Oddaliðið í Effodeildini tók leygardagin á heimavølli í móti absolutta botnliðnum. Ein yvirkomilig uppgáva á pappírinum hjá sundalagsmonnum, nú teir skuldi verja sína støðu sum oddalið. Men FC Suðuroy, sum undan dystinum einans hevði skotið seks mál, gav EB/Streymi skarpan gang. Tvær ferðir var FC Suðuroy á odda. Fult uppiborið var tað eisini!
Effektivir suðuroyingar
Fótbóltur er ein liðítrótt, men uttan einstaklingar er einki lið. Tað eru eisini einstaklingarnir, sum avgera dystirnar. Hvussu avgerandi einstaklingar eru, varð sligið fast við sjeytumma seymi við Margáir í Streymnesi.
Uttan at taka nakað frá FC Suðuroy, so skal tað beinanvegin vera sagt, at EB/Streymur spældi snøgt sagt illa. Sera illa. Einki riggaði, spælið var ósamanhangandi, leikararnir brúktu óneyðuga nógvar røringar, sum tók ferðina úr dystinum og liðið kom ikki fram til nevniverdar møguleikar.
FC Suðuroy hevur eisini rós uppiborið fyri sítt avrik. Teir hildu EB/Streymi frá málmøguleikunum og vóru óhugnaliga effektivir fram eftir vøllinum. Satt at siga er tað at undrast yvir, at liðið ikki hevur fingið fleiri mál enn tað sama, soleiðis sum gagnnýttu og avgreiddu møguleikarnar, sum teir fingu við Margáir.
John og Jón
Í fyrra hálvleiki sást ongan hátt, at tað var oddur móti botni, ið hittust. Dysturin var ógvuliga tamur og teir fáu áskoðararnir fingu ikki vinning fyri peningin, teir høvdu rindað fyri at síggja dystin. Hetta royndi John Tordar Poulsen tó at bøta um, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin.
Sorin Anghel misti bóltin á miðjum vølli, og so gekk tað skjótt fyri seg. Staddur í høgra borði árakað miðstrikuna, legði hann ein ótrúliga neyvan bólt høgt og væl fram eftir vøllinum til sterka stríðsmannin í álopinum hjá FC Suðuroy, John Tordar Poulsen, sum stríddist sum ein brandur. Hesin tamdi bóltin soleiðis, at hann fekk júst tað viðfer, honum tørvaði, áðrenn hann á brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin í kassan. Ein fantastiska góð avlevering og ikki minni gott avsluttað, har hvørki miðverjarnir Gert Hansen og Marni Djurhuus ella málverjin René Tórgarð kunnu lastast fyri nakað sum helst.
Hinvegin var samskifti millum verjuna og málverjan als ikki nøktandi, tá Jón Krosslá Poulsen skoraði til 1-2 stutt eftir steðgin.
Áðrenn hetta hendi, hevði Gert Hansen javnað fyri EB/Streym, tá hann við handaru stong stútaði eitt frálíkt innlegg frá Pætur Dam Jacobsen í netið. Útjavnandi málið var fyri so vítt eisini tað einasta positiva, EB/Streymur kundi taka við sær úr fyrra hálvleiki.
Einstaklingurin yvir øllum
Heðin Askham tók beinanvegin avleiðingarnar av, at FC Suðuroy legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki. Tríggjar minuttir eftir leiðslu málið setti hann smáskadda Arnbjørn Hansen á vøllin, og átta minuttir seinni vísti Arnbjørn, hví Heðin hevði handlað soleiðis.
Pætur Dam Jacobsen spældi vandamikla kollfirðingin leysan, og leysur við málverjanum var hann ísakaldur. Sama var støðan tá stívliga eitt korter restaði av dystinum. Málverjin hjá FC Suðuroy Stanislav Kuzma sendi eitt fríspark frá baklinjuni niðan á vøllin. Pætur Dam Jacobsen var fyrstur á bóltinum og stútaði hann framum miðverjarnar Suna úr Hørg og Sasa Kolman. Arnbjørn fór til stroks, rann bóltin upp og miðverjarnar av sær, áðrenn hann legði EB/Streym á odda 3-2.
Beint fyri leiklok var Arnbjørn aftur upp á spæl. Hesaferð fann hann Sorin Anghel, sum á brotsteigarmarkinum vann dystin við miðverjarnar, áðrenn hann hegnisliga lyfti bóltin upp um málverjan.
Henda hálva tíman, sum vandamikli kollfirðingurin var á vøllinum, spældi EB/Streymur sum tað oddaliðið, teir einaferð eru. Tá sást ikki, at liðnum vantaði menn sum Paula G. Hansen, Hans Paula Samuelsen og Egil á Bø.
Hesa løtuna var munurin á odda og botni staðfestur. Tað seinasta, sum hendi í dystinum var, at Heri E. Kjærbo varð rikin av vøllinum. Dómarin Rúni Gaardbo metti, at takkling hansara móti Árna G. Olsen var so mikið ófantalig, at maðurin skuldi av vøllinum. Harmiligt hjá FC Suðuroy, tí so ófantaligt var tað heldur ikki.










