ST-bilar við umboðum fyri altjóða kjarnorkustovnin, IAEA, royna at koma sær fram til størsta kjarnorkuverk í Evropa, sum liggur í lítla býnum, Enerhodar.

Leggja nógv fyri á leiðini til kjarnorkuverkið

Leiðarin fyri altjóða kjarnorkustovnin, IAEA, Rafael Grossi, segði fyrr í morgun, og áðrenn ST-fylgið fór úr Zaporizjzja, at tey eru greið yvir, at hernaðarligur aktivitetur er á leiðini, men at eftirlitsfólkini kortini høvdu gjørt av at fara.

 

ST-bilar við umboðum fyri altjóða kjarnorkustovnin, IAEA, royna at koma sær fram til størsta kjarnorkuverk í Evropa, sum liggur í lítla býnum, Enerhodar.

Eftirlitsfólk hjá altjóða kjarnorkustovninum, IAEA, eru í morgun ávegis til kjarnorkuverkið, sum liggur í lítla ukrainska býnum, Enerhodar.

 

Fylgið fór úr Zaporizjzja í morgun, og útlendskir miðlar vita at siga, at hetta hevur ikki gingið betur enn væl.

 

Kjarnorkuverkið hevur síðan tíðliga í krígnum verið undir russiskum ræði, men tað eru ukrainar, sum framvegis reka verkið.

 

Um alt gongur væl, verða eftirlitsfólkini og tess fylgi hjá verkinum nú fyrrapartin. 

 

Hóast fráboðanir eru um álop á farleiðini, hevur ST-fylgið ongar ætlanir um at gevast við ætlaðu eftirlitsvitjanini á verkinum.

 

- Russar gera álop á farleiðini millum Zaporizjzja og Enerhodar. Fylgið kann av trygdarávum ikki halda fram, skrivaði regiónsleiðarin í økinum, Oleksandr Starukh á Telegram, og tað er Reuters sum endurgevur. 

 

Í Russlandi halda tey sambært tíðindastovuni RIA upp á, at tað eru ukrainskar deildir, sum gera seg inn á farleiðina hjá eftirlitsfólkunum, men at russiski herurin syrgir fyri trygdini hjá teimum.

 

- Støðan er trupul, men hon er undir eftirliti, siga tey í russiska verjumálaráðnum nú fyrrapartin.

 

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sigur, at Russland ger alt fyri at tryggja kjarnorkuverkið, og at eftirlitsfólkini fáa gjørt sínar uppgávur á verkinum.

 

##med2##

 

Sambært ukrainska kjarnorkuumsitaranum, Energoatom, eru tveir av seks kjarnorkureaktorum á verkinum óvirknir, harav annar er óvirkin orsakað av russiskum rakettum.

 

Leiðarin fyri altjóða kjarnorkustovnin, IAEA, Rafael Grossi, segði fyrr í morgun, og áðrenn fylgið fór úr Zaporizjzja, at tey eru greið yvir, at hernaðarligur aktivitetur er á leiðini, men at eftirlitsfólkini kortini hava gjørt av at fara.

 

- Her hevur verið veksandi hernaðarligur aktivitetur - enntá fyri minuttum síðan - men, tá vit meta um fyrimunir og vansar, og nú vit eru komin so langt - ja, so steðga vit ikki, segði Rafael Grossi sambært Reuters.

 

Tað seinasta nýggja er, at eftirlitsvitjanin hjá IAEA fyribils er útsett í nakrar tímar orsakað av spentu støðuni í økinum. Kortið í hesi grein vísir eisini, at hermótið millum stríðandi partarnar um hesar leiðir er áin, Dnipro.

 

 

 

ST-bilar við umboðum fyri altjóða kjarnorkustovnin, IAEA, royna at koma sær fram til størsta kjarnorkuverk í Evropa, sum liggur í lítla býnum, Enerhodar.

Á kortinum sæst, hvar býurin, Zaporizjzja, liggur í mun til býin, Enerhodar, har kjarnorkuverkið er.