Tá góðir 20 minuttir vóru farnir av toppdystinum við Løkin í Runavík, har EB/Streymur vitjar hjá NSÍ, megnaðu gestirnir úr Sundalagnum at taka leiðsluna.
Arnbjørn Hansen gjørdist brádliga púra leysur við Jens Martini í NSÍ-málinum, og úr ienum spískum vinkli smekkaði hann til, og bólturin sat í netinum.