Edvard Joensen
Orðatakið sigur, at: »Mangur sigur frá Ólavi Kongi, sum hevur ikki sæð hann.« Og tað er púra vist, at so mangar søgur, sum sagdar eru um Ólav kong Haraldsson ella Ólav hin Heilaga, verður torført at finna makan til aðrastaðni. Tað skuldi kanska verið Paulus, sum umframt Jesus sjálvan hevur fingið líka nógvar søgur tengdar at sær í kristna heiminum.
Ein søgn byrjar soleiðis: »Ein heystardag í árinum 1015 stevndu tvær skútur, fullsettar av hermonnum, móti oynni Selja við Stat í Noregi. Hetta vóru víkingar, sum komu heim aftur eftir ferð í Englandi. Teir fylgdu unga skyldmanni Haralds Hárfagra, Ólavi Haraldssyni, sum í átta ár hevði verið uttanlands. Nú kom hann aftur við miklum heiðuri sum kendur krígsmaður. Hann ætlaði at vinna Noreg.«
Og soleiðis eru so nógvar søgur. Um tær eru álítandi, fara vit ikki at gera so nógv við her. Bert ásanna, at varð Ólavur Haraldsson, sum menn vilja vera við, føddur í 995, var hann bert 12 ára gamal, tá hann fór uttanlands í víking, um vit samstundis halda okkum til søguna, vit júst hava hoyrt.
Men hann gjørdist verndarhalgimenni Noregs, og haðani stava ikki so fáar søgur um hann.
Ólavur Kongur hin Heilagi fall á Stiklastøðum hin 29. juli 1030, og longu har byrja halgisøgurnar at taka seg upp. Ein teirra er, at sólarmyrking legðist yvir landið, eftir at kongur var deyður.
Rætt er, at sólarmyrking var í Noreg um tað mundið, men ikki fyrr enn tann 31. august, hava menn roknað seg fram til. Men eingin ivi er um, at viðhaldsfólk kongs hava lagt rættiliga stóran týdning í hetta, at sjálvt Sólin hvarv, tá kongurin doyði.
Men so skal sigast, at hetta við sólarmyrking, tá onkrar ógvusligar hendingar fara fram, er ikki nakað óvanligt at síggja aftur í seinni frásagnum um tilburðin. Og ivaleyst er, at tað er ávirkað av tí, sum Lukas sigur frá, at myrkur, sum vardi í tríggjar tímar, kom um alt landið, tá Jesus varð krossfestur.
Millum mongu undrini, sum hendu fyrstu tíðina eftir deyða Ólavs Heilaga, vóru, at hár og neglir hansara hildu á at vaksa, og at blind og sjúk vórðu lekt, tá tey komu fram at kistu hansara. Og so seint sum í árinum 1066 kliptu tey neglir og hár á líkinum. Men síðan varð kistan afturlatin.
Og tað var rættiliga skjótt, at fólk fóru at gera pílagrímsferðir til Nidaros til tess at síggja hesi undur. Longu søguskrivarin Adam av Bremen, sum er deyður umleið ár 1085, skrivar soleiðis um hesar pílagrímsferðir til Nidaros:
»Høvuðsstaður norðmanna er Trondheim, sum nú er prýddur við fleiri kirkjum og verður dúgliga vitjaður av nógvum fólki. Har liggur likami av Ólavi sála, hann, sum var kongur og blóðvitni. Við grøv hans ger Harrin í dag stór heilsubótarundur, so tey, sum ikki eru mistrúgvin, fáa hjálp av góðgerðum halgimansins. Og tey koma í stórum tali, eisini úr londum langt burturi. Ferðavegurin er soleiðis, at tey, sum fara við skipi úr Aalborg ella Vendel í Danmark, koma eftir einum degi til norðmannabýin Vik (tað er Tønsberg). Haðani verður siglt fram við Noregs strondum, og verður so fimta dagin komið til Trondheim. Eisini ber til at fara annan veg úr Skaane í Danmark til Trondheim, men hesin vegurin er yvir land og ógvuliga hættisligur, og tí aftra ferðafólk seg við at nýta hann.«
Rættiliga nógvar av søgunum um Ólav Kong siga frá missiónsferðum og kirkjubygging. Kristnanin av Noreg var ein týðandi partur av hansara lívsverki, og mong vilja halda tann allarstørsti. Heimskringla sigur nógv um ferðir hansara í Noreg til tess at byggja kirkjur, og haðani stava ivaleyst eisini nógvar av søgunum. Broyttar alt eftir, hvar í landinum tær hava verið sagdar. Hóast lítið sannlíkt er, at Ólavur Kongur hevur verið á hvørjum garði í Noreg, er neyvan stað, har ikki einhvør søgn er um okkurt, hann skal hava útint júst har.
Ein søgn er, at einaferð hann kom til ein garð, har bóndi nevndur Thorstein búði, kravdi hann, at kirkja skuldi byggjast. Thorstein stóð í bønum og sló. Hann noktaði at gera eftir boðum kongs, og helt á at sláa. Men hann var so sintur og trýsti so hart á orvið, at sveipirnir enn síggjast í vøllinum, har hann stóð.
Ein onnur - og kanska tann best kenda søgan um hesar kristniferðir kongs - er um, tá hann hitti Dala-Gudbrand á Hundtorp. Hana kenna føroyingar rættiliga væl millum annað frá Gudbrandskvæðinum, sum javnan verður kvøðið í føroyskum dansi.
Ólavur hin Heilagi hevur verið mintur um stórar partar av Europa. Alt frá Baltisku londunum um Bretland og suður um Ermasund til Fraklands. Men bestir tykjast føroyingar kortini hava verið við hann, og ongastaðni er hann sum í Føroyum framvegis í metum í dag.
Og føroyingar hava eisini kallað skip síni upp eftir honum. Kend eru til dømis nøvn sum Ólavur Hvíti og Ólavur Halgi. Hesin seinni hevur havt serstøðu í føroyskari skipasøgu, og er eisini bók skrivað um hann. Og enn í dag kjakast tingmenn í Føroyum um mál, sum Ólavur Halgi er partur av.