Grundgevingarnar eru fyri tað fyrsta, at 30% av sambandsveljarunum vilja hava meiri sjálvstýri og fyri tað næsta, at undirritaði fær lítla undirtøku sum løgmansevni. Ein triðja grundgevingin er, at skrivari Sambandsfloksins vil sleppa av við ríkisstuðulin. Ongin av hesum grundgevingum kann nýtast.
Broytingar í ríkis-
felagsskapinum
Í viðtøkum Sambandsfloksins hevur leingi staðið: »Sambandsflokkurin var við til at orða og at samtykkja heimastýrislógina, og hann er tí eisini til reiðar at gera tær stjórnarligu broytingar, ið hann heldur tæna fólkinum best«. Um tað eru 20% ella 30% ella fleiri, sum t.d. vilja broyta heimastýrislógina, eiga tey at leggja fyri flokkin, hvørjar broytingar tey vilja hava, og málið verður tikið til viðgerðar. Ein meiriluti í flokkinum skal so taka støðu til, um hesin vilji lýkur treytirnar í viðtøkunum.
Sambandsflokkurin sigur ikki nei til at broyta heimastýrislógina. Tvørturímóti. Vit skjóta upp eina ráðstevnu í ár, har vit og aðrir kunnu fáa sakligar upplýsingar um møgulig brek á heimastýrislógini, og hvussu bøtast kann um.
Tað, sum vit hava sagt nei til, er at Tjóðveldisflokkurin (avgjørdur loysingarflokkur), Fólkaflokkurin (nú avgjørdur loysingarflokkur) og Javnaðarflokkurin (vil gera klárt til loysingina) saman við hinum yvirtøku- og loysingarflokkunum fáa blanco fulltrú til okkara vegna at fyrireika og skipa fyri loysingini.
Løgmansevni
Sambandsfloksins
At sambandsveljarar ikki alment vilja taka støðu til, hvønn teir vilja hava sum løgmansevni næstu ferð, gevur heldur ikki trupulleikar. Í tveimum veljarakanningum hevur úrslitið verið ávikavist 7% og 9% til mín, ta seinnu ferðina 16 ferðir fleiri enn næsti maður.
Ynski skrivarans
At skrivari Sambandsfloksins vil reka ein politikk, sum ger, at vit hava minni tørv á ríkisstuðlinum, er einki nýtt. Tað hevur altíð verið málið hjá Sambandsflokkinum. Skrivarin er ivaleyst fult greiður um, at hetta er bert møguligt, um fíggjarpolitikkurin hjá Sambandsflokkinum verður rikin. Her gongur sjón fyri søgn.
Hvat er tað, sum pínir
Javnaðarflokkin?
Tað er tann sama ræðslan fyri at standa til svars fyri úrslitunum av sínum egna politikki. Hetta sæst eisini í somu oddagrein, har stendur: »Kenna vit Sambandsflokkin rætt, setur hann seg helst uttanfyri, so hann aftan á kann siga, at tað vóru hinir, sum gjørdu broytingar, eins og hann hevur gjørt áður«. Tað er hetta, sum pínir javnaðarmenn inn at sálini.
Teir vita betur enn nakar, at Sambandsflokkurin setti seg ikki uttan fyri í 1974, 1978 ella 1985. Hann bleiv settur uttanfyri. Tað bleiv hann ikki í 1981, tá allur fiskiflotin varð koyrdur fastur, og tá samfelagið annars var í fíggjarkreppu. Tað bleiv hann heldur ikki í 1994, tá samfelagið Føroyar var farið á húsagang.
Javnaðarflokkurin varð ikki settur uttan fyri í 1981. Hann tordi ikki at vera við í neyðugu uppruddingini. Hann varð heldur ikki settur uttan fyri í 1994. Hann byrjað at luttaka í hesi upprudding, men kláraði ikki at halda út. Javnaðarflokkurin setti seg sjálvan uttan fyri í 1994 í hálvum valskeiði.
Og tann beiskasti bitin er, at javnaðarmenn vita ov væl, at meðan sambandsmenn vórðu settir uttanfyri, koyrdu teir saman við hinum yvirtøku- og loysingarflokkunum Føroyar á húsa-gang. Teir vita eisini fullvæl, at uppruddingararbeiðið aftan á fíggjarligu trupulleikarnar í 1980 og aftan á húsagangin í 1993 hevði ikki verið gjørt til lítar, tók Sambandsflokkurin ikki um endan.
Heilt bevíst brúkar Javnaðarflokkurin heimastýrislógina at skylda upp á fyri at fáa fólk at gloyma, at tað var Javnaðarflokkurin, sum stóð á odda fyri tí politikki, sum førdi til húsagangin.
Samráðingarnar aftaná
løgtingsvalið
Javnaðarflokkurin hevur funnið útav, at ongin flokkur fer í samgongu við Sambandsflokkin, um hann ikki vil gera munandi broytingar í ríkisfelagsskapsviðurskiftunum. Hetta er heldur onki nýtt. Hetta varð endurtikið upp í saman í árunum frá 1974 til 1981 og í árunum 1985 og úteftir.
Ongin skal ivast í, at koma loysingarflokkarnir, óansæð um tað er Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin ella aðrir flokkar við ítøkiligum uppskotum til broytingar av heimastýrislógini, so vil Sambandsflokkurin taka upp samráðingar við hesar flokkar. Eru uppskotini skilagóð, taka vit undir við teimum.
Men vit krevja, at javnaðarmenn og aðrir tora at bera fram, hvat teir veruliga ætla at broyta og fremja. Tað tora teir ikki. Les aftursvarið hjá formanni Javnaðarfloksins til Finnboga Ísakson, sum stendur á somu síðu á sama blað sum oddagreinin.
Edmund Joensen,
løgmaður