læknin avger hvat og hvussu, er alt dapurt, men tá ið sjúklingarnir sjálvir sleppa at gera av, hvat ið teir skulu ella ikki, tá valdar tann bjarta vónin. Páll hugsar við sær sjálvum, at kanska hevur onkur bara [...] spælir hon við sum onnur børn, og tað ber illa til. Avmyndingin av teimum tuberklasjúku verður til dreym og skaldskap, og tann beiski veruleikin hevur hug at fána burtur. Tann mest hjartanemandi lýsingin [...] Tað skerst ikki burtur, at "Dalurin fagri" er tunglisin, og at tú serliga í fyrstani mást lesa umaftur fyri yvirhøvur at finna út, hvat ið gongur fyri seg. Skaldsøgan "Undir suðurstjørnum" var heldur
Føroyar, fært tú teg illa nokk at anda. Tí ongantíð áður hevur forsætisráðharrin verið so bersøgin sum hesaferð. Hann hevur tikið ullina úr munninum. Og fyrsta fatanin, tú fært, er, at hann hevur hug at reiggja [...] hon eitt fólk, sum tú bara kanst hava virðing fyri, tá tú kennir hana. Ikki minst eftir at hava lisið bókina ²Um Kirsten², eru teir báðir samdir um. Teir vísa á, at hon millum annað hevur avdúkað fíggjargølur [...] nú liðugur at seta samrøðurnar saman. Í telefonini hevur hann Útvarp Føroya: ²Tú, Bjarni, eg havi tvey innsløg klár, sum skulu við nú á døgurða. Ert tú klárur at taka ímóti?² Hann trýstur á ein knøtt, og
At siga, at Havana hevur sæð betri dagar, er ikki at taka munnin ov fullan. Hesin staðurin, sum so mangan hevur verið bæði sungið og skrivað um, hevur av sonnum verið ein verðinsbýur í sínum vælmaktsdøgum [...] sjónligt. Allastaðni verður tú steðgaður av fólki, sum vilja selja eitthvørt. Serliga sigarir. Ella tey vilja veita tær ymsar tænastur, sum tey nú halda, ferðamaðurin hevur brúk fyri. Av teimum fyrstu [...] eftir varð filmur gjørdur yvir søguna. Men alt hevur sína tíð, og soleiðis er eisini við býarinnar mæti. Havana er í dag langt frá tí, hann einaferð hevur verið. Tann angi, ið dag er yvir býnum, er ikki
Í fjarskotnum fjallabygdum í Andesfjøllunum, har tað ofta eru fleiri dagsferðir á rossabaki ella til gongu til lækna, læra økislæknar - berfótarlæknar - at brúka bæði modernaðan og traditionellan heilvág [...] økislæknarnar, vísa medis-inmannin og økislæknan til arbeiðis, vísa hvussu læknaurtirnar verða heystaðar og gjørdar til urtamedisin og lurta eftir hvat fólkið og læknarnir halda um fyrimunir og vansar [...] og kalla sál aftur í likam, sum hon er farin úr. Send spurningar og viðmerkingar tínar til comet@ inet.uni2.dk, og tú fært svar beinleiðis úr Bolivia. Mitt í heimssøguni og kortini uttanfyri Jallqua-rnir
hjálpa eitt sindur. Og so Høgni!! Hvat er hattar fyri nakað. Taka einaráðandi avgerðir í happadráttargrunninum. Hetta hevur tú gjørt, tí tú situr á báðum hestunum, og tú veit, at hinir limirnir í happad [...] Sum brúkari hevur man rætt til eina sakliga viðgerð, harragud, hettar eru fólk, ið kanska kunnu sleppa frá at verða løgd undir skurð og enntá fáa enn betur úrslit enn við skurðviðgerð. Ein mánaður á Move [...] hettar er fyri intensiva venjing í fýra vikur. Hvat kostar ein skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum við eftirfylgjandi uppvenjing í Hornbæk í fýra vikur ella meir?? Neyvan undir tær 30.000 kr, sama úrslit
ið, sum løgmaður eisini hevur skrivað undir. Har er støðan hjá samgonguni til fullveldi o.a. viðgjørt. Men tá løgmaður hevur verið spurdur, hvørja meining og meting hann hevur av teimum ymsu málunum og [...] síggja, hvat vit semjast um í tí prosessini, sum nú kemur. Tað ber ikki til hjá mær at fara út í eitt orðaskifti um samráðingarupplegg og heldur ikki um, hvat hvør skal geva seg og ikki. Eg appeleri til allar [...] allar flokkar um at vera við til at fáa tað best hugsandi úrslitið burtur úr, sum yvirhøvur ber til og sum tú kanst fáa Føroya fólk at bakka upp um, tvs. sum hevur kjølfesti í føroyska fólkinum. -Onkur heldur
vísir, at trupulleikin í HB ofta hevur verið at seta seg upp til avbjóðingarnar, sum eru í hvørjum einasta dysti. Og eg haldi, at vit mugu læra av gongdini í ár. HB hevur til komandi kappingarár skrivað sáttmála [...] støðan nú 2?1 til bygdirnar. Jan Dam og Súni Fríði Johannesen skulu spæla við B68, og nú hevur HB gjørt sáttmála við miðvallaran Símun Eliasen, sum flytir heim aftur, eftir at hann í trý ár hevur búð í Århus [...] við KÍ, hevur hann altíð spælt við ÍF, tá hann hevur verið í Føroyum. Símun royndi seg í donskum fótbólti, og hann var á veg á besta liðíð hjá Århus Fremad, tá hann breyt beinið, og síðani tá hevur hann ikki
helst brúkiligar, alt eftir hvat við politiskum virksemi ein ætlar at lýsa. Men hvat er tað so vit nú skulu hava vilja til? Hvat ógjørligt skulu vit alíkavæl gera? Og hvat stríð skulu vit stríða uttan [...] Javnaðarflokkinum. Ja, onkur er, ið hevur hildið - og framvegis heldur uppá - at ein avgerð, ið er grundað á ein meiriluta uppá eina atkvøðu er nóg góð. Tó, at síggja til, hava eisini samgonguumboð ásannað [...] embætisverk skal um- og fyrisita einum stórum málsøki, hvør hevur so evsta vald og evstu ábyrgd? Er tað ein føroyskur landsstýrismaður, ella er tað ein danskur ráðharri? Eftir hvørji lóggávu og eftir hvørji
Á Suðuroyar Ullavirki hava tey í hvussu so er onkur hugskot. Hvat sigur tú til at fara í dans í einum niðurdeili úr føroyskum tógvi, ella at ganga í einum vovnum frakka? Veit ikki, hvussu hetta riggar [...] ein stórur partur av siðaarvi okkara, er við at detta burtur, orsakað av at nýggja ættarliðið ikki hevur áhuga fyri hesum. Hetta er ivaleyst eisini partvíst rætt, men helst bara eisini partvíst. Ungfólk [...] sindur frá, um seyðahald og tað, sum hartil hoyrir, hava vit verið úti í Havnardali, har Poul Müller hevur bóndagarð. Myndamaður okkara var sjálvandi hjástaddur, tá seyðurin varð flettur, og eru nakrar av
gomlum lesandi, ella um hon verður latin av einum 40 ára gomlum frøðingi, sum í nógv ár hevur verið úti í heiminum og lisið alt møguligt, sum gevur honum førleika til at taka støðu til allar møguliga [...] garnar til eina ungdómsráðstevnu, sum skal snúgva seg um ung, samfelag og politik. Fremsta orsøkin til hetta er, at tey ungu í dag ikki hava nakað forum, har tey kunu koma við sínum ískoyti til samfelagskjakið [...] nýtist als ikki at hava nakra politiska sannføring, ella verða knýttur at nøkrum flokki, fyri at luttaka á stevnuni. Heldur ikki er neyðugt, at tú hevur tann stóra áhugan fyri politikki í gerandisdegnum