nú um kapp, at Pearl Jam var ein sokkin skúta. Sjálvur hevur Eddie Vedder sagt, at honum dámdi væl, at fløguni gekst, sum tað gjørdi, tí tað gjørdi, at teir kundu kenna seg veruligari, nú teir bert
orku og pening í at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland. Hetta arbeiði er nú so langt ávegis komið, at stundin nú er komin at hugsa meiri um umstøðurnar innlendis. Hugsa grønt Tað fall tí væl saman við [...] livihátt. ? Tað kundi til dømis hugsast, at vit vístu okkara fiskivinnu fram, okkara skipasmíð ella bátasmíð. Eisini tað, at vit kunnu vísa fram søvn, sum eru náttúrlig, hevur týdning, sigur Annika og vísir [...] Og tað er hetta vit eiga at gera okkum dælt av í sambandi við ferðavinnuna. ? Tí er tað av týdningi, at vit fáa eina umhvørvisskipan í sambandi við ferðavinnuna. Og tað er júst nakað, vit fara at leggja
hevði verið uttanlands. Nú kom hann aftur við miklum heiðuri sum kendur krígsmaður. Hann ætlaði at vinna Noreg.« Og soleiðis eru so nógvar søgur. Um tær eru álítandi, fara vit ikki at gera so nógv við [...] føddur í 995, var hann bert 12 ára gamal, tá hann fór uttanlands í víking, um vit samstundis halda okkum til søguna, vit júst hava hoyrt. Men hann gjørdist verndarhalgimenni Noregs, og haðani stava ikki [...] sigur frá Ólavi Kongi, sum hevur ikki sæð hann.« Og tað er púra vist, at so mangar søgur, sum sagdar eru um Ólav kong Haraldsson ella Ólav hin Heilaga, verður torført at finna makan til aðrastaðni. Tað skuldi
teir á Falklandsoyggjunum eru í nøkunlunda somu støðu sum vit føroyingar. Teir eru komnir eitt vet longur enn vit, tí fyrsta útbjóðingarumfarið hevur verið og fyrstu loyvini eru latin feløgum, sum fara undir [...] úr øðrum londum. -Men eru nóg nógvir pengar í samfelagnum til at hava tvey privat oljufeløg og er ikki vandi í at binda stórar peningarupphæddir í slík feløg longu nú! -Venda vit nú hetta á høvdið og spyrja [...] sigur annars, at øll eru vælkomin til at gera íløgur í felagið. Almennan oljupolitikk fyrst! Uppá fyrispurning um vit ikki eiga at fáa ein almennan oljupolitikk uppá pláss, áðrenn vit fara út og stovna fleiri
landsstýrið eru komin til eina semju. Ein nevnd er sett, við einum umboði úr hvørjum flokki, sum skal taka støðu til málið. Tingið arbeiðir við málinum í vikuni Bjørn á Heygum, tingmaður, sigur, at nú hava umboðini [...] sagt ikki ráð til annað. Vera vit ósamd nú, standa vit veikari, og tað kemur bert donsku stjórnini til góðar, sigur Bjørn á Heygum. Hann vil ikki siga, hvørt niðurstøðan er sundurgreinað ella um hon bert [...] greitt, at vit fara at krevja stjórnina eftir einum endurgjaldi, men hvussu nógv vit fara at krevja, veit eg ikki, sigur Bjørn á Heygum. Hvat er tað minstakravið? Tað er júst hetta, sum vit politiskt
tryggjast í framtíðini. ? Tað eru vit ikki heilt samdir um. Hinvegin vóru vit samdir um, at teir báðir seldu sín partapening til okkara. Finnur Kjølbro sigur, at teir nú vilja hava frið at arbeiða við [...] ætlaninar sum vóru í byrjanini, tær eru har ikki longur. ? Partaeigararnir kundu ikki semjast um, á hvønn hátt kapitaltilføringin skuldi gerast, og tí samdust vit um, at vit seldu okkara partapening til Norðoya [...] frammi. Men meðan nevndin hevur arbeitt er komið fram, at teir eru ikki heilt samdir um hvussu hetta arbeiðið skal gerast. Tó er nevndin komin til ta niðurstøðu, at skilabest er at teir báðir selja síni partabrøv
veita hesar vørur og tænastur. Men uppi í hesumtølum eru eisini lønir. Siga vit, at lønirnar í sambandi til oljuna eru 10%, av reiðskapinum eru tær 25%, viðlíkahaldi 60% og av proviantinum er 10%, lønir [...] Somuleiðis eru teir skerdir í royndunum eftir svartkalva. Klára seg skjótt sjálvi Reiðarin í Vági sigur, at hesir 12 djúpvatnstrolarnir fáa 14 milliónir um árið í íløgustuðuli. Teir eru nú við at koma [...] seg sjálvir. Restskuldin í trolarunum er nú komin niður á eitt slíkt støðið, at høvdu teir fingið íløgustuðul eini trý-fimm ár aftrurat, høvdu tey verið komin um tað ringasta, og høvdu kunnað klára seg
sjónvarpsnevndin sum innstillaði stjórastarvið til landsstýrismannin, og hon verður tikin av nú. Tvs, at nú standa sjónvarpsstjórin og útvarpsstjórin beinleiðis til svars fyri landsstýrismanninum. Hevði [...] Vit góðtaka ikki eitt politiskt trýst. Men prinsipielt er vandin fyri politiskum trýsti til staðar. Tí heldur Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, at tað hevði verið áhugavert at reist spurningin um [...] um at gjørt sjónvarpið enn meiri leyst av politiska valdninum, enn tað er nú. Hann heldur, at millum annað kundi tað verið áhugavert at kanna fyrimunirnar og vansarnar við at gera Sjónvarp Føroya til eitt
gina. Tvørturímóti. Vit skjóta upp eina ráðstevnu í ár, har vit og aðrir kunnu fáa sakligar upplýsingar um møgulig brek á heimastýrislógini, og hvussu bøtast kann um. Tað, sum vit hava sagt nei til, er [...] ini, so vil Sambandsflokkurin taka upp samráðingar við hesar flokkar. Eru uppskotini skilagóð, taka vit undir við teimum. Men vit krevja, at javnaðarmenn og aðrir tora at bera fram, hvat teir veruliga [...] Grundgevingarnar eru fyri tað fyrsta, at 30% av sambandsveljarunum vilja hava meiri sjálvstýri og fyri tað næsta, at undirritaði fær lítla undirtøku sum løgmansevni. Ein triðja grundgevingin er, at skrivari