Skírisdag prógvaðu teir í TB, at tað ber til hjá uppflytara at vinna stig í Streymnesi frá EB/Streymi, ið hevur verið roknað sum ein av favorittunum. Vánaliga gongdin hjá teimum í Sundalagnum helt fram, tá ið TB í evstu løtu við brotssparki javnaði til 1-1.
Í dag er aftur uppflytari á skránni, tá ið EB/Streymur fær vitjan av FC Suðuroy, ið 2. páskadag vann fyrsta stigið í Runavík. Men hóast teir megnaðu málleysan javnleik, so er FC Suðuroy venjarin Pól F. Joensen ikki nøgdur við tað avrikið:
-Tað var næstan ein fiasko í Runavík, tí als einki riggaði. Vit vunnu einki stig ímóti B36 og HB, men ímóti teimum og serliga B36 var avrikið nógv betri enn í Runavík. EB/Streymur er sjálvandi favorittur, men vit ætla okkum úrtøku suður aftur við okkum, sigur Pól F. Joensen.
Eftir tríggjar ferðir 90 minuttir í landskappingini eigur FC Suðuroy framvegis fyrsta málið til góða. Í 5-0 steypasigrinum vóru lyklaspælararnir Poul N. Poulsen, Palli Augustinussen, John T. Poulsen og David Asare bara ein part av tíðini á vøllinum. Tá fingu ungir spælarar møguleikan.
-Ímóti EB/Streymi vera teir allir við frá byrjan, og nú vóna vit, at tað góða gongdin í málskjótingini ímóti Skála fer at halda fram í landskappingini.
Heðin Askham og teir í EB/Streymi hava sítt at hugsa um. Arnbjørn Hansen fór skaddur av vøllinum í Fuglafirði, Pætur Dam Jacobsen er plágaður av liðbandsskaða, og Leif Niclasen er eisini liðbandsskaddur:
-Tað er greitt, at skaðin hjá Arnbirni í lærkrikanum fer at halda honum burtur í 3-6 vikur. Levi Hanssen var fremsti maður í 2. hálvleiki í Fuglafirði, og tað kláraði hann væl. Pætur verður heldur ikki við næstu ferðirnar. Kanska verður Leif førur fyri at spæla. Hann var á vøllinum eina løtu í Fuglafirði, og síðani hevur hann ikki vant, sigur Heðin Askham.
Venjarin fegnast um 4-2 sigurin í Fuglafirði:
-Higartil hava vit klárað okkum illa. Í Fuglafirði var hugburðurin góður, vit stríddust sum eitt lið, og tað var positivt, heldur venjarin Heðin Askham.
Merkisvert var tað, at Pauli G. Hansen var á miðvøllinum alla tíðina. Tað hevur alstóran týdning fyri avrikið hjá EB/Streymi, at hann nú er millum teir fyrstu ellivu.