Nú er tó greitt, at hann ikki spælir seinastu tveir dystirnar í ár. Skaðin hendi, tá hann til venjing royndi at saksasparka bóltin, men var óhepin tá hann lendi. So óheppin at hann hevur meiðslað sær økslina [...] HB má klára seg uttan Arnbjørn T. Hansen restina av árinum. Hann hevur meiðslað sær økslina og fær ikki spælt fótbólt komandi fýra mánaðirnar. Hann hevur sitið uttanfyri tað mesta av árinum við einum knæskaða [...] økslina so illa, at hann væntandi ikki kann spæla ella venja komandi fýra mánaðirnar. - Eg bleiv skurðviðgjørdur týsdagin og verið hvørtfall úti í fýra mánaðir, sigur Arnbjørn T. Hansen. Tað bleiv bara til
var Arnbjørn Hansen. Hann varð settur á vøllin fimm minuttir eftir steðgin, og hann var við í øllum málunum, tá ið EB/Streymur í ein hálvan tíma skoraði tríggjar ferðir og harvið vann 4-3. Hann tiltuskaði [...] Heðin Klakstein av vøllinum. Hann hevur ikki áður havt nógvar møguleikar at vísa, hvør dugur er í honum. Hesa ferð var hann á framrættaðum miðvallarplássi, og tað var hann, sum eftir fínt og skjótt álop [...] brotssparkið, sum var orsøk til, at KÍ málverjin varð rikin av vølli og at Levi Hanssen minkaði um munin til 3-2, og hann átti uppleggini, tá ið Leif Niclasen javnaði, og tá ið klaksvíkingurin á EB/Streyma
gestirnir úr Sundalagnum at taka leiðsluna. Arnbjørn Hansen gjørdist brádliga púra leysur við Jens Martini í NSÍ-málinum, og úr ienum spískum vinkli smekkaði hann til, og bólturin sat í netinum.
3-1 í Sørvági, vóru tvey tey síðstu málini skorað í 90. og 93. minutti. Tá vóru tað Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen, sum skoraðu avgerandi málini. Teir vórðu báðir skiftir inn fyri síðstu løtuna
3-6 vikur. Levi Hanssen var fremsti maður í 2. hálvleiki í Fuglafirði, og tað kláraði hann væl. Pætur verður heldur ikki við næstu ferðirnar. Kanska verður Leif førur fyri at spæla. Hann var á vøllinum [...] venjarin Heðin Askham. Merkisvert var tað, at Pauli G. Hansen var á miðvøllinum alla tíðina. Tað hevur alstóran týdning fyri avrikið hjá EB/Streymi, at hann nú er millum teir fyrstu ellivu. [...] at halda fram í landskappingini. Heðin Askham og teir í EB/Streymi hava sítt at hugsa um. Arnbjørn Hansen fór skaddur av vøllinum í Fuglafirði, Pætur Dam Jacobsen er plágaður av liðbandsskaða, og Leif Niclasen
norður eftir við Smyrli og fulla úrtøku við sær. Sigursmálið skoraði innskifti Arnbjørn Hansen, eftir at hann var spældur púra blankur við Vlada Filipovic. At EB/Streymur megnaði fulla úrtøku ber við
Toppskjúttin í Formula deildini, Arnbjørn Hansen, var tvífaldur málskjútti. Hann skoraði fyrsta og triðja málið. Bárður Olsen skoraði annað málið, tá ið hann umsetti brotsspark til mál. Brotssparkið varð
Framherjin Arnbjørn T. Hansen stóð fyri báðum málunum. Gott og væl 400 áskoðarar vóru í Gundadali og hugdu at dystinum millum føroyameistarnar og steypavinnarnar. Arnbjørn Hansen legði EB/Streym á odda [...] krónur burtur úr ársins stórsteypadysti. HB ? EB/Streymur 0-2 (0-1) 0-1: Arnbjørn T. Hansen, 29. 0-2: Arnbjørn T. Hansen, 49. HB: Heðin Stenberg ? Pætur T. Jørgensen, Rói Danielsen (Tórður S. Hreiðarsson [...] Nolsøe, 77.)) EB/Streymur: René Tórgarð ? Gert Aage Hansen, Egil á Bø (Bárður Olsen, 46.), Sorin Anghel, Alex José dos Santos (Leif Niclasen, 66.) - Hans Pauli Samuelsen (Arnar Dam, 69.), Marni Djurhuus,
Tordar Poulsen, sum stríddist sum ein brandur. Hesin tamdi bóltin soleiðis, at hann fekk júst tað viðfer, honum tørvaði, áðrenn hann á brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin í kassan. Ein fantastiska góð avlevering [...] Krosslá Poulsen skoraði til 1-2 stutt eftir steðgin. Áðrenn hetta hendi, hevði Gert Hansen javnað fyri EB/Streym, tá hann við handaru stong stútaði eitt frálíkt innlegg frá Pætur Dam Jacobsen í netið. Útjavnandi [...] legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki. Tríggjar minuttir eftir leiðslu málið setti hann smáskadda Arnbjørn Hansen á vøllin, og átta minuttir seinni vísti Arnbjørn, hví Heðin hevði handlað soleiðis. Pætur
at Jann Ingi Petersen er upp á tal í Víkingi. Hann hevur boðað frá, at hann ætlar at spæla í bestu deildini og stríðast fyri einum landsliðsplássi. Hann hevur ikki funnið sær eitt nýtt felag enn. Gøtumaðurin [...] Tað er meir og meir, sum bendir á, at Arnbjørn Hansen heldur fram í EB/Streymi. Tað er ongin loyna, at HB hevur víst áhuga fyri framherjanum. Eisini Víkingur hevur havt ein fyrispurning frammi hjá l [...] men mangla ein framherja. Helst bíða teir eftir støðuni hjá Gilla Sørensen, sum er í AaB í løtuni. Hann er ikki beinleiðis framherji, men hevði verið ein góð loysn eisini. Fíggjarliga støðan í EB/Streymi