Aftur og aftur verður ført fram, at seyðahaldið, sum má sigast at vera ein stórur partur av siðaarvi okkara, er við at detta burtur, orsakað av at nýggja ættarliðið ikki hevur áhuga fyri hesum.
Hetta er ivaleyst eisini partvíst rætt, men helst bara eisini partvíst. Ungfólk í Havnini hava nokk ikki ta stóru nærveruna við náttúruna, ímeðan støðan hjá ungdómi á bygd helst er ein heilt onnur, við tað at tað er stórur munur á umhvørvinum í og uttan fyri Havnina.
Fyri at greiða eitt sindur frá, um seyðahald og tað, sum hartil hoyrir, hava vit verið úti í Havnardali, har Poul Müller hevur bóndagarð. Myndamaður okkara var sjálvandi hjástaddur, tá seyðurin varð flettur, og eru nakrar av myndunum at síggja á miðsíðunum.
Eitt annað evnið, sum nortið verður við í sama viðfangi, eru øll tey mongu seyðaskinnini, sum á hvørjum ári verða tveitt burtur. Er veruliga einki annað, sum kann gerast við hetta. Á Suðuroyar Ullavirki hava tey í hvussu so er onkur hugskot. Hvat sigur tú til at fara í dans í einum niðurdeili úr føroyskum tógvi, ella at ganga í einum vovnum frakka? Veit ikki, hvussu hetta riggar, men í øllum førum er møguleiki fyri at síggja nakað av hesum á Torginum í SMS í dag.
Politikkur er vanliga ikki nakað, sum ung í dag leggja so nógv í, men hetta hava nøkur ung sambands- og tjóðveldisfólk sett sær fyri at gera nakað við. Seinast í hesum mánaðinum verður skipað fyri ungdómsráðstevnu, har vit sjálvi fáa høvi til at seta orð á framtíð okkara. Spenndandi verður at vita, hvussu stóra undirtøku hetta tiltakið fer at fáa.
Sjálvandi eru fløguummælini at síggja á baksíðuni, og eins og vanligt hava vit verið í 3-aranum og funnið okkum 3 nýggjar fløgur fram. Ikki er altíð líka lætt at ummæla fløgur, men vónandi eru lesararnir væl nøgdir við skrivaðu orðini. Minnist til, at ummælini ikki eru tann endaliga sannleikin innan tónleikavísundi, men skulu tey einans skiljast sum okkara metan av verkunum. Tað er jú ikki víst, at øll onnur eru samd við mær í hesum.