Arnbjørn kom sá og sigraði

Eftir 4-3 sigur á heimavølli ímóti KÍ í gjár var EB/Streyma venjarin Rúni Nolsøe ógvuliga fegin. Hann hevði sæð sínar menn vera aftanfyri 2-0 og 3-1, áðrenn tað vendi, og EB/Streymur síðsta hálva tíman skoraði tríggjar ferðir og lyfti seg upp á bronsuplássið

EB/Streymur - KÍ 4-3 (1-2)

Høvuðsleikari, tá ið tað kósin varð vend frá hóttandi tapi og til EB/Streyma sigur, var Arnbjørn Hansen. Hann varð settur á vøllin fimm minuttir eftir steðgin, og hann var við í øllum málunum, tá ið EB/Streymur í ein hálvan tíma skoraði tríggjar ferðir og harvið vann 4-3. Hann til­tuskaði sær brotssparkið, sum var orsøk til, at KÍ mál­verjin varð rikin av vølli og at Levi Hanssen mink­aði um munin til 3-2, og hann átti uppleggini, tá ið Leif Niclasen javnaði, og tá ið klaks­víkingurin á EB/Streyma miðvøllinum, Niels Pauli Danielsen, fimm min­uttir undan dystarenda skor­aði sigursmálið.
– Eg eri øgiliga fegin um, at Arnbjørn er við aftur. Hann hevur so ofta verið mun­urin, og tað veit eg, at hann eisini fer at verða í framtíðini, segði væl nøgdi Rúni Nolsøe, sum hevði verið langt niðri, áðrenn tað endaði á aldu­kamb­inum.
– Vit vóru vánaligir í 1. hálv­leiki, tá ið vit ansaðu teimum illa, og teir leggja seg fram­um 2-0. So verður Pætur Dam Jacobsen útvístur, men tá kennist tað sum um, at vit fáa betur tak á tí, hóast vit eru undirmannaðir. Vit minka um munin, tá ið tað resta átta minuttir av 1. hálvleiki, og í steðginum hava vit greiða fatan av, at hetta fer at bera til. Síðstu løtuna undan steðginum hildu vit okkum hava sæð, at ungu KÍ spæl­ararnir, sum ikki hava vunnið so nógv, høvdu hug at leggja seg aftur á vøllin. Tað var líka mikið, um tað var 2-1 ella 3-1, so vit gjørdu av at leypa á, og tað eydnaðist, sigur Rúni Nolsøe.
Talan var um øgiliga hend­ingar­ríka uppgerð. KÍ legði fyri sum eitt ódnar­veður, hugflogið var stórt, og eftir eitt korter vóru hvít­klæddu klaksvíkingarnir framman­fyri 2-0. Páll A. Klettskarð var fyrstur á returbólti, tá ið hann skoraði fyri fyrstu ferð síð­ani 10. mai, og sera ágrýtni og skilagóði Atli Danielsen økti eftir hornasparksinnlegg um leiðsluna.
Átta minuttir fyri steðgin gav EB/Streyma lið­for­maðurin Hans Pauli Samuelsen sínum monnum nýtt mót, tá ið hann minkaði um mun­in, men fýra minuttir undan steðginum var tað vátur vøttur í andlitið, tá ið Pætur Dam Jacobsen sá reytt eftir nærdyst við Atla Danielsen.
– Vit kendu okkum hava tak á tí, og vit gjørdu nógv rætt. Eftir steðgin øktu vit um munin til 3-1, og hevði tann støðan hildið sær í 5-10 minuttir aftrat, so ivist eg ikki í, at vit høvdu vunnið, men alt broyttist, tá ið vit mistu málverjan, og teir skoraðu upp á brotssparkið. Tá trúðu teir meiri upp á tað, men tað vóru marginalirnir, sum avgjørdu, at tað endaði 4-3, heldur KÍ venjarin Eyðun Klakstein.
Avgerandi støðan var, tá ið KÍ málverjin Meinhard Joensen sá reytt. Í nærdysti við innskifta Arnbjørn Hansen gjørdi málverjin brots­spark, sum dómarin eisini sektaði við reyðum korti. Ung­linga­málverjin Fríði Sigurðs­son varð skiftur inn í KÍ málið, Levi Hanssen um­setti brotssparkið til mál, og so var ferðslan fyri tað mesta einvegis ímóti KÍ mál­inum.
Venjararnir báðir høvdu einki at finnast at dóm­unum, sum bóru við sær, at teir mistu hvør sín mann. KÍ venjarin harmaðist um, at tveir av hansara monn­unum fóru skaddir av vøll­inum. Fyrst óføri vong­verjin í høgru, Gunnar Christiansen, og síðani Álvur F. Christiansen, sum varð fluttur av framrættaða pláss­inum í høgru og aftur á vong­verjan, tá ið Gunnar noyddist av vøllinum.
– Tað órógvaði okkum nógv, at teir báðir noyddust av vøllinum.
Tá ið KÍ skifti nýggja mál­verjan inn, fór Heðin Klakstein av vøllinum. Hann hevur ikki áður havt nógvar møguleikar at vísa, hvør dugur er í honum. Hesa ferð var hann á framrættaðum mið­vallar­plássi, og tað var hann, sum eftir fínt og skjótt álop skoraði til 3-1, tá ið alt sá gott út hjá KÍ.
Eyðun Klakstein og hans­ara menn hava tvær ferðir á rað verið fleiri enn mót­støðu­menninir, men ikki fingið nyttu burturúr:
– Hesa ferð vóru vit bara eina løtu ellivu ímóti tíggju, og tá øktu vit um leiðsluna. Nú skulu vit til Fuglafirðar, og hagar taka vit tað góða við okkum, sum vit vístu í dag. Ungu menninir vinna í hvussu so er royndir, og eina ferð fer tað at venda okkum til fyrimunar.