Arnbjørn var hetjan

EB/Streymur vann stórsteypadystin í Gundadali seinnapartin. Sundalagsmenn vunnu uppiborið 2-0 á HB. Framherjin Arnbjørn T. Hansen stóð fyri báðum málunum.

Gott og væl 400 áskoðarar vóru í Gundadali og hugdu at dystinum millum føroyameistarnar og steypavinnarnar.

 

Arnbjørn Hansen legði EB/Streym á odda, tá hálvur tími var spældur av fyrra hálvleiki. Hann økti um leiðsluna fýra minuttir inn í seinna hálvleik.

 

Leikliga vóru gestirnir omaná. Seinni hálvleikur var serligur merktur av, at venjararnir skiftu nógv út.

 

Pengarnir, sum komu inn, fer til CTD-felagið, sum virkar fyri at upplýsa og leiðbeina um sjúkuna CDT. CTD-felagið fekk góðar 50.000 krónur burtur úr ársins stórsteypadysti.

 

HB ? EB/Streymur 0-2 (0-1)

0-1: Arnbjørn T. Hansen, 29.

0-2: Arnbjørn T. Hansen, 49.

HB:Heðin Stenberg ? Pætur T. Jørgensen, Rói Danielsen (Tórður S. Hreiðarsson, 46.), Vagnur M. Mortensen, Hendrik Rubeksen ? Símun Samuelsen, Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen (Óli Arge, 46.), Ólavur í Ólavsstovu, Jógvan Rói Davidsen ? Jón Krosslá Poulsen (Andrew av Fløtum, 46. (Jógvan Andrias Nolsøe, 77.))

EB/Streymur: René Tórgarð ? Gert Aage Hansen, Egil á Bø (Bárður Olsen, 46.), Sorin Anghel, Alex José dos Santos (Leif Niclasen, 66.) - Hans Pauli Samuelsen (Arnar Dam, 69.), Marni Djurhuus, Daniel Udsen (Poul G. Olsen, 84.), Levi Hanssen (Brian Olsen, 46.), Pætur Dam Jacobsen ? Arnbjørn T. Hansen

 

hagtøl: faroesoccer.com