Í farnu viku gav amerikanski rockbólkurin Pearl Jam út fløgu. Hetta er teirra fimta fløga, og kallast hon »Yield«.
Tey eru kanska ikki so nógv, sum longur kennast við navnið Pearl Jam, men teir eru ein sokallaður alternativur rockbólkur úr Seattle. Í 1991 góvu teir sína fyrstu fløgu, »Ten«, út. At byrja við gjørdi hon ikki stórvegis um seg, men miðskeiðis í 1992 stormaði hon inn á alheims pallin og staðfesti Pearl Jam sum ein tann mest nýskapandi og slóðbrótandi bólkin í nýggjari tíð. Eitt, sum kanska eisini ávirkaði hesa gongd, var ein annar bólkur úr Seattle, ið bar navnið Nirvana. Í 1991 høvdu teir eitt ótrúliga stórt »hitt« við »Smells Like Teen Spirit«, eitt lag, ið var einfalt og punk-líknandi, og sum kanska serliga talaði til tað yngra ættarliðið og gav teimum eitt nýtt mál ? ella heldur blásti lív í eina rørslu ? sum ikki hevði andað leingi. Ungdómurin byrjaði brádliga at tosa opið og alment um trupulleikar, rótloysi, fremmandakenslur og líkasælu við verðina sum tað, ið eyðmerkti tíðarandan og livikor teirra. Tað, at hetta gjørdist so modernað, førdi við sær, at plátufeløg tevjaðu, at okkurt var í ferð við at henda millum tey ungu. Kikarin varð settur móti Seattle, og brádliga vórðu bólkar góðir og kendir, bert tí teir vóru úr rætta býi. »Grunge« varð felagsheitið fyri hesum nýggja og alternativa stíli. Hetta orð umfataði allar bólkar, ið fylgdu hesum floymi, uttan mun til hvussu ymiskir teir vóru hvør frá øðrum. Bólkar, ið høvdu livað sína tíð ókendir úti í tøgnini, fyltu gerandisdagin hjá flest øllum ungum. Henda »trend« tók skap í USA, men breiddi seg via Bretland yvir alt Europa og allan heimin og kom sjálvandi eisini hendavegin.
Í mun til eitt nú Nirvana, var tónleikurin hjá Pearl Jam ikki so einfaldur og lurtaravinarligur. Har Nirvana kanska fyrst og fremst var sprottin úr punksiðinum, høvdu Pearl Jam røtur í tí meiri amerikanska rockinum, har arvurin frá bólkum so sum Led Zeppelin, Jimi Hendrix (ið eisini var úr Seattle), The Who, Fugazi og Neil Young, sást heilt týðuliga. Tað, sum sermerkti Pearl Jam í alstóran mun var sangarin, Eddie Vedder. Hann hevði eina inniliga og djúpa rødd, sum samstundis var hørð, hvøss og rá alt í senn. Hann grundlegði við sínum stíli ein nýggjan skúla, at kalla, fyri sangarar, ið inntil hetta hildu seg meiri til ta høgu, og kanska heldur falsettstýrdu røddina, sum hevði eyðkent sangararnar í 1980unum. Ein av teimum fyrstu blaðmonnunum, ið ummælti fyrstu fløguna hjá Pearl Jam, segði: »at hoyra Eddie Vedder syngja, fær meg at hugsa um ein stungnan hval, ið pínist svárliga, men undir hesum býr ein vøkur og innilig sál, ið støðugt oysir upp úr sínum djúpastu loyndarmálum«. Hetta stóðst ikki minst av tekstunum, ið komu fram við málum, sum neyvan vóru sædd áður innan rocktónleikin.
Sangirnir tosaðu frítt og beinleiðis um pínu, neyð, longsul, angist og friðloysi. Fyrsta stakfløgan av plátuni »Ten« varð lagið »Alive«. Hetta er ein syrgilig søga um ein drong, ið fær at vita, at tann, sum hann øll barnaár síni hevur rópt pápa, í veruleikanum ikki er pápi hansara, og veruligi pápin er deyður. Hetta er søgan um truplan barndóm, um ein ungan drong, ið missir alt álit á kærleika, familju, fyrimyndum og myndugleikum. Hetta snúði seg um misnýtslu, incest og onnur viðurskifti, ið ikki vórðu havd frammi í vanliga gerandisdegnum, ella í tónleikinum, sum í 80unum snúði seg um smyrsl, glitur og sukursøtan popp-kærleika. Tekstir um sjálvmorð, mistan kærleika og djúpa angist gjørdust brádliga nýggjasti móti, og Eddie Vedder varð, uttan at hava nakað at siga, kosin talsmaður hjá øllum plágaðum sálum, ið reikaðu um, leitandi eftir onkrum at halda seg í. Pearl Jam gjørdust, saman við Nirvana, uppá ófatiliga stutta tíð ein av heimsins allarstørstu rockbólkum.
»Admire me,
admire my home,
admire my song, admire my clothes«
(»Do the Evolution«
av fløguni »Yield«)
Fyri ein so at siga spildurnýggjan bólk tóktist hetta at vera alt ov nógv at skula svølgja. Stóra trýstið, nógva ferðingin og hetjutilbiðanin gjørdist ov mikið fyri limirnar í Pearl Jam, og teir fingu ikki tíð at fóta sær og finna sín grundvøll í stóra samanhanginum. Teir funnu ikki teirra pláss, og bólkurin var um at upploysast, áðrenn hann hevði fingið stundir at grógva og rótfesta seg í sær sjálvum. Ungdómurin hevði fingið eina hetju at dýrka, onkran at gráta síni tár fyri seg, men hetta legði seg tungt á eina smædna og viðkvæma sál, ið gongur so djúpt inn í tað, hon ger, sum støðan er tað hjá Eddie Vedder. Hetta ráðaloysi førdi við sær, at teir kvettu so gott sum alt samband við almenningin, tað vil siga fjølmiðlarnar.
»Banned by name,
the name
they gave me, the name I´m letting go«
(»Brain of J«
av fløguni »Yield«)
Hetta endaði við, at tá næsta fløga teirra »Vs.« kom út, noktaðu teir at traðka fram í sjónvarpi og útvarpi. Einasta undantakið varð, tá líkið av sangaranum í Nirvana, Kurt Cobain, varð funnið, aftaná hann hevði gjørt sjálvmorð. Tá tosaðu Eddie Vedder og bass-spælarin Jeff Ament við MTV, har teir bóðu fólk um at hugsa seg um, tí at teir eisini bert vóru menniskju, ið ikki toldu meiri enn eitt víst. Fyri at undirstrika hetta, noktaðu Pearl Jam at gera nakað videolag. Hetta gjørdi, at MTV ikki hevði nakran møguleika at vísa teir, og soleiðis minkaði altjóða marknaðarføringin í stóran mun. Serliga Bretland og vit í Europa tóktust at missa teir úr eygsjón. Hóast hetta gjørdist »Vs.« ein tann skjótast og mest selda fløgan í USA nakrantíð. Tónleikurin var hesu ferð merktur av øði, aggressiónum og hvøssum tekstum, ið ikki lótu nógv vera ósagt. Eddie Vedder tóktist beiskur og troyttur av teimum, ið høvdu skírt hann pínslunnar talsmann og hetju.
»Paint Ed big,
Turn Ed into
One of his enemies,
It?s my Blood«
(»Blood«
av fløguni »Vs.«)
Pearl Jam gliðu so við og við longur og longri burtur frá teirra »almenna lívi«, og tær næstu fløgurnar seldu tískil verri enn so eins nógv og tær undanfarnu. Aftaná »Vs.« hava teir neyvan havt nakað »hitt«. Í 1994 kom triðja fløgan »Vitalogy« út, og tó at hon seldi væl í USA, og eisini verður roknað sum ein væleydnað fløga, gjørdi hon lítið hóvasták her. Henda fløga varð kanska eitt sindur merkt av ráðaloysi, og eitt sindur mistum huga eftir at kenna samhuga við verðini. Her eru góð løg, treyðugt so, men eisini nøkur, ið neyvan kunnu kallast sangir. Serliga hugsi eg um eitt, ið nevnist »Bugs«, har bert ein illa farin og allarhelst avgomul pumpiharmonika spælir undir, meðan ein týðiliga rúsaður Eddie Vedder ramsar plágur sínar upp, og hvussu lítið hann orkar at muta ímóti. Sum bólkur tóktist Pearl Jam viknaður nakað, sjálvt um teir tónleikaliga ikki vóru afturfarnir, men tað var kanska slit, ið var farið at gera um seg. Men tey vøkru og sera atmosferisku løgini, sum avgjørt er ein styrki hjá Pearl Jam og Eddie Vedder, vóru ikki horvin.
»I don?t want to take
what you can?t give
I would rather starve
than eat your breast«
(»Corduroy«
av fløguni »Vitalogy«)
Síðani kom fjórða fløgan, »No Code«, í 1996. Hon varð av nógvum skírd ein vánalig fløga, og varð søluliga ein niðurtúrur fyri Pearl Jam. Ikki tí, at limirnir í bólkinum endiliga høvdu so ilt av tí ? kanska tvørturímóti ? men fjølmiðlarnir og tabloidbløðini róptu nú um kapp, at Pearl Jam var ein sokkin skúta. Sjálvur hevur Eddie Vedder sagt, at honum dámdi væl, at fløguni gekst, sum tað gjørdi, tí tað gjørdi, at teir kundu kenna seg veruligari, nú teir bert vóru ein nógv seljandi bólkur, heldur enn »ein tann størsti«. Í veruleikanum var »No Code« ein ógvuliga eksperimenterandi fløga, ið avgjørt vísti inn á nýggjar leiðir, ið als ikki eru so óspennandi, sum nógv kanska høvdu hug at halda. Konsertferðirnar vórðu eisini væl vitjaðar. Pearl Jam hevur altíð havt eina trúgva kjarnu av viðhaldsfólki, og tey eru neyvan so fá, heldur ikki her á landi.
»There´s a sun
around the bend«
(»Around the Bend«
av fløguni »No Code«)
Í veruleikanum kann sigast, at Pearl Jam, heldur enn at søkka, vóru í ferð við at koma fyri seg aftur. Teir byrjaðu miðskeiðis í fjør at samskifta alt meiri við útvarpsstøðir í USA, og høvdu fleiri konsertir, ið vórðu sendar. Graml hevur enntá verið at hoyrt um, at teir ætla at fara at gera okkurt videolag í nærmastu framtíð, men tað er fyribils ikki játtað. Á »No Code« var nýggi trummuspælarin Jack Irons, sum hevur spælt í Red Hot Chili Peppers, at hoyra, og hann verður sagdur at hava bjargað lívinum hjá Pearl Jam.
Á »Yield« hoyrast eisini týðiligar avleiðingar av leitanini inn á nýggjari tónleikaligar leiðir, sum til dømis tær báðar seinastu fløgurnar bóru boð um, men samstundis eru løgini vorðin meiri heilskapt, og Eddie Vedder tykist at hava funnið sterka pennin fram aftur. Pearl Jam tykist at hava funnið sín sanna tónleikaliga uppruna, sína hill so at siga, og frið við tað, teir eru og gera. Tekstirnir eru búnari, ljósari og eitt sindur meira droymandi og friðfyltir nú, enn teir nakrantíð hava verið. Eitt, sum kanska aldri hevur verið frammarlaga hjá Eddie Vedder, er humor. Hann hevur sjálvur sagt, at hann tekur tað, hann ger, í fullum álvara ? kanska ov fullum ? men at hann samstundis er spentari, hvat framtíðini viðvíkur, við øllum teimum tøknfrøðiligu broytingunum. Hetta sæst kanska serliga aftur í tveimum løgum, »Do the Evolution« og »Brain of J« (har serliga tað seinna næstan er stuttligt ? ein lítil søga um heilan hjá John F. Kennedy, sum jú datt á gólv og fór í knús, tá líkið skuldi flúgvast onkustaðni ? men tað er ikki nøkur speirekan mótvegis fyrrverandi forsetanum, men heldur ein eygleiðing av, hvussu absurd dýrkanin av hetjuni, heldur enn virðingin fyri persóninum aftanfyri, í veruleikanum er). Poesiin í yrkingunum er eisini á høgum støði, og tað í sær sjálvum er ein fragd av síggja. Maðurin er enn søkjandi, men kennir seg meiri heima, og torir betri at siga sínar kenslur og dreymar, tí sálin hevur meiri frið á sær. Løgini sjálv eru eisini lættari, meiri umfevnandi og eisini meiri melodiøs enn tey kanska nakrantíð hava verið, og Pearl Jam ljóðar meiri enn nakrantíð, sum ein bólkur, ið veruliga vil tað, hann ger.
»It?s Evolution, baby«.
»I?ll stop trying to
make a difference,
I?m not trying
to make a difference,
no way«
(»No Way«
av fløguni »Yield«)










