hevði mælt til at »avtaka« Almannastovuna. Men tað gjørdi hon ikki. Í staðin vísti hon á, at fleiri, sum hava hjálp fyri neyðini, ikki fáa hana, meðan onnur, sum kanska ikki hava brúk fyri almannahjálp [...] hevur flokkurin bara áhuga fyri teimum, sum starvast innan almennu umsitingina. Hvat við brúkarunum, sum kanska eru nógv verri fyri enn starvsfólkini? Hava hesi ikki eisini rætt til eina tænastu, sum tey kunnu [...] dag fyri Anfinni Kallsberg, Jógvani á Lækjuni, Eyðuni Viderø, Helenu Dam á Neystabø, Sámal Peturi í Grund og øðrum góðum fólkafloks- og sjálvstýrisfólkum enn áður. Á hinari síðuni er virðingin fyri Jav
ungdómar í Eysturoynni til tíðir gera nýtslu av, tá ið teir eru eitt vikuskifti í høvuðsstaðnum. Tilkomnir menn Mangan hevur ein hug til at undrast á, hvat tað er, sum gongur fyri seg inni í høvdinum á [...] gingið og verið sera bangin fyri hesum monnunum, sum manna harkaliðið, men at gongdin nú er við at venda til tað betra, og fólkið tykist ikki longur at verða so bangið fyri teimum. Teir báðir nevna eisini [...] sundur og saman. Hesin sokallaði bandin, sum ikki telur meiri enn einar fimm til seks mans, hevur við sínum atburði syrgt fyri, at fleiri fuglfirðingar næstan skammast við at siga, hvagani tey koma. Men
semja kann fáast í lag, annars høvdu vit ikki farið til samráðingar. Gunnleivur Dalsgarð hevði ikki nógvar viðmerkingar beint áðrenn farið varð til semingsfund millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið [...] verður um drúgvar samráðingar ella ikki, men hann væntar ikki, at semingsmennirnir fara at leggja upp til eins drúgvar samráðingar, sum undir seinasta samráðingarumfari, tá samráðst varð einar 60 tímar út
Gríma kann keypa útgerð til nýggja leikhúsið á Meiarínum. Hóast hølini vórðu tikin í nýtslu í fjør vár, eru tey so at siga tóm enn. Øll útgerð, sum skal til í einum leikhúsi, stólar til áskoðararnar, podiir [...] hesum tiltaki er, at øll um skipa fyri og luttaka hesi kvøldini - listafólkini, tey sum gera kaffi, heingja ljós upp og gera annað praktiskt arbeiði, gera hetta ókeypis fyri at stuðla Grímu. Eisini fyritøkur [...] Sosialurin, Konditaríið, MÁF, Margarinfabrikkin, Føroya Læraraskúli og Sjónleikarhúsið. Kostnaðurin fyri alt kvøldið er 80 krónur og tá eru kaffi og køkur íroknað. Hava fólk hug at gjalda meiri, eru tey
?Kravið um at ein og hvør, sum fer til skips fyrstu ferð eftir 1. oktober 1997, skal hava staðið góðkent trygdarskeið, fer at forða fyri tilgongd av manning til fiskiflotan. Eitt er, at neyvan kann roknast [...] ungir dreingir royna seg fram fyri at finna fram til sítt framtíðarstarv. Tí er tað vanligt, at teir royna sjólívið eina tíð, áðrenn teir taka endaliga støðu. At fara til skips kostar í sær sjálvum rættuliga [...] rættuliga nógv í útgerð v.m. Skal krav um trygdarskeið setast teimum bert fyri at royna ein túr, fer hetta at verða ein heilt álvarsom forðing hjá ungfólki at royna sjólívið. Tí kann tað ikki vera rímuligt
frá 1977 til 1984, segði Johan Weihe, at ein og hvør sjálvur mátti avgera, um hann var fyri ella ímóti kvinnuligum prestum. Hetta var ikki nakað, ið føroyska Heimamissiónin fór at gera reglur fyri. Eg eri [...] í dag enn letur avgerðirnar upp til hvønn einstakan, og tískil ikki stendur savnað aftan fyri Olofson. Tey, ið halda við Olofson og teimum nýggju prestunum, hoyra til ein ávísan høgravong og stóran minniluta [...] enda, at hon als ikki stúrir fyri at fara undir aftur prestastarvið, hóast nógv leikar á. Men hettar er norðanfjørðs. Nýggi »gamli« Suðuroyarpresturin gleðir seg til at koma til Vágs, og aftur at liva í sátt
amboðini, sum skulu til fyri at taka eina støðu, segði Erhard Joensen við útvarpið. Hann heldur, at nýggju upplýsingarnir kunnu fáa avgerandi týdning. – Um so er, at hatta ber til, og tað vísir seg, at [...] segði, bara kundu loysast við at leggja Strandferðsluna í eitt partafelag ella í ein grunn eins og til dømis Bústaðir. Og Leif Abrahamsen, stjóri í Gjaldstovuni seinastu 31 árini, tekur undir við hesum [...] sigur eisini, at tað als ikki neyðugt at endavenda øllum stovninum og leggja hann í eitt partafelag fyri at loysa hesar trupulleikarnar. – Tað er lættari at broyta játtanarlógina enn at leggja Strandferðsluna
skuldi blandast við kokaini, fyri at fáa eina størri nøgd. Rætturin metti, at samlaða nøgdin var 50 gram av kokaini. Afturat hesum hevði maðurin umleið 1200 gram av hashi við sær til Føroya. Kokain er bólkað [...] bólkað, sum serliga farligt rúsevni, og tí er revsingin fyri at smugla hetta til Føroya serliga strang samanborið við danska rættarsiðvenju. Maðurin, sum játtaði seg sekan, var í dag dømdur 11 mánaðir treytaleysa [...] Maðurin varð steðgaður av tollvaldinum, tá hann kom til Føroya við Norrønu í juli. Í bilinum, hann var í, fann løgreglan 21,8 gram av reinum kokaini, umframt 47,9 gram av øðrum pulvuri, ið ákæruvaldið
olju, sum eru nógv hækkaðir og í tilfarinum til ólavsøkurøðuna verður upplýst, at endamálið við stuðlinum er nettupp at hann skal brúkast til at keypa olju fyri. Endamálið hjá landsstýrinum er at minka [...] í dag, boðaði løgmaður frá, at tey, sum eru ringast fyri, fara nú at fáa fíggjarliga hjálp so at tey hóra undan. Løgmaður boðaði frá, at stuðulin til hvørja familju kann vera upp í 7.000 krónur. Hjá vanligum [...] veita fíggjarligan stuðul til húski við lágum inntøkum, og sum brúka olju - og sum heldur ikki hava nakrar ognir av týdningi, sigur løgmaður. Stuðulin skal so brúkast til olju at hita húsini upp við
Eftirlitsfólk hjá altjóða kjarnorkustovninum, IAEA, eru í morgun ávegis til kjarnorkuverkið, sum liggur í lítla ukrainska býnum, Enerhodar. Fylgið fór úr Zaporizjzja í morgun, og útlendskir miðlar vita [...] ukrainskar deildir, sum gera seg inn á farleiðina hjá eftirlitsfólkunum, men at russiski herurin syrgir fyri trygdini hjá teimum. - Støðan er trupul, men hon er undir eftirliti, siga tey í russiska verjumálaráðnum [...] verjumálaráðnum nú fyrrapartin. Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sigur, at Russland ger alt fyri at tryggja kjarnorkuverkið, og at eftirlitsfólkini fáa gjørt sínar uppgávur á verkinum. ##med2## Sambært