Ætlan at gera SSL til partafelag fekk skot fyri bógvin

Tað er ikki fallið í góða jørð, at arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt álit um Strandferðsluna og mælir til at leggja hana partafelag, ikki hevur givið politikarum allar upplýsingar í málinum.

 

Tá arbeiðsbólkurin legði álitið fram í Tinganesi 8. mars í ár boðaði formaðurin í bólkinum, Rúni Vagn Poulsen, frá, at ein av limunum í arbeiðsbólkinum var farin úr bólkinum. Sagt varð einki um, hví viðkomandi var farin úr bólkinum.

Men í Degi og Viku í gjár greiddi Durita Tausen, sum var hesin limurin í bólkinum, at hon fekk ikki síni sjónarmið við í álitið, og tí vildi hon ikki vera við.

Hennara sjónarmið vóru, at við smávegis broytingum í kunngerðinum, so kundu allir trupulleikarnir hjá Strandferðsluni loysast, sum arbeiðsbólkurin annars segði, bara kundu loysast við at leggja Strandferðsluna í eitt partafelag ella í ein grunn eins og til dømis Bústaðir.

Og Leif Abrahamsen, stjóri í Gjaldstovuni seinastu 31 árini, tekur undir við hesum. Hann sigur eisini, at tað als ikki neyðugt at endavenda øllum stovninum og leggja hann í eitt partafelag fyri at loysa hesar trupulleikarnar.

– Tað er lættari at broyta játtanarlógina enn at leggja Strandferðsluna í eitt alment partafelag, segði hann í Degi og Viku í í gjárkvøldið. Og úrslitið av hesum er tað sama, sum at gera Strandferðsluna í eitt partafelag. 

Strandferðslan kann stýra roknskapinum yvir fleiri ár og er ikki tengt av at raka nullið við ársenda hvørt á fyri at halda játtanina, segði Leif Abrahamsen.

Erhard Joensen, formaður í Løgtingsins fíggjarnavnd segði við útvarpið í kvøld, at tað kom dátt við hjá honum at hoyra um hesi sjónarmið, sum ikki sluppu upp í part hjá serfrøðingabólkinum, sum skuldi eftir hyggja Strandferðsluna og koma við boðum uppá, hvussu stovnurin skuldi rekast í framtíðini. 

– Hetta er als ikki nøktandi. Serliga ikki, tá tað framgekk týðuliga, at Gjaldstovan hevur víst á hendan møguleikan og hava biðið um at fáa hesi sjónarmiðini við í frágreiðingina, og at bólkurin kortini hevur valt ikki at taka hesi sjónarmið við. Tað haldi eg vera kritisabult, segði Erhard Joensen. 

– Tað er altíð betri at hava fleiri møguleikar at velja ímillum, heldur hann.

– So hasum eri eg rættiliga skuffaður av, at hasin bólkurin ikki vildi geva politikarunum tey amboðini, sum skulu til fyri at taka eina støðu, segði Erhard Joensen við útvarpið. 

Hann heldur, at nýggju upplýsingarnir kunnu fáa avgerandi týdning.

– Um so er, at hatta ber til, og tað vísir seg, at soleiðis verður gjørt í okkara grannalondum, vissi hatta ber til, og hatta er tann lættasta loysnin og vit fáa somu nyttu burtur úr, so haldi eg, at vit skulu hyggja eftir hasum. 

Erhard Joensen segði við útvarpið, at eingin avgerð verður tikin, fyrr enn hesin møguleikin er royndur. Hann segði eisini, at hann hevur tosað við samgongufelagar, eftir at nýggju upplýsingarnir komu fram, sum eru samdir við honum. 

Hann ætlar sær nú at tosa við landsstýrismannin um málið.

Tey sum sótu í arbeiðsbólkinum vóru:

 

Rúni V. Poulsen, formaður

 

Jóhanna á Bergi

 

Søren Lunell Bruhn

 

Durita Tausen, »sum tók seg úr bólkinum, áðrenn frágreiðingin var liðug«, sum tað stendur í álitinum.