­ Vóru ongar vónir fyri semju, fóru vit ikki til samráðingarborðið

Formaðurin í Starvsmannafelagnum vónar, at úrslit fer at spyrjast burturúr samráðingunum á hesum sinni

­ Vit líta á metingarnar hjá semingsmonnunum um, at ein semja kann fáast í lag, annars høvdu vit ikki farið til samráðingar.

Gunnleivur Dalsgarð hevði ikki nógvar viðmerkingar beint áðrenn farið varð til semingsfund millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið klokkan tvey í gjár, men hann vónar, at ein loysn fer at koma á trætuni sum skjótast.

Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur seg ikki kunna siga nakað um, um talan verður um drúgvar samráðingar ella ikki, men hann væntar ikki, at semingsmennirnir fara at leggja upp til eins drúgvar samráðingar, sum undir seinasta samráðingarumfari, tá samráðst varð einar 60 tímar út í eitt.

Spurdur, hvussu nógv prosent Starvsmannafelagið kann góðtaka at geva seg undir samráðingunum, svarar Gunnleivur Dalsgarð, at hann ikki kann úttala seg um nakað slíkt, nú avtalað er at fara undir samráðingar aftur.